fríggjadagur 25. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 • fríggjadagur • 25. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Skála sett upp á pláss
NSÍ-Skála 2-0 (1-0):
Við høgari ferð og væl
skipaðum pressspæli
eydnaðist NSÍ í 1.
hálvleiki at seta seg á
skálamenn, sum ikki
høvdu neyðugu
tyngdina, tá ið teir
eftir steðgin royndu
at koma afturíaftur,
og so staðfesti heima-
liðið sigurin, ið lyftir
teir upp á heiðurs-
merkjapláss
NSÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
NSÍ steðgaði glæsiligu
gongdini hjá Skála. Í góð-
veðrinum mikukvøldið, tá
ið áskoðarafjøldin við Løk-
in var størri, enn hon nakr-
antíð hevur verið fyrr í ár,
vann heimaliðið 2-0 á
oddaliðnum. Harvið er NSÍ
komið fram á heiðurs-
merkjapláss. Hugburðurin
og avrikið ímóti Skála boð-
aðu frá, at NSÍ avgjørt má
roknast millum teirra, sum
eru við í FM stríðnum.
Serliga
í
fyrra
umfarinum var heimaliðið
greitt omaná. Teir vóru í
einum geari hægri enn
gestirnir. Skálamenn fingu
ongantíð
frið
at
fáa
tamarhald á sínum spæli.
NSÍ miðvøllurin arbeiddi
hart og møtti mótstøðu-
monnunum langt frammi á
vøllinum.
Jústinus
R.
Hansen, Ian Højgaard og
Aleksandar Jovevic vóru
eyðsýndir á miðvøllinum,
Brynjolvur
Nielsen
og
Sjúrður Jacobsen bjóðaðu
seg væl til í borðunum, og
teir tríggir fremstu hjá NSÍ
arbeiddu nógv.
Men leingi tóktist tað
sum um, at Skála skuldi
sleppa heilskapað burturúr
1. hálvleiki. NSÍ hevði
fleiri deyðbóltsstøður, sum
tóktust vandamiklar, men
tað var sjáldan, at Igor
Kostic í Skála málinum
varð settur á stóru roynd-
irnar, áðrenn hann skaddur
noyddist at taka seg av vøll-
inum. 18 ára gamli Heini
Kristiansen loysti hann av,
uttan at hetta tóktist at
nerva
styrkina
millum
stólparnar nakað serligt.
Rættuliga avgerandi fyri
gongdina var tað, at NSÍ
fekk mál í síðstu royndini
undan steðginum. Sum so
ofta
frammanundan
so
fangaði NSÍ miðvøllurin
bóltin, tá ið Skála royndi at
mynda álop í vinstru, har
teir vóru væl tynnri hesa
ferð, enn teir hava verið
fyrr í ár. Aleksandar Jove-
vic legði bóltin fram um
Skálaverjuna, Gert Lang-
gaard fekk tak á, rann einar
tjúgu metrar við trimum
verjuspælarum í hølinum.
Skála málverjin kom út
ímóti og hálvbjargaði, men
tað var ikki nóg gott av
verjuspælarunum, at tað
skuldi vera einsamalli NSÍ
arin, ið fekk fatur á retur-
bóltinum, og trillaði hann í
tóma málið.
Harvið hevði NSÍ sinni-
liga yvirskotið undir hvíld-
ini. Eftir steðgin fór leik-
ferðin eitt sindur niður, og
NSÍ tók seg eitt vet aftur og
bíðaði. Tað bar við sær, at
Skála hevðí bóltin meiri.
Teir funnu betri hvønn ann-
an, og teir vóru nakrar ferð-
ir í NSÍ brotsteiginum. Men
teir fingu ongantíð ferð á
samanspælið, og teir gjørdu
framvegis ov nógv mistøk.
Dánial Hansen og Óli
Hansen høvdu Jónhard
Frederiksberg og Boga
Gregersen í stuttum tjóðri,
og Jens Martin Knudsen
varð ongantíð settur á ser-
ligar royndir.
Ellivu minuttir undan
leikloki varð alt avgjørt.
Eftir
deyðbóltsstøðu
í
høgru og út frá aftur, legði
Brynjolvur Nielsen høgt
inn um verjuna, sum var á
veg fram. Á rangstøðu-
markinum gjørdist innskifti
Súni Fríði Barbá blankur og
skoraði til 2-0.
Missurin kostaði
Hóast nógv er á skránni hjá
NSÍ, so vóru teir væl upp-
lagdir. Tá ið Ian Højgaard
noyddist at fara skaddur av
vøllinum, bilti tað ikki so
nógv, tí avloysararnir vóru
klárir at traðka til. Helgi L.
Petersen
og
Jónstein
Petersen vóru skjótir og
ágangandi í borðunum, og
fremstu menninir gjørdu
tað, sum tað kann roknast
við av álopsspælarum.
Skála spældi ikki so væl,
sum teir hava gjørt í nógvu
av undanfarnu umførunum.
Tað var eyðsýnt, at liðið
leið nógv undir, at mið-
vallar generalurin og lið-
formaðurin,
Pauli
G.
Hansen, ikki var førur fyri
at spæla, og at Alexandur
Johansen heldur ikki var
við. Hetta hevði fleiri um-
skipingar við sær, og tað
gekk út yvir rútmuna í
samanspælinum og tyngd-
ina og hugflogið, tá ið álop
skuldu myndast. Hóast
Skála í 2. hálvleiki fleiri
ferðir var í NSÍ brotsteig-
inum, so var ongantíð
neyðugt hjá Jens Martini
Knudsen at vísa, at tað
framvegis er dugur í hon-
um.
NSÍ avrikið boðaði frá, at
teir ætla sær at vera við, har
tað er hugaligt at stríðast í
landskappingini og steypa-
kappingini, og teir gjørdu
eisini góða reklamu fyri
sær sjálvum, áðrenn teir í
morgin fara at spæla á
heimavølli í Intertoto.
Hvørja ávirkan tapið fer
at hava á Skála liðið fæst at
síggja sunnudagin, tá ið teir
fáa vitjan av EBStreymi.
Skála vitjanin hinumeg-
in fjørðin kostaði nógv.
Eitt er, at teir einki stig
fingu við til hús aftur.
Eitt annað er tað, at
málverjin, Igor Bjarni
Kostic, noyddist av vøll-
inum við nógvari pínu.
Seinni vísti tað seg, at
okkurt bein var brotið í
hondini.
- Higartil hava vit
verið hampuliga spardir
fyri skaðar. Nú vórðu vit
orduliga raktir. Pauli G.
Hansen
er
orduliga
skaddur, men vit vóna,
at hann verður tøkur
aftur eftir summarsteðg-
in. Alexandur Johansen
var sjúkur mikudagin.
Hann verður ivaleyst við
sunnudagin.
Tíbetur
eiga vit í Heina Kristi-
ansen góðan eykamál-
verja. Men vit mugu
staðfesta, at tað kennist
meint, tá ið fleiri eru
burturi,
sigur
Pauli
Poulsen, hjálparvenjari
á Skála. Hann heldur
ikki, at tað er nakað at
siga til, at NSÍ vann.
- Vit spældu ikki væl,
og teir vóru væl skipaðir
og grammir. Vit megn-
aðu ongantíð at spæla
okkum til upplagdar
málmøguleikar, og tá
ber ikki til at vinna.
Á Skála vóna teir, at
Sveinur
Justinussen
verður við eftir summ-
arsteðgin. Hann hevur
vant eitt sindur, men
hevur annars hugsað
mest um at fáa students-
prógvið frá hondini. Tað
fekk hann í gjár, og nú
fer hann at hjálpa Skála.
Í fjør var gávuríki bólt-
spælarin ein tann stinn-
asti á Skála miðvøll-
inum.
jh
Málverjin
breyt hondina
Gert Langgaard var annar av málskjúttunum, tá runavíkingar – sum teir fyrstu – sendu Skála stigaleyst úr landskappingardysti
í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Fakta um dystin
NSÍ-Skála 2-0 (1-0)
1-0: Gert Langgaard 45.
2-0: Súni Fríði Barbá 79.
NSÍ: Jens Martin Knudsen — Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen (Andy Olsen,
80.) — Aleksandar Jovevic (Súni Fríði Barbá, 61.)), Ian
Højgaard (Kári Hansen, 55.), Jústinus R. Hansen — Helgi
L. Petersen, Gert Langgaard, Jónstein Petersen
Gult kort: Helgi L. Petersen og Sjúrður Jacobsen
Skála: Igor Bjarni Kostic (Heini Kristiansen, 31.) —
Bárður Danielsen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Iulian
Florescu - Hanus Thorleifsson, Rúni Rasmussen, Nenad
Stankovic, Eugen Stanciu (Ronni Hansen, 82.) — Jónhard
Frederiksberg, Bogi Gregersen
Gult kort: Bárður Danielsen og Rúni Rasmussen
21
20
Nr. 119 - 25. juni 2004
UTTAN ÚR HEIMI
USA ávarar um yvirgang
Amerikanska stjórnin mælir nú sínum ríkisborgarum
frá at fara til Saudiarabia, og amerikanarar, sum eru
har, eiga at fara haðani.
Stjórin sigur, at hon hevur fingið álítandi upplýsing-
ar um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at amerikonsk-
um og vesturlendskum áhugamálum. Eitt nú sigur
stjórnin seg hava fingið ábendingar um, at ætlanir eru
um atsóknir at íbúðarbýlingum í saudiarabiska høvuðs-
staðnum Riyadh.
Uttanríkisráðið í Washington heldur, at amerikanar-
ar, sum arbeiða í Saudiarabia, og sum royna at gerast
partur av tí saudiarabiska samfelagnum, eru í serliga
stórum vanda. Víst verður á, at verkfrøðingurin Paul
Marshall Johnson búði ímillum saudiarabar, til hann
bleiv burturfluttur og avrættaður í síðstu viku.
Misnøgd við Blair
Elizabeth drotning er eftir øllum at døma ikki nøgd við
Tony Blair, forsætisráðharra.
Ein kelda í hóvinum hjá drotningini sigur við blaðið
Daily Express, at drotningin heldur seg ikki fáa nóg
mikið at vita frá forsætisráðharranum, og at hon tí hev-
ur samband við aðrar ráðharrar, so hon kann fylgja við.
Sambært kelduni er Tony Blair tann forsætisráðharrin,
sum hevur víst drotningini ta minstu virðingina tey 50
árini, hon hevur sitið á trúnuni.
Eitt nú skal drotningin vera misnøgd við, at Blair
hevur hildið hana uttanfyri fleiri týðandi avgerðir.
Millum annað skal hann ikki hava kunnað drotningina
um avgerðina at halda fólkaatkvøðu um ta nýggju ES-
grundlógina, skrivar Daily Express.
Blaðstjóri myrdur
Myndugleikarnir í Meksiko hava biðið amerikonsku
samveldisløgregluna FBI hjálpa sær at kanna um-
støðurnar í sambandi við, at blaðstjórin Francisco Ortiz
bleiv myrdur herfyri.
Meksikonsku myndugleikarnir hava illgruna um, at
brotsmenn, sum fáast við at smugla rúsevni úr Meksiko
til USA, skipaðu fyri morðinum. Eygnavitni hava greitt
frá, at fýra menn skutu blaðstjóran, tá hann skuldi seta
seg í bilin uttan fyri ein handil í býnum Tijuana. Tvey
børn og ein annar maður vóru við blaðstjóranum, men
tey vórðu ikki rakt.
Francisco Ortiz var blaðsatjóri á blaðnum Zeta, sum
er kent fyri at hava avdúkað ymisk viðurskifti í sam-
bandi við svik og skipað lógloysi á markinum ímillum
Meksiko og USA. Eitt nú hevur blaðið skrivað nógv
um rúsevnissmugling um markið.
Funnu gamalt
tyggigummi
Norskir fornfrøðingar, sum grava í einum øki tætt við
Stavanger, hava funnið ymiskt áhugavert í einum bú-
staði frá víkingatíðini.
Í síðstu viku komu fornfrøðingarnir fram á eina grøv.
Í henni funnu teir fleiri lutir, teirra millum eitt spenni
úr silvuri. Tað mest sjáldsama var kortini eitt petti av
harpiks. Tað var týðiligt, at onkur hevur tugt harpiks-
pettið, og tað hevur fingið fornfrøðingarnar at gita, at
børn kanska nýttu harpiks sum eitt slag av tyggigummi
í víkingatíðini, skrivar Aftenposten. Fornfrøðingurin
Helge Sørheim sigur við blaðið, at tað er einki at ivast
í, at børnini í víkingatíðini eins og børn í dag hava
gingið og tugt eitt ella annað, og hann heldur tað ikki
vera óhugsandi, at tey hava brúkt harpiks sum tyggi-
gummi.
Helge Sørheim leggur tó afturat, at víkingarnir nýttu
eisini harpiks til at tetta kør og onnur íløt, og at teir
tugdu tað fyri at gera tað bleytari. So kanska hevur tað
gamla harpikspettið ikki verið tyggigummi kortini.
Hungur hóttir Zim-
babweMeiri enn tvær
milliónir fólk í Zim-
babwe fara at líða
hungur seinni í ár
HUNGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Altjóða hjálparfelagsskapir
og ST siga, at nógv fólk í
Zimbabwe fara at hava ov
lítið til matna seinni í ár, og
at viðurskiftini fara neyvan
at batna fyrr enn einaferð
næsta vár.
ST heldur, at umleið 2,3
milliónir fólk fara at hava
tørv á mati úr útlondum,
men summir felagsskapir
halda, at talið verður nógv
størri. Onkur felagsskapur
vil vera við, at umleið
fimm milliónir zimbabwar
fara at hava ov lítið til
matna.
Forsetin í Zimbabwe, Ro-
bert Mugabe, segði fyri
stuttum, at eingin í landi
hansara líður hungur, og at
landið verður heldur ikki
rakt av hungursneyð.
– Okkum tørvar ikki mat
úr útheiminum, segði hann.
Hungur hóttir Zimbabwe
Myndirnar úr Irak og
tey ótryggu viður-
skiftini har gera, at
George W. Bush færr
minni og minni und-
irtøku frá veljar-
unum. Tað kemur
mótvalevni hansara
tilgóðar
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein mánað aftan á atsóknir-
nar at World Trade Center
og Pentagon søgdu 92 pro-
sent av amerikanarunum, at
George W. Bush, forseti,
hevði røkt sítt arbeiði væl.
Men nú er vent í holuni.
Sambært einari nýggjari
kanning siga 47 prosent, at
tey eru nøgd við arbeiði
hansara, og 51 prosent eru
misnøgd.
Kanningin, sum sjón-
varpið ABC hevur gjørt,
vísir eisini, at umdømi
forsetans er versnað nógv í
hesum árinum. Tá amerik-
anarar fyri tveimum mán-
aðum síðani vórðu spurdir,
hvør av teimum báðum
forsetavalevnunum, Bush
ella John Kerry, er betur
egnaður at leiða bardagan
ímóti yvirgangi, var Bush
21 prosentstig framman
fyri Kerry. Men so er ikki
longur. Í kanningini hjá
ABC siga 47 prosent, at
Bush er betri egnaður, men
48 prosent halda, at Kerry
er tann rætti maðurin.
Kanningin vísir eisini, at
hevði forsetaval verið í
USA nú, hevði John Kerry
vunnið. Hann hevði fingið
48 prosent, Bush hevði
fingið 42, og tað triðja val-
evnið, Ralph nader, hevði
fingið sjey prosent.
Bush í hørðum andróðri
Altjóða krígsbrots-
mannadómstólurin
fer at kanna skuldset-
ingar um neyðtøkur
og píning í Kongo.
Hann skal eisini
kanna skuldsetingar
um, at børn verða
brúkt sum hermenn.
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kanningin í Kongo er tann
fyrsta, sum krígsbrots-
mannadómstólurin hevur
tikið stig til, síðani hann
bleiv skipaður.
– Hetta er eitt stórt stig
fram ímóti altjóða rættvísi,
sigur høvuðsákærin hjá
dómstólinum, Luis Mor-
eno-Ocampo.
Bardagar í landnyrðings-
partinum av Kongo hava
kravt
umleið
50.000
mannalív
tey
seinastu
fimm árini, men altjóða
krígsbrotsmannadómstóluri
n kann ikki kanna ákærur,
sum eru eldri enn tvey ár, tí
dómstólurin
bleiv
ikki
stovnaður fyrr enn í 2002.
Mannarættindafelags-
skapir hava fleiri ferðir
kært seg um, at teir stríð-
andi partarnir í Kongo hava
framt krígsbrotsverk av
ymsum
slagi,
og
teir
fegnast um, at altjóða dóm-
stólurin nú tekur málið upp.
– Hetta er eitt sera týð-
andi stig í arbeiðinum at
revsa tey, sum skipa fyri
hópmorðum,
skipaðum
neyðtøkum og etniskari út-
reinskan, sigur Richard
Dicker í mannarættinda-
felagsskapinum
Human
Rights Watch.
Krígsbrotsverk skulu kannast
Nógv túsund fólk eru flýdd undan bardøgunum í Kongo. Myndin er úr einari flóttafólkalegu í
Burundi, har 20.000 fólk úr Kongo eru
C
M
Y
K
20