fríggjadagur 25. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2004
23
Best í Beach
Volley
Juanna S. Joensen vann
fyri tveimum vikum síð-
ani gull- og silvurmerki í
opnari kapping í Beach
Volley
Tað er eftirhondini ger-
andiskostur, at føroyskir
flogbóltsleikarar gera um
seg í Danmark.
Ein av teimum, sum
skjótt hevur nógv ár á
baki í donskum flogbólti
er Juanna S. Joensen, og
fyri tveimum vikum síð-
ani fekk hon enn eitt heiti
at erpa sær við.
Í kappingini, Århus Op-
en, sum er kapping í
beach volley, eydnaðist
nevnliga Juannu at vinna
tvey heiðursmerki.
Í A-røðini fyri kvinnur
eydnaðist
Juannu
og
makkara hennara, Evu
Ostenfeld, at vinna røðina,
og eisini í mix-kappingini
eydnaðist at spæla seg
fram til finaluna. Her
máttu Juanna og makkar-
in, Morten Madsen, tó
taka til takkar við silvur-
merkinum.
-jm
Vøller gevur
skarvin yvir
Týskland reyk í miku-
kvøldið út úr EM-kapp-
ingini í Portugal, og sam-
bært størsta blaðnum í
Týsklandi, Bild, fer lands-
liðsvenjarin Rudi Vøller
at leggja frá sær. Vøller
hevði annars sagt, at hann
vildi halda fram sum
landsliðsvenjari,
men
Bild heldur, at eftir tapið
ímóti eykaliðnum hjá
Kekkia, fer Vøller at
tveita handklæði í ringin.
Stóra stjørnan á týska
liðnum, Michael Ballack,
helt eftir dystin, at Týsk-
landi hevði gjørt tað, sum
liðið megnaði.
– Stóri trupulleikin hjá
okkum er, at vit gera ikki
nóg nógv mál. Vit gjørdu
okkara besta í dag, men í
løtuni er tað bara ikki nóg
mikið, segði Ballack eftir
tapið á Kekkia.
-ek
Hollendingar
góðar vónir
Kekkia og Holland komu
víðari frá bólki D, og í
fjórðingsfinalunum skal
Kekkia spæla ímóti Dan-
mark og Holland ímóti
Svøríki.
Hollendski landsliðs-
venjarin Dick Advocaat
var í góðum hýri eftir 3-0
sigurin á Letlandi í miku-
kvøldið.
– Vit spældu disipliner-
að í fýrra hálvleiki, og teir
fingu bara ein hálvan
kjans. Vit vistu, at um vit
góvu teimum pláss, so
kundu teir gerast vanda-
miklir, segði landsliðs-
venjarin, sum hevði góðar
vónir til fjórðingsfinal-
una.
– Nú skulu vit spæla
ímóti Svøríki. Tað er eitt
lið, sum vit vita alt um, og
sum vit eiga at vinna á,
segði Advocaat.
-ek
Trapattoni
finnist at
stjørnunum
Italski landsliðsvernjarin
Giovanni Trapattoni hev-
ur ilt við at skilja, at
hansara lið ikki longur er
við í EM-kappingini.
– Eg hevði væntað mær
meira av Totti, Del Piero
og Vieri, men fyri at vera
púra erligur, so ber tað
ikki til at geva teimum
alla skyldina, sigur Trap-
attoni.
– Del Piero kundi havt
fingið meira burtur úr við
røttu hjálpini. Totti hann
sveik okkum og ger neyv-
an slíkt aftur, og Vieri
vildi sleppa at spæla, hó-
ast hann var skaddur í
knænum, sigur Trapat-
toni, sum heldur, at eydn-
an var ikki við italska
liðnum.
Sáttmálin hjá Trapat-
toni við italska fótbólts-
sambandið gongur út í
juli, og hann ætlar sær
ikki at leingja sáttmálan.
-ek
Morten Olsen
onga feriu í Italia
Morten Olsen var langt
síðani vorðin troyttur av
italsku ákærunum um av-
talað spæl millum Dan-
mark og Svøríki, tá ið
fjølmiðlafólk hittu hann á
máli mikudagin.
– Teir hava ein øðrvísi
hugsunarhátt, enn vit hava,
so vit mugu seta eitt mark.
Men eg skal ikki í feriu í
Italia í ár, so tað kann
kanska vera líkamikið,
segði Morten Olsen.
Hann helt, at danir mistu
bóltin ov lætt í dystinum
ímóti Svøríki, og fleiri
spælarar spældu ikki upp
til sítt besta. Men hann
hevur tó framvegis vónir
um, at Danmark kann
koma langt í kappingini.
-ek
Henke til Barca
Sambært spanska blað-
num
El
Mundo
fer
svenski landsliðsspælarin
Henrik Larsson at spæla
fyri
Barcelona
eftir
summarsteðgin.
Blaðið skrivar, at nú
manglar
bara
undir-
skriftin hjá Henrik Larson
á sáttmálanum við Barce-
lona, men Henke vil ikki
skriva
undir
nakran
sáttmála, fyrr enn svenska
liðið hevur spælt seg
liðugt í EM-kappingini í
Portugal.
-ek
Auf wiedersehn Týskland
Týska landsliðið
noyddist at lúta fyri
eykaliðnum hjá
bólkavinnaranum
Kekkia, og tí tryggjaði
Holland sær luttøku í
fjórðingsfinaluni við
at vinna 3-0 Letland
BÓLKUR D
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum einasta liðnum í EM-
endaspælinum eydnaðist
tað Kekkia at fáa fulla úr-
tøku burturúr bólkaspælin-
um. Kekkar vunnu allar
sínar dystir, hóast teir í
seinasta dystinum ímóti
Týsklandi fóru á vøllin við
einum eykaliði, har bert
tveir av vanligu manningini
vóru við, tí teir longu
høvdu tryggjað sær víðari
luttøku í kappingini.
Einki bit í týska
álopinum
Sum væntað var tað Týsk-
land, ið var við yvirvág ein
stóran part av dystinum,
men enn einaferð bleiv
staðfest, at týsku fótbólts-
risarnir hava ein stóran
trupulleika í álopspartin-
um, har Týskland í langa
tíð ikki hevur havt ein
veruligan málskorara. Kev-
in Kuranyi og Fredi Bobic
eru góðir spælarar, men teir
hava ikki sama støði, sum
eitt nú Jürgen Klinsmann
og landsliðsvenjarin sjálv-
ur, Rudi Vøller, høvdu, tá
ið teir báðir myndaðu
álopið hjá Týsklandi fyrst í
nítiárunum.
Tað hevur eisini víst seg,
at nógv tey flestu málini hjá
týska landsliðnum seinnu
árini eru skotin av miðvall-
arleikarum, og tá ið Týsk-
land fekk sett hol á miku-
kvøldið, var tað enn eina-
ferð ein miðvallari, ið
syrgdi fyri málinum. Einir
20 minuttir vóru leiktir av
fyrra hálvleiki, tá ið Micha-
el Ballack fekk bóltin áraka
brotsteigarmarkið, og hann
gjørdi ikki mætari enn at
langa til við vinstra beini,
og bólturin fleyg upp undir
nettakið, og so var 1-0.
Kekkisku eykamenninir
royndu at svara aftur, og tá
ið hálvur tími var leiktur av
fyrra hálvleiki, fingu teir
javnað. Eitt fríspark var
dømt til Kekkia væl uttan
fyri týska brotsteigin og
nakað úti í høgru síðu, og
Marek Heinz gjørdi ikki
mætari enn at langa bóltin
upp í nærmasta málhorn,
uttan at Oliver Kahn hevði
nakran sum helst møguleika
at verja fyri. Hetta málið
kom dátt við týskarum, sum
nú als ikki fingu spælið hjá
sær at koyra, og hugflogið á
týska
miðvøllinum
var
ógvuliga avmarkað.
Baros sløkti týsku
vónirnar
Seinni
hálvleikur
var
ógvuliga tamur. Týskland
royndi at koma longur fram
á vøllin, men tað gekk
ógvuliga striltið at koma til
veruligar málmøguleikar.
Tó var Michael Ballack
nær við, men royndin hjá
honum fór á stongina. Og
tá ið tað so smátt var farið
at líkjast einum veruligum
týskum trýsti á kekkiska
málið, fekk Kekkia eitt
skjótálop, sum avgjørdi
dystin. Innskifti Milan Bar-
os úr Liverpool FC rann inn
í týska brotsteigin, og hóast
Oliver Kahn bjargaði í
fyrstu atløgu, eydnaðist tað
Baros at skora í aðru syftu.
Hetta málið kom, tá ið okk-
urt um eitt korter var eftir at
leika, og tað sást týðulig-
ani, at týsku leikararnir
mistu vónina eftir hetta
mál.
Holland vann væntaða
sigurin
Hin dysturin í bólkinum var
millum Holland og Let-
land. Hóast Letland hevði
staðið seg øgiliga væl í
teimum báðum fyrstu dyst-
unum í bólkinum, vóru hol-
lendingar
stórfavorittar
undan hesum dystinum, og
tað heiti livdu teir appel-
sinlittu eisini upp til.
Ruud van Nistelrooy
legði Holland á odda 1-0, tá
ið 25 minuttir við einum
ivasomum brotssparki, sum
danski dómarin Kim Milt-
on Nielsen dømdi, tá ið Ed-
gar Davids fór um koll
áraka brotsteigarmarkið.
Eina løtu seinni var vanda-
mikli Manchester United-
framherjin aftur á blett-
inum, tá ið Philip Cocu
skallaði ein frísparksbólt
inn í lettiska málteigin, har
van Nistelrooy setti pann-
una á, og so var 2-0. Hend-
an støðan helt sær leingi,
men nakrar minuttir fyri
leiklok staðfesti ein annar
vandamikil
hollendskur
áleypari,
Roy
Makaay,
sigurin, tá ið hann skeyt eitt
gott skot eftir jørð í mál
eftir gott uppspæl frá Arjen
Robben.
Vøller takkar fyri seg
Eftir at hollendsku leikarar
frættu úrslitið av dystinum
millum Kekkia og Týsk-
land, var gleðin, sum vera
man, stór á teimum. Tey
flestu høvdu væntað, at
týskarar fóru at vinna á
eykaliðnum hjá Kekkia,
men so var ikki. Hol-
lendska landsliðið tykist
verða við at koma fyri seg í
kappingini, og lítið er at
ivast í, at hollendingar hava
góðar vónir undan fjórð-
ingsfinaluni ímóti svium.
Hósdagin
visti
týska
blaðið Bild at siga, at týski
landsliðsvenjarin,
Rudi
Vøller, hevði lagt frá sær.
Hann hevur verið fyri
nógvum
atfinningum
í
týsku miðlunum, og mill-
um annað verður spurnar-
tekin sett við, hví hann fyri
tað mesta bert leikar við
einum einsamallum áleyp-
ara, tá ið farast skal á vøllin
fyri at vinna dystir.
Yvirlit yvir fjórðingsfinalurnar
24.06.04
Kl. 19.45
Portugal-Ongland
25.06.04
Kl. 19.45
Frakland-Grikkaland
26.06.04
Kl. 19.45
Svøríki-Holland
27.06.04
Kl. 19.45
Kekkia-Danmark
Týski landsliðsvenjarin slær uppgevandi út við ørmunum. Nú hevur Rudi Vøller, sambært týska blaðnum Bild, eisini lagt frá sær
sum landsliðsvenjari. Aftanfyri sæst Oliver Kahn takka týsku áskoðarunum fyri stuðulin
23
22
Nr. 119 - 25. juni 2004
NSÍ var fyrsta liðið,
sum koppaði odda-
liðnum, og nú hevur
NSÍ mikukvøldið
møguleika við sigri á
HB í Gundadali at
blanda seg orduliga
upp í oddastríðið
8. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Í góðveðrinum mikukvøld-
ið var síðsti dysturin í næst-
síðsta umfarinum undan
summarsteðginum.
NSÍ
vann 2-0 á heimavølli ímóti
Skála. Harvið hava øll lið-
ini tapt í hvussu so er eina
ferð. Skála er framvegis
oddalið. Teir hava sama
stigatal sum HB, men teir
varðveita oddasessin, tí teir
vunnu innanhýsis uppgerð-
ina.
Bæði fyri Skála og HB
verða næstu dagarnir rættu-
liga áhugaverdir og avger-
andi fyri, hvussu støðutalv-
an fer at síggja út í
summarsteðginum. Skála
skal sunnudagin spæla á
heimavølli
ímóti
EB/
Streymi. Tá fæst fyrsta
ábendingin um, um fyrsta
tapið í landskappingini
hevur havt nakran skaða
við sær. Skála venjarin,
Johan Nielsen, minnist væl,
hvussu tað gekk hjá GÍ, tá
ið teir fyri nøkrum árum
síðani kollsigldu eftir fyrsta
tapið, eftir at teir høvdu
vunnið allar dystirnar í
fyrru leikhálvu.
Við sigrinum á Skála
fekk NSÍ orduliga um end-
an. NSÍ er á aldukamb-
inum, eftir at teir burturúr
seks teimum seinastu um-
førunum
hava
fingið
sekstan stig. Hvussu væl
tað veit við hjá NSÍ fer at
verða staðfest í Gundadali
mikukvøldið. Orsaka av
Intertoto Cup uppgerðini
hjá NSÍ ímóti Esbjerg í
morgin er landskappingar-
dysturin í 9. umfari millum
HB og NSÍ ikki á skránni
fyrrenn mikukvøldið. Tá
fara nummar tvey og trý at
spæla, og tá fer møguligur
NSÍ sigur at bera við sær, at
teir kunnu lyfta sær upp um
HB.
Um gongdin í seinnu
leikhálvu fer at verða tann
sama, sum hon hevur verið
higartil í ár, so verður talan
um rættuligt finaluumfar,
tá ið 18. og síðsti leikdag-
urin upprennur 2. oktober.
Tá skulu NSÍ og HB spæla
í Runavík, har HB tryggj-
aði sær meistaraheitið fyri
tveimum árum síðani, og tá
skal Skála spæla torføran
útidysti á Eiði.
Umframt Skála, HB og
NSÍ eru tað VB og kanska
B36, sum liggja væl fyri.
Higartil hevur B36 verið
stóra spurnartekini. Mána-
kvøldið skulu teir spæla á
Svangaskarði, og VB skal á
Jóansøku
leygarkvøldið
spæla á Vágseiði ímóti GÍ.
GÍ og B68 eru tvey av
fýra feløgum, sum tað hev-
ur hilnast stak illa hjá. Hini
bæði eru ÍF og KÍ. Hesi
bæði hittast í Fuglafirði
sunnudagin.
Sum tað áður hevur verið
nevnt í hesum teigi, so er
kappingin hjá heimligu fót-
bóltsliðunum ógvuslig í
hesum døgum. Tað er
órímuligt at sammeta leik-
liga avrikið á føroysku
graslíkisvallunum við tað,
sum er at síggja í sjón-
varpinum úr Portugal. Men
spenningurin er ikki minni
í Føroyum.
Í næstu viku fara flestu
fótbóltsliðini í summarfrí.
VB, HB, ÍF og NSÍ mugu
bíða inntil annan sunnudag,
tá tey skulu spæla seinnu
hálvfinaluna í steypakapp-
ingini.
Hjá teimum, ið eru best
fyri, ræður um at varðveita
góðu
gongdina
eftir
summarfrítíðina. Hjá teim-
um, sum tað hevur hilnast
minni væl hjá, fer steðgurin
ivaleyst at verða nýttur til
sjálvsrannsókn. Ein spurn-
ingur er, um tað er neyðugt,
og um tað ber til at fáa
spælarastyrk aðra staðni
frá. Ein annar spurningur
er, um venjingarstøðan
hevur verið nóg góð, og
hvat skal gerast fyri at betra
um hana.
Í dag verður lutur kast-
aður um, hvør skal spæla
ímóti hvørjum í fyrstu
innleiðandi umførunum í
Europa Cup kappingunum.
Umboð fyri HB, B36 og
B68 eru í Sveis. Higartil
hevur tað ikki hilnast nakað
serligt
hjá
føroyskum
feløgum, tá ið tey hava
roynt seg í Europa. Á
middegi í dag fæst fyrsta
ábendingin, um tað verða
betri vánir fyri tí hesa ferð.
Hvør skal verða umboðað-
ur í Sveis um eitt ár verður
ikki greitt fyrrenn eftir
Mikkjalsmessu. Men eftir
9. umfarið verður lættari at
meta um, um nú skálamenn
og NSÍ fara at hava møgu-
leika at geva HB ein skarp-
an gang í FM kappingini.
Brúktu
teirra vápn
NSÍ
venjarin,
Jógvan
Martin Olsen helt seg ikki
kunna annað enn vera stak
væl nøgdan við tað, sum
hansara
menn
høvdu
útinnt ímóti Skála.
- Vit høvdu ætlað at nýtt
teirra vápn við at trýsta
teir
langt
frammi
á
vøllinum, og tað eydnaðist
væl. Fyri gongdina í 2.
hálvleiki var tað sera
týdningarmikið, at vit
fingu mál dygst undan
steðginum. Harvið kundu
vit flyta okkum eitt vet
aftur í 2. hálvleiki og bíða
eftir møguleikanum at
fara í kontraálop, sigur
NSÍ venjarin.
NSÍ
hevur
nógv
á
skránni. Teir spældu í
Esbjerg leygardagin, og
mikukvøldið skulu teir til
Havnar at spæla ímóti HB.
Um teir aftur ta ferðina
fara at megna at fáa fulla
úrtøku, so fara teir at
halda frí heilt frammi í
toppinum.
- Higartil hevur tað
gingið væl, hóast nógv er
á skránni. Men tað verður
ivaleyst tungt, tá ið vit
annan sunnudag skulu til
Fuglafirðar at spæla hálv-
finalu. Tað ræður um at
dosera venjingina rætt, so
spælararnir fáa høvi at
endurvinna styrkina ímill-
um stóru uppgávurnar,
ásannar væl nøgdi NSÍ
venjarin.
jh
Julian setti hol á
Føroyski miðvallarin
var fyrstu ferð mál-
skjútti í landskapp-
ingardysti fyri ÍA, tá
ið hann stutt undan
steðginum við høvd-
inum skoraði
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð, síðani
hann kom til Akranesar, var
Julian
Johnsson
miku-
kvøldið málskjútti í lands-
kappingardysti. ÍA vitjaði í
Keflavík, og tað eydnaðist
teimum at vinna 2-0. Fyrra
málið
fingu
teir
fýra
minuttir undan steðginum.
Sum so ofta í Íslandi, so var
í báðum førunum, tá ið ÍA
skoraði, talan um deyð-
bóltsstøðu. Fríspark varð
sent av miðjuni og fram í
brotsteigin, og Julian var
hægstur og stútaði í kassan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
økti ÍA, tá ið Keflavík
gjørdi sjálvmál. Eftir horna
boksaði málverjin í ein av
sínum viðspælarum, og so
fór bólturin í málið.
ÍA er á triðja plássi við
sama stigatali sum FH, ið
er næstfremst. Hóast tað
eru fimm stig fram til
Fylkir, so er Julian Johns-
son væl nøgdur.
- Øll liðini taka stig frá
øllum, og vit eiga báðar
dystirnir eftir ímóti Fylkir.
Ætlanin hjá íA var at vera
við í toppinum, og tað eru
vit. Úrslitini á útivølli hava
verið heilt góð. Trupul-
leikin hevur verið, at vit
hava mist ov nógv stig á
heimavølli, sigur Julian
Johnsson, sum er fastur
maður á miðvøllinum.
Mikukvøldið vann Vík-
ingur 3-2 á ÍBV. Hetta var
fyrsti sigurin hjá botnlið-
num, sum nú er eitt stig
aftanfyri Fram, ið hevur
Fróða
Benjaminsen
og
Hans Fróða Hansen á lið-
num. KA, sum er fjórði
aftast, tapti 2-0 á heima-
vølli ímóti oddaliðnum,
Fylkir.
Hóast Fram er næstaftast,
so heldur Julian ikki, at tað
kann sigast, at tað stendur
heilt illa til hjá Fróða, Hans
Fróða og teimum.
- Tað er so mikið tætt, at
trý stig í einum dysti hevði
lyft teimum fram á sjeynda
og næstan sætta plássið.
Um eini fýra umfør fæst at
síggja, hvør fer at hanga
eftir í botninum, heldur
Julian.
Albert Sævarsson og
Grindavík
taptu
miku-
kvøldið 4-1 í Hafnafirði.
Grindavík er triði aftast.
Í næsta umfarinum verð-
ur spælt soleiðis: 27. juni
KA-KR, 28. juni Fram-FH
og Grindavík-Keflavík og
29. juni spæla Fylkir-ÍBV
og ÍA-Víkingur.
Klaksvíkingar
vunnu
uppiborið
2-0,
tá
ið
bronsuvinnararnir úr sup-
erliguni vitjaðu í Klaksvík
mikukvøldið
KÍ vísti NSÍ vegin, tá ið
klaksvíkingar mikukvøld-
ið spældu føðingardags-
dyst
ímóti
Esbjerg.
Danska liðið skal leygar-
dagin spæla seinna Inter-
toto Cup dystin ímóti NSÍ,
og tá er kravið til NSÍ ein
2-0 sigur, ætlar liðið sær
víðari. Og 2-0 var júst tað,
sum KÍ kláraði at vinna á
Esbjerg mikukvøldið.
Esbjerg byrjaði dystin
við skjótum og ágangandi
spæli, men KÍ-verjan stóð
stinn. So hvørt sum dyst-
urin leið, kom KÍ alt meira
upp í part, og í løtum í
seinna hálvleiki, vóru tað
vertirnir, sum høvdu yvir-
vág.
Fyrra málið hjá KÍ kom
eftir hornaspark í fyrra
hálvleiki, sum Ove Nysted
stútaði í málið. Og beint
fyri leiklok økti innskifti
Frank Joensen til 2-0 eftir
eitt sera gott álop.
Ferðalagið úr Esbjerg
býr á Viðareiði, og teir
venja
í
Norðoyggjum
undan dystinum móti NSÍ
leygardagin.
-sportal.fo
KÍ setti Esbjerg upp á pláss
1. deild menn
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
8
5 2 1
18
7
11
17
2 HB
8
5 2 1
21
9
12
17
3 NSÍ
8
4 3 1
14
10
4
15
4 VB
8
3 4 1
11
6
5
13
5 B36
8
3 3 2
17
12
5
12
6 EB/Streymur8
3 2 3
14
11
3
11
7 KÍ
8
1 6 1
9
10
-1
9
8 GÍ
8
2 2 4
9
17
-8
8
9 ÍF
8
1 1 6
1
2
26
-14
10 B68
8
0 1 7
6
23
-17
1
Íslendska Landsbankadeildin
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Fylkir
7
5 2 0
11
3
8
17
2 FH
7
3 3 1
11
7
4
12
3 ÍA
7
3 3 1
9
5
4
12
4 KR
7
3 2 2
9
7
2
11
5 Keflavík
7
3 1 3
7
11
-4
10
6 ÍBV
7
2 3 2
12
9
3
9
7 KA
7
2 1 4
5
8
-3
7
8 Grindavík
7
1 4 2
6
10
-4
7
9 Fram
7
1 2 4
7
11
-4
5
10 Víkingur R
7
1 1 5
6
12
-6
4
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA),
Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram)
EM-endaspælið í fótbólti
Bólkur A
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Portugal
3
2 0 1
4
2
2
6
2 Grikkaland
3
1 1 1
4
4
0
4
3 Spania
3
1 1 1
2
2
0
4
4 Russland
3
1 0 2
2
4
-2
3
Bólkur B
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Frakland
3
2 1 0
7
4
3
7
2 Ongland
3
2 0 1
8
4
4
6
3 Kroatia
3
0 2 1
4
6
-2
2
4 Sveis
3
0 1 2
1
6
-5
1
Bólkur C
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Svøríki
3
1 2 0
8
3
5
5
2 Danmark
3
1 2 0
4
2
2
5
3 Italia
3
1 2 0
3
2
1
5
4 Bulgaria
3
0 0 3
1
9
-8
0
Bólkur D
d
v j t
mál
mál
+/-
stig
1 Kekkia
3
3 0 0
7
4
3
9
2 Holland
3
1 1 1
6
4
2
4
3 Týskland
3
0 2 1
2
3
-1
2
4 Letland
3
0 1 2
1
5
-4
1
Fyri fyrstu ferð í íslendskum
landskappingardysti kom
Julian Johnsson á
máltalvuna, tá hann stútaði
ÍA framum í dystinum móti
Keflavík
Nú skal Skála standa sína roynd
C
M
Y
K
22