fríggjadagur 25. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 119 - 25. juni 2004
Nr. 119 - 25. juni 2004
25
Hjá Løgtingsins umboðsmanni er eitt
starv sum fulltrúi leyst at søkja til setan
frá 1. sept. 2004 ella eftir nærri avtalu.
Embætið
Umboðsmaðurin, ið virkar sambært
løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000, fór
undir virksemi sítt 1.mai 2001.Uppgáv-
an hjá umboðsmanninum er at hava
eftirlit almennu fyrisitingini undir
heimastýrinum, herundir at viðgera
klagur frá borgarunum um avgerðir
v.m.Á skrivstovuni starvast í løtuni um-
framt umboðsmannin,ein løgfrøðiligur
ráðgevi og ein skrivstovufulltrúi.
Uppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðs-
heitum:
• fyrireiking og viðgerð av innkomn-
um klagum
• uppgávur í sambandi við eftirlits-
kanningar av málsviðgerðini á út-
valdum økjum, og
• kunningarvirksemi um fyrisitingarlig
evni og um virksemið hjá umboðs-
manninum.
Talan er um eitt rættiliga sjálvstøðugt
og avbjóðandi starv.
Setanartreytir
Tann, sum settur verður, skal hava
prógv sum løgfrøðingur. Stórur dentur
verður harumframt lagdur á royndir
eftir lokna útbúgving,og er tað ein fyri-
munur, um viðkomandi hevur starvs-
royndir innan almennu fyrisitingina.
Lønin er sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løg-
frøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri
setan sum ráðgevi, um førleikin og
royndirnar eru til tess.Tann, sum settur
verður, má tola møguligar broytingar í
arbeiðsuppgávunum.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum
v.m. skulu verða umboðsmanninum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 5.
juli 2004, kl. 12.00. Adressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
Niels Finsensgøta 39 ·Postboks 1339
FO-110 Tórshavn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trún-
aði. Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Joen H. Andreassen, um-
boðsmann ella Johnhard Klettheyggj,
ráðgeva á tlf. 358500.
Fulltrúi hjá
Løgtingsins umboðsmanni
JBJ Bygging
pdf.
Søkt verður eftir avloysara til økisskrivstovuna frá 12. juli 2004 til 15. august
2004.
Ynskiligt er at viðkomandi hevur:
Skrivstovuroyndir, teldukunnleika royndir og kunnleika innan heimarøkt.
Farloyvisstarv:
Søkt verður eftir Heilsurøktara til Heimarøktina øki 5, at arbeiða 32 tímar um
vikuna í skiftandi vaktum frá 1. september 2004 til 1. sept. 2006.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólkið í skipanini og við aðrar
fakbólkar.
Vit sóknast eftir einum heilsurøktara sum:
Hevur royndir innan heimarøkt
hevur hug og hegni at vera við í einari skipan,sum er í menning og broyting
evni at arbeiða sjálvsøðugt við ábyrgd
dugir at samskifta og hevur góð samstarvsevni
er før/ur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum
Vit bjóða:
eitt starv við møguleika at menna starvsinnihaldi
eitt spennandi arbeiðsplássi við nógvum røktarfakligum uppgávum
eitt gott arbeiðsumhvørvi
eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna
sjúkrarøktina
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meir um størvini ert tí vælkomin at ringja til økisskrivstov-
una, tlf. 373907.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Heimarøktin øki 5
FO-900 Vágur
Umsóknarfreist: 9. juli 2004
Heimarøktin øki 5
Suðuroy
Avloysari til skrivstovuna
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
Tel. 317920
·
Fax. 321904
Saknar tú eina
veruliga avbjóðing?
Vit søkja eftir lærlingi til Byggimarknað okkara.
Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at arbeiða við
teldum. Annars ynskja vit ein persón, ið dámar at
hava við fólk at gera og er løtt/lættur í sinni.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss,
har tú sleppur at royna teg við at avgreiða kund-
ar okkara, ið altíð vænta sær eina góða tænastu
hjá Valdemar Lützen Byggibúð.Eisini kemur tú at
arbeiða innan: Lásaútgerð, amboð, urtagarð,
fiskireiðskap og annað innan byggimarknað.
Um hetta hevur tín áhuga, send umsókn til:
Valdemar Lützen Byggibúð
Skálatrøð 14
Postboks 20
110 Tórshavn
Att.: Høgni Lützen
Í avgreiðsluni á Skálatrøð fæst umsóknarblað og
samstundis kanst tú síggja handil okkara.
Umsóknarfreistin er tann 9. juli og lærutíðin byrj
ar tann 19. juli 2004.
Skálavíkar skúli
Hesi størv eru leys at søkja fyri skúlaárið 2004/05.
1 lærarastarv til serligan tørv, 8 t./v.
1 lærarastarv vegna avlopstímar, uml. 11 t./v.
Størvini, sum eru tíðaravmarkað skúlaárið 2004/05,
verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknirnar skulu
vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 1. juli.
Skálavíkar skúlastýri
v/ Signhild Jacobsen
FO-220 Skálavík
Maskinmaður
P/F Føroya Fiskavirking søkir eftir maskinmanni til
virkið í Tórshavn.
P/F Føroya Fiskavirking Tórshavn framleiður serliga
tosk og upsa.Vørurnar ið virkaðar verða eru á høg-
um góðskustigið og fevna um m.a. catering og
retail vørur eins og frystar ídnaðarvørur. Arbeiðið á
Fiskavirking í Tórshavn fer fram sambært innan-
eftirlitsskipan.
Í 2003 virkaði virkið um 5.000 tons av rávøru, og
uml. 3000 tons av góðskaðum vørum
Uppgávurnar hjá maskinmanninum verða m.a.:
• Røkja maskinur á virkinum
• Røkja viðlíkahaldsætlan virkisins
Krav er at umsøkjari hevur:
• Prógv sum maskinsmiðjur
Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur:
• Góðan førleika innan el-skipanir
• Kunnleika til flakamaskinur
• Kunnleika til teldunýtslu
• Royndir frá líknandi arbeiði
Vit kunna bjóða:
• Eitt framkomið fakligt umhvørvi
• Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi
• Løn sambært avtalu
Vit kunna bjóða eitt arbeiði í mennandi og spenn-
andi umhvørvi við góðum umstøðum.
Umsóknarfreistin er 28. juni.
Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Ynski er at viðkomandi kann byrja sum skjótast.
Um áhugi er fyri hesum starvi so kunna tygum taka
samband við :
UNITED SEAFOOD,
P/F Føroya Fiskavirking
att: Klæmint Klein
Postboks 218 · FO - 110 Tórshavn, Føroyar
Telefon 355555 · Telefax 312631
Lívbjargarar
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið 2 størv sum
lívbjargarar við svimjihøllina við Fuglafjarðar
skúla leys til setan tann 23. august 2004.Talan er
um 1 kvinnuligan lívbjargara og 1 mannligan.
Arbeiðtíðin verður 13 tímar um vikuna hjá hvørj-
um.
Lønin verður ásett sambært sáttmálan millum
Føroya arbeiðarafelag og Føroya arbeiðsgevara-
felag.
Nærri upplýsningar um størvini kunnu verða
fingin til vega við at venda sær til býráðsskriv-
stovuna telefon 444006 í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag.
Møguligar umsóknir skulu verða Fuglafjarðar
býráð í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. juli
2004 kl. 15.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður,tann 10.juni 2004
Fuglafjarðar býráð
Skála skúli
Søkt verður eftir lærarum til komandi skúlaár.
Eitt tíðaravmarkað starv við fullum tímatali, vegna
avlopstímar, serligan tørv og lækkað tímatal.
Umsøkjarin skal helst kunna hava hesar lærugrein-
ar, handaverk og list, gentufimleik og hollan teldu-
kunnleika.
Eitt tíðaravmarkað starv við 10 tímum um vikuna
vegna avlopstímar og lækkað tímatal.
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla-
leiðaran, tlf. 442118 ella 586005.
Umsóknirnar skulu vera Skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi leygardagin 3. juli 2004.
Skúlastýrið fyri Skála skúla
v/ Rosu Prestá
480 Skáli
Vágs Bókasavn
Bókasavnið err stongt vegna feriu frá 5. juli og til 2.
august.
Vágs Bókasavn
900 Vági
Tlf. 373991
Avloysarastarv
Fyri starvsfólk í barnsburðarorlov, verður søkt eftir
starvsfólki við umhvørvistekniskari, verkfrøðiligari
ella náttúrfrøðiligari útbúgving til avloysarastarv á
umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Starvið umfatar viðgerð av málum innan karmarnar
av umhvørvisverndarlóggávuni, serliga innan við-
gerð av umhvørvisgóðkenningum.
Hetta merkir, at tú í tí dagliga kemur at arbeiða
við at:
• gera uppskot til umhvørvisgóðkenningar
• røkja umhvørviseftirlit
• gera uppskot til reglur og kunngerðir innan
økið
• gera fakligar metingar av umhvørvisfrágreið-
ingum frá feløgunum
• fylgja við í altjóða gongdini innan umhvørvis-
vernd
Starvið er sera fjølbroytt og er bæði fakliga og per-
sónliga avbjóðandi. Starvið verður sett sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag,
sí heimasíðuna hjá Lønardeildini,
www.lnd.fo. Tú skal kunna byrja í starvinum eftir
summarfrítíðina, og setanin er avmarkað til 31. apr.
2005.
Umsóknir við avriti av prógvi, viðmælum og CV
skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggja-
dagin 9. juli kl. 12.00.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jacob
Paula Joensen, deildarleiðara, ella Bárð Enni, stjóra.
F O O D - V E T E R I N A RY A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 35 64 00
Fax. + 298 35 64 01
E-mail: hfs@hfs.fo
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
C
M
Y
K
25
24