týsdagur 2. desember 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Danjal av Rana
Fjølgávað. Orðið hoyrdi eg
fyrstu ferð í farnu viku, tá
ein greinaskrivari hjá Sosial
inum sóknaðist eftir eini før
oyskari týðing av orðinum
multitalent.
Kvinnan,
eg
skal møta á Kaffihúsinum er
eisini ein av hesum fjølgáv
aðu. Laila av Reyni, sniðgevi,
tónleikari og nú eisini neyð
hjálpararbeiðari.
Hon trein av álvara fram á
pallin í føroysku tilvitskuni,
tá hon í fjør summar snið
gav tríggjar kjólar til finalu
umfarið í Miss World 2013.
Tað var vinnarin í 2012, Iris
Thomsen, sum millum annað
skuldi handa nýggja vinnar
anum krúnuna, ið var ílatin
kjólarnar hjá føroyska snið
gevanum.
Stutt seinni, í oktobur í
fjør, hamskifti hon frá snið
geva til songkvinnu. Og tó.
Útgávukonsertin
var
ein
samanrenning av konsert og
mótaframsýning, har Laila
av Reyni nýtti høvi at vísa
síni verk, bæði innan snið
geving og tónleik. Og nú
broytir hon aftur skap, so at
siga.
Til dagliga hevur hon
starvast sum lærari á Tekn
iska Skúla í Tórshavn, men er
í løtuni í farloyvi frá hesum
starvinum. Og farloyvi hevur
eittans endamál.
– Eg havi altíð ætlað mær
vekk, at taka eitt ár ella so
onkra aðrastaðni, uttan fyri
Føroyar. Vónin var at náa
hetta innan børnini fóru í
skúla, men tað bleiv so av
ongum. Nú hava vit tó nádd
evsta markinum fyri at seta
ætlanina í verk, haldi eg. Tað
er nú ella ongantíð, sigur
Laila av Reyni.
Og nú verður tað. Fríggja
dagin liggur leiðin til Nakuru,
Kenja. Í tríggjar mánaðir skal
Laila starvast sum seymilær
ari á einum skúla í kenjanska
býnum, og tekur hon alla
familjuna við sær.
– Eg hoyrdi um skúlan
fyri eini tíð síðani, og eg havi
ongantíð gloymt hann aftur.
Tað gav líka sum meining,
at eg kundi sleppa at gera
tað, eg dugi og samstundis
gera ein mun aðrastaðni enn
í Føroyum, sigur Laila av
Reyni. Seinasta árið er nógv
hent í lívinum hjá Lailu av
Reyni, har hon av álvara er
komin fram í ljósið, bæði
sum sniðgevi og songkvinna,
og hon sigur, at í so máta lá
væl fyri at taka frí eina tíð,
og hon søkti tí Tekniska
Skúla um farloyvi í eitt ár.
Familjuna við
– So var bara eftir at yvir
tala mannin. Eg ivist ikki í,
at tað verður eisini gott hjá
honum at koma eitt sind
ur burtur frá. Eg bað hann
koma við mær í eitt ár, men
hann gav mær bara ein mán
að. Tá eg so fortaldi fólkið,
at vit skuldu vekk í tríggjar
mánaðir, samdust vit um
tað, sigur Laila av Reyni. Hon
ásannar, at hetta verður ein
avbjóðing, bæði hjá henni og
manninum.
–
Samskiftiskervið
í
Nakuru er ikki líka væl ment
sum her í Føroyum, so vit
mugu venja okkum við, at
í stóran mun klára okkum
uttan fartelefon og internet
hesar tríggjar mánaðirnar.
Tað verður avbjóðandi, men
eg vænti, tað verður avslapp
andi samstundis, sigur hon.
Børnini hjá Lailu og Leif
av Reyni eru nú vorðin sjey
og fimm ára gomul.
– Børnini eru sera spent
um hetta nýggja ævintýr
ið, kanska mítt ídni smittar
eitt sindur av. Vit tosa nógv
við børnini um túrin, hvat
vit fara at uppliva, og hvat
vit kunnu vænta. Tey, sum
vit fara at vitja, hava biðið
okkum
fyrireika
børnini
upp á, at í eygunum á afri
kansku børnunum vera tey
sera forvitnislig. Fyrstu tíð
ina kunnu tey tí vænta, at
børnini renna aftan á teim
um og skulu nerta við tey og
so framvegis, sigur Laila av
Reyni.
Skúlin, ið Laila fer at ar
beiða á, er ein skúli hjá hjálp
arfelagsskapinum
NLAI.
NLAI er ein hjálparfelags
kapur fyri børn og ung við
stórum tørvi, og virkar í
Nakuru í Kenya. NLAI hava
eitt barnaheim og ein barna
garð,
ókeypis
fólkaskúla,
undirvísing fyri vaksin og
eitt kreppuhús fyri neyð
tiknar og neyðstaddar kvinn
ur. Nógvir føroyingar stuðla
virkseminum
hjá
NLAI
og javnan eru føroyingar í
Kenja og vitja felagsskapin.
Laila av Reyni fer at
undirvísa á fólkaskúlanum.
– Tað ganga um 800 børn
á skúlanum, og eru tað bæði
børn frá barnaheiminum
hjá NLAI og onnur børn úr
Nakuru. Eg skal undirvísa
teimum í seyming og verða
Ræðist
hvørki
ebola ella
terror
Eitt nýtt ævintýr byrjar nú hjá Lailu av Reyni. Ynski um at gera
ein mun aðrastaðni, fær familjuna av Reyni at leita sær til Kenja.
Í tríggjar mánaðir skal hon læra børn í Nakuru, Kenja, at seyma