Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 meldurin tað um 30 børn, eg skal undir­vísa. Laila greiðir frá, at um­framt at undirvísa í seyming, so skal hon leggja teimum lag á í einum handli, sum skúlin júst hevur opnað, har klæði, ið skúlin hevur gjørt, verða seld. – Eg havi tí teknað av míni yndismynstur og fyrireika meg eitt sindur til tað, sum stendur fyri framman. Í handlinum selja tey millum ann­að brúðarkjólar og fínari klæði, so eg havi hugt nakað eftir tílíkum mynstrum. Eg havi eisini keypt góðar saks­ ar og onnur amboð at hava við mær, sum eg kann geva skúl­anum. – Harumframt hava tey á skúlanum givið til kennar, at tey kenna til tónleikin eisini, so eg vænti, at eg verið biðin um at gera okkurt innan tón­ leik á skúlanum. Ikki heilt vandaleyst Tað er ikki heilt frítt, at ein hevur nógvar spurningar, tá ein fer tílíka ferð. Laila av Reyni sigur, at hon hevur havt nógvar spurningar um øll møgulig viðurskifti og at tað til tíðir hevur fylt nógv í tonk­unum. Fyri kortum fekk hon tó høvi at práta við Miu Jacobsen Kagotho og James Mburu Kagotho, ið reka felags­skapin Jimmia, ið eisini hevur høvuðssæti í Nakuru. Mia, ið er føroysk, hevur búð í Nakuru í trý ár og byrjaði sítt neyðhjálparvirksemi í NLAI, áðr­enn hon stovnaði Jimmia. Mia og James Kagotho hava júst verið í Føroyum og greitt frá um Jimmia og savn­að pen­ing saman til eitt nýtt kvinnu­ heim, ið tey lata byggja í Nakuru. – Vit bjóðaðu Miu og James til døgurða ein dagin og so tráspurdi vit tey um alt. Altso alt. Um Kenya, um Nakuru, um Afrika, um fólk, um sjúku, um Ebola, um terror. Vit høvdu nógvar spurn­ingar, men tað var ómeta­liga gott, at sleppa at tosa við tey. Tað sissaðu okk­ um veruliga. Seinastu tíðindini hava flestu tíðindi, ið verða borin úr Afrika, verið um ebola ella yvir­gangsatsóknir. – Óttin fyri ebola fylti nokk so nógv, inntil eg tosaði við Jim og Miu. Eg sá eisini onkr­ar nærri frágreiðingar á Facebook, um hvar ebola­ farsóttin er í mun til hvagar vit fara. So nú óttist eg als ikki ebola. Kenya hevur í eina tíð verið eitt av londunum, sum danska uttanríkismálaráðið mælir fólki frá at ferðast til, orsaka av møguligum yvir­gangs­álopum. Stríð er mill­um kenjanska herin og felags­skapin Al Shabaab, ið held­ur til í sunnara part­inum av Somalia. Al Shabaab ákærir Kenja fyri at hava hersett muslimsk landaøki, og stríðist fyri at reka Kenja og øll kristin úr øll­um muslimsk­um økj­um. Al Shabaab hevur átikið sær ábyrgd av fleiri yvirgangs­ at­sóknum í Kenja sein­astu árini, og so seint sum týs­ morgunin boð­aði Al Shabaab frá, at tað vóru teirra menn, sum høvdu dripið 36 kristn­ ar náms­arbeiðs­menn norða­liga í Kenja. Yvir­ gangs­atsóknir­nar hava tó í størstan mun verið í norðara partinum av Kenja, nærindis markinum móti Somalia, og í høvuðsstaðnum Nairobi. – Sjálvandi hava vit hugsa um vandan fyri yvir­ gangs­atsóknum. Kenja er jú granna­land við Somalia, ið er eitt tað vandamiklasta staðið í heiminum. Vit hava tí eisini valt at taka til okkum nøkur av ráðunum frá myndug­ leik­unum. Tit skulu tískil ikki vænta at hoyra stórt frá okkum á Facebook, meðan vit eru burtur. Vit hava eisini fingið boð um, ikki at umtala okkum sum danskarar, men tað eru vit jú ikki kortini. Vit taka eisini ta fyrivarni, at tá vit lenda í Nairobi, sleppa vit okkum úr býnum so skjótt sum møguligt. Vit hava tó eis­ini tosað nakað við Susanne og Leif Madsen, ið hava stovnað NLAI og hava búð í Kenja í 20 ár. Tey hava ongan­tíð uppliva nakað sum minnir um yvirgang. Vil gera mun Laila av Reyni sigur, at hon hevur ikki hugsað so nógv um, hvat hon sjálv fer at fáa burtur úr ferðini. – Eg vænti at gerast ríkari sum menniskja. Eg vænti, at hetta verður ein opinbering fyri meg, sum vísir mær alt tað, eg sjálv havi. Kanska verð­ur hetta byrjanin til eitt regluligt samstarv, at eg vendi aftur ár um ár. Hetta tykist at verða innihaldsríkt. Her á Tekniska Skúla kann eg avloysast, men í Nakuru kann eg veruliga gera mun, haldi eg, sigur Laila av Reyni. Hon fortelur eisini, at hon vænt­ar at fáa íblástur til tón­leik og klæði, men at tað kemur í aðru røð. Fríggjadagin er fráferðar­ dagur. Tá gongur leiðin til Afrika og nýggja ævintýrið. – Tað tykist eitt sindur surreal, eitt sindur óveruligt. Vit hava jú tosa um tað í eina tíð, men nú er dagurin her. Fríggjadagin fara vit. Kuffert­ið er funnið fram, tað týdningar­mesta er pakkað, og summar­fuglarnir eru komnir í búkin. Í kvøld halda vit so jól fyri triðju ferð hesa vik­una, tá vit vitja ver­for­eldrini, so børnini eru sannaliga sloppin at halda jól, hóast vit fara til Kenja, sigur Laila av Reyni. Familjan av Reyni verður burtur í gott 90 dagar og 1. mars eru tey aftur í Føroyum. Laila av Reyni ásann­ar, at tríggir mánaðir í veru­leik­anum er ikki so leingi. – Hjá teimum, sum eru eftir í Føroyum, so eru tað bara nakrir fáir sunnu­dags­ døg­urðar, vit ikki eru til staðar. Vit vita, at tíðin fer at ganga skjótt. Nógv hava sagt, at tey koma at vitja, og vón­ andi heldur onkur orð, sigur hon og smáflennir. danjal@sosialurin.fo Mynd: Privat Myndirnar av skúlanæmingunum hevur eitt føroyskt ferðalið, ið júst hevur vitjað NLAI og hjálpt teimum at byggja nýggja kreppumiðstøð, tikið – Eg vænti, at hetta verður ein opin­ bering fyri meg, sum vísir mær alt tað, eg sjálv havi. Kanska verð­ur hetta byrjanin til eitt regluligt samstarv, at eg vendi aftur ár um ár, sigur Laila av Reyni