Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 40 ár á Akstovuni Mánadagin 1. desember var móttøka á Akstovuni í sam­ bandi við at Hans Ja­cob Stenberg hevði 40 ára starvs­ dag á stovninum. Nógv fólk vóru til mót­ tøkuna, har røður vórðu hild­nar av Jóhan Dahl lands­ stýrismanni, Jákupi Jacobsen stjóra á Akstovuni og Tórunn Miðberg fyri starvsfólkini á Akstovuni. Hans Jacob er ættaður úr Saltnesi. Hann fór sum 14 ára gamal til skips við Høganesi og var eisini í Grønlandi við Vesturhavinum Blíða. Eftir tað flutti hann Havn­ar og fekk lærupláss sum skriv­stovu­maður hjá Balslev & Co. á Eystari Bryggju. Eftir at hava arbeitt har í 7 ár var hann eitt ár á Bilasøluni Norrønu v/ Bein­ ar Vestergaard yviri við Strond. Tann 1. desember 1974 fekk hann starv á Bil­eftir­lit­ in­um, sum tá helt til undir Glaðs­heyggi. Í 1987 flutti Bileftirlitið niðan á Hoy­víks­ vegin og eitur í dag Akstovan. Hans Jacob er leiðari á Akfara­deild­ini sum umsitur akfaras­krá­seting, vegskatt og skrá­set­ingargjøld. VIT TAKKA HJARTALIGA FYRI ALLAN STUÐULIN Í SAMBANDI VIÐ BYGGINGINA AV NÝGGJA BLÁKROSSHEIMINUM Á NESI. Vit takka fyri: Hjartaliga takk – fíggjarligan stuðul – sjálvboði arbeiði – forbøn Hans Ja­cob Stenberg Myndirnar frá móttøkuni fyri Hans Ja­cob Stenberg tók Álvur Haraldsen