Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fullsett var á Reinsarínum Gjáramorgunin varð sangløtan, sum vanliga er týsmorgnar í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, flutt oman í nýum­vælda Reinsaríið í Tórsgøtu. Hetta gjørdist ein vælmøtt advents­løta, og tað var Hilmar Jan Hansen, sum á klaveri spældi fyri til hugna­liga felagssangin. Tilhaldið stóð aftan fyri væleydn­aða tiltakið, og sangløtan var almenn og var soleiðis ætlað bæði ungum sum gomlum. Reinsaríið var fullsett undir hugtak­andi adventsløtuni. Vit prenta nakrar myndir, sum mynda­ maður okkara tók týsmorgunin. Tilhaldið í Tórsgøtu ger eitt stórt arbeiði fyri tey eldru í høvuðsstaðnum.