Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnin lænir til íløgur Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2015. Millum tíðindini í henni eru, at kommunan ætlar at læna 41,5 mió. kr. til íløgur næsta ár. Fyri framman standa stórar byggiætlanir fyri fleiri 100 mió. kr., sum valla kunna gerast uttan mun­andi størri lán. Tí var tað natúrligt, tá fíggjarætlanin var til enda­ liga viðgerð í býráðnum, at meta um, hvar kommunan kann enda, um hon dúvar ov nógv upp á lán til eitt nú ætlaðu skúlabyggingina og havnarbyggingina í komandi árum. Læna 41,5 mio. kr. Íløgurnar eru í hesum upp­ skotinum settar til 163,5 mió kr. Tað er eitt munandi størri tal enn mælt varð til upprunaliga. Ein tann fyrsta upphæddin var 110 mió krónur. Síðani varð inn­tøkumetingin fyri árið hækkað við 12 milliónum og íløguupphæddin til 122 mió kr. Hetta tal eigur at svara nøkur­lunda til tað, sum komm­unan megnar at fram­ leiða eftir einum ári, tá tað gongst væl í hond. Við eini íløguætlan upp á 163,5 mió kr er sambært fíggj­ ar­ætlanini neyðugt at læna 41,5 milliónir, sum komm­unu­ skatturin ikki ork­ar at fíggja. Og sam­stund­is verða tey lán, sum vit hava upp á umleið 120 mió krón­ur, umfíggjað soleiðis, at av­drátt­ur ikki verður goldin næsta ár. Vit hava ikki tikið lán í fleiri ár, men heldur goldið lánsskuldina niður. Her fer vend at koma í næsta ár, og tað kann tykjast bakvent, tí ongi av teimum heilt stóru projektunum, sum liggja fyri framm­an, eru serliga væl um­ boðað á ætlanini hesa­ferð. Tú kanst sjálvur velja, hvat hetta nýggja lánið fer til. Eitt postulát kann vera, at tað fyri ein stóran part fer til at fíggja  bankakeypið. Tá avgerðin um keypið varð tikin, skuldu 37 milliónir fíggjast við sølu av bygningum.  So vítt vit vita, eru ikki meir enn smáar 5 milliónir komnar inn. Her er also ein munur upp á góðar 30 milliónir krónur.  Vónandi koma hesir pengarnir inn við húsasølu onkursvegna. Kunna nærkast lániloftinum Hinvegin so hava vit fyri stavn eina nýbygging av ein­ um skúla, sum í kostnaði fer at tátta í 400 milliónir krónur. Havi eg skilt signalini rætt, so setir samgongan sær ikki føri á at byggja hendan skúla uttan at taka allan kostn­ aðinum í láni eftir kanska trimum árum. Vit hava eisini fyri stavn eina útbygging av Tórs­havn­ ar havn, sum helst fer at kosta aðrar 400 milliónir krónur í láni. Eg kenni væl argu­ment­ ini um, at hetta fer ikki at tyngja sjálva kommununa, tí hetta fer at verða goldið aftur av inntøkunum hjá Tórs­havnar havn. Men øll hesi lán verða hongd um hálsin á Tórs­ havn­ar komm­unu so ella so. Saml­aðu lánini fara kanska, tá tey verða upp á tað mesta,  at liggja um einar 900 til 1000 milli­ónir krónur.  Verð­ ur tað veru­leikin, so fer eis­ ini Tórshavnar komm­una at renna høvdið í láni­loft­ ið og kemur í flokk við tær skuldartyngdu komm­un­ur­ nar. Tað er ongin ynskilig støða. Tað verður dýrt í rent­um,  sum annars kundu verið brúktar at gera gott við. Og i heila tikið halda vit, at kommunan skal vera varin við sínum átøkum og lántøkum, og vit duga ikki at síggja, at lántøkan, sum næsta ár stendur fyri durum, fer at gagna stórvegis. Kaninir úr hattinum Vit áttu at endavent hesi fíggjarætlanini eina ferð enn og vita, hvar vit kunna skarva tað burturav, sum líkist marglæti, og annars fingið gjørt eina gjølla lang­ tíðarætlan bæði fyri rakstur og íløgur, so vit ikki risikera at detta heilt á halan um skamma stund. Bara tað, at vit skula taka lán næsta ár uttan tey heilt stóru projektini á breddanum er eitt vandatekin. Tað tykist ikki vera mark fyri, hvørjar kostnaðarmiklar kaninir verða hálaðar upp úr gyklarahattinum  og sendar í eystur og vestur í Havn.  Summir borgarar taka hetta við miklari stúran og aðrir við sunnari undran og trúgva ongum, fyrrenn tey síggja tað. Onnur byggja í huganum stórar vónir og væntanir til kaninirnar, men detta niður aftur á langlegg, tí kaninirnar hvørva sum døgg fyri sól – ein fyri og onnur eftir.  Skulu tær gerast veruleiki, so má lán takast, og oman á alt verður gjarað út við at lækka prosentið í 2016. Skilji tað, hvør ið skilja kann! kjak Ósakligir pástandir frá Vinnuhúsinum Heðin Mortensen borgarstjóri   Tað er ongin, sum hevur skapt so góðar karmar fyri føroysku vinnuna, sum akkurát Tórshavnar komm­ una. Vit hava hildið rimmar­ fast um bara at bjóða øll ar­beiði út til føroyskar fyri­ tøkur. Tað er alla æru vert, at Vinnuhúsið við sínum reglu­ ligu tíðindaskrivum mána­ morgnar roynir at ríka og lyfta almenna kjak­ið í Før­ oyum. Men hevur Vinnu­hús­ ið einki væl grundað sjónar­ mið at føra fram, hevði helst verið betri fyri bæði kjakið og Vinnuhúsið, at lopið ein mánamorgun um, sum tíð­ indaskrivið 1. desember er dømi um. Tað er ikki við mýk­ind­um, at Vinnuhúsið, við nevnd­ar­ formanninum Berguri Poul­ sen á odda, langar út eftir kommununi í miðlunum. Kommunan tolir væl, at bæði virksemi og peninganýtsla verða viðmerkt og kritiserað, men kommunan ger sum almennur myndugleiki sítt ítasta fyri at kunningin, sum fer út frá kommununi, er saklig, røtt og grundgivin – og eg hevði hildið, at hetta eisini er tað minsta, vit kunnu vænta av einum so breitt fevnandi samtaki sum Vinnuhúsinum.   Einki við kommunu­ skattin at gera Vinnuhúsið hartar komm­ un­una fyri at spæla, at hon er ein fyritøka, og nevnir nøkur dømi um hetta. Tað eina dømið er umvælingin av Saltsølubygninginum, Sjó­vinnu­húsinum, sum Vinnu­húsið sigur trokar að­ rar vinnuútleigarar av mark­ naðinum, og at tað tí nærum er ógjørligt hjá privatum at leiga út í dag. Til hetta er at siga, at arbeiðið við Sjóvinnu­hús­ inum er júst byrjað, so tað ávirkar neyvan hugin at leiga frá privatum fyritøkum í dag – tvørturímóti eru tey flestu leigumálini, sum hava verið í bygninginum, í dag í øðrum bygningum hjá privatum út­ leigarum.   Sjóvinnuhúsið er annars ein roynd at fáa nakað meira enn vanligt útleiguvirksemi burtur úr avlopsplássinum, sum kommunan sjálv ikki nýtir. Ætlanin er at gera Vestaru bryggju til ein depil fyri menning, gransking og vinnu. Ætlanin er at skapa eitt umhvørvi, sum kann trekkja til sín og skapa nýtt virksemi, sum enn ikki er til her í landinum. Ætlanin, sum av Vinnu­ hús­inum verður skírd ópro­ duktiv, byrjaði saman við vinnuni á staðnum og verð­ ur karmur um bæði alment, kommunalt og privat virk­ semi. Sjóvinnuhúsið verð­ur ikki fíggjað av skatta­krón­ um. Ikki at umvælt salt­sølu­ bygningin hevði tí ikki givið nakran skattalætta, soleiðis sum greinin annars tykist at geva fatan av. Hitt dømið, sum Vinnu­ húsið nevnir, eru stóru íløg­ urnar, Tórshavnar Kommuna hevur gjørt í bygningar í mið­býnum í Havn, og sum sambært teimum ikki bara eru ætlaðar til at hýsa komm­ unalum virksemi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnuligar útbjóðarar. Hvørjar bygningar, Vinnu­ húsið her sipar til, veit eg ikki. Einastu bygningar, sum kommunan eigur og leig­ar út í miðbýnum, eru nøk­ur sera smá handilshøli, sum fyri tað mesta hýsa smá­um heimavirkisfeløgum ella hjálparfelagsskapum við trimum undantøkum: Glimm­ ur, Guðrun og Guðrun og Tutl, sum øll gjalda húsaleigu eftir marknaðartreytum.   Sakni kompetenta kapping Tórshavnar kommuna hev­ ur eitt hitt lægsta skatta­ prosentið í landinum, hóast kommunan hevur megnað at sett í verk fleiri stórar verkætlanir seinastu árini – allar bjóðaðar út í Føroyum til føroyskar arbeiðstakarar. Um tað er at søpla peng­ ar hjá fólki burtur, veldst sjálvandi um, hvussu vit venda tí. Men kanska Vinnu­ húsið skuldi vent kik­aranum meira inneftir og hugt eftir, hvat verandi kartel­líkn­andi støða á flest øllum vinnu­ greinum ger við prísin á teim­um vørum og tænastum, vit fáa. Kanska ein meira kom­petent kapping kundi gjørt tað møguligt at lækka skattin.   Í grannalondum okkara byggja vinnufyritøkur bí­lig­ ar íbúðir til privata út­leig­ an. Tað riggar oftast væl, er bíligt, væl skipað og trygt. Tað sama kunnu vit tíverri ikki siga í Føroyum. Tí er arbeiðið hjá Bústøðum kær­ komið, og onki løgið er í, um fólk í hópatali sita og bíða eftir eini góðari íbúð, um alternativini eru ein vátur kjallari ella eini sethús, sum føroyska vinnan ikki megnar at byggja fyri ein prís, sum tvær meðalinntøkur orka at gjalda.  At enda sóknist eg eftir okkara góðu vinum. Hvar eru entreprenørarnir, vit hava hjúklað um og vart móti útlendskari kapping í mong ár? Eru teir samdir við Ar­beiðsgevarafelagnum og Vinnu­húsinum í hesum úttalils­um? Um so er, so eiga vit at fáa tað at vita sum skjótast, tí so handla vit hareftir.   02. desember 2014 um er steðgaður upp, og at keyparar bíða eftir íbúð­ unum, sum Bústaðir byggir. Stóru íløgurnar, sum Tórs­havnar Kommuna í fleiri umførum hevur gjørt í bygningar í miðbýnum í Havn, eru ikki einans ætl­ aðar til at hýsa egnum virk­ semi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnu­ligar útbjóðarar. Eitt annað dømi er íløgan fyri út við 100 milliónir í tús­undtals fermetrar, sum Tórs­havnar Kommuna ger í Sjóvinnuhúsið á havna­ lag­num, við tí endamálið at leiga út til vinnufyritøkur og møguliga onnur við. Úrslitið av hesum er, at tey, sum fáast við vinnuligt virksemi innan fastogn og útleigan av hesi, halda seg aftur við at gera íløgur, tí tey fáa ikki leigað tað út, sum í forvegin er tøkt. Føroya Arbeiðs­gevara­ fe­lag heldur, at hetta eru góð dømi um, hvussu pen­ ingur verður brúktur á ein sera óproduktivan hátt. Kommunur og almennir stovnar eiga verða somikið at sær komin, at skilt verð­ ur ímillum, hvørji teirra ar­beiðsøki eru, og meira umráðandi, hvørji tey ikki eru. Talan er um borgarans skattapening, ið ikki kemur til sín besta rætt, og skuldi tí ongantíð verið kravdur inn. Uppáhaldið um, at tað ikki er fíggjarligt rúm til at lækka skattin, gerst alsamt truplari at trúgva, tá ið tað gongur sjón fyri søgn, hvat skattapeningurin verður nýttur til.