Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Sterkir menn: Tróndur Arge Tað er sæð fyrr. Landsdystur í styrki millum sterkastu menn­inar úr tveimum tjóð­ um. Hesa ferð er tó ein broyt­ing í skránni. Eitt er at Bogi Hammer er givin og eri ikki við longur, Hitt er at kappingin er skipað sum ein par kapping, har báðir lut­ tak­arnir skulu gjøgnum­føra greinarnar í felag. Hetta gevur kappingini ein nýggjan kant, sum kann gera at okkara fáa fótin undir Mikkel Leicht og Nicolai Hansen. Teir hava annars verið sannførandi, tá teir hava verið til einstaklinga styrki­landsdystir í Føroyum. – Eg tori einki at lova, men um vit hava ein góðan dag, so ber tað til, sigur Jákup Súni Berg, sum ásannar at Dan­ mark er favorittur undan styrki­landsdystrinum um vikuskiftið. Samarbeiða væl 34 ára gamli Jákup Súni Berg hevur verið í fleiri lands­ dystum við Boga Hammer, sum eftir FM í fjør valdi at gev­ast við at kappast í styrki. Til tað kappingina koma 26 ára gamli Bjarni Nielsen undan skugganum hjá Jákup Súna og Bogi, tá hann tók tey flestu á bóli og vann kappingina. Til hend­ an lands­dystin er tað Bjarni og Berg, sum saman skulu koppa favorittunum úr Dan­ mark. – Eg haldi vit arbeiða væl saman. Til hesa kappingina er nógv fokus á greb og har eru vit líkir, sigur Bjarni Nielsen og vísur millum ann­ að til greinina, tá teir í felag skulu halda tveimum bilum, sum standa í mót­brekku. Um­framt tað, so skulu teir eis­ini í felag hála eina bil í 3. gear. Tá kappingin er skipað á hendan hátt, so er tað líka mikið hvussu sterkur tað sterkasti er. Tí liðið er ikki sterkari enn tann veikasti. – Tað er sum við ketuni, ið ikki er sterkari enn veikasta liðið. Í hesum førum ber ikki til at gera nakað einsamallur. Tí eru vit ikki sterkari enn veikasta liðið í ketuni, sigur Jákup Súni Berg. Til hesa kappingina er eisini neyðugt at tosa saman, meðan teir eru mitt í eini grein. Tað tykist ikki verða ein trupulleiki, tí teir eru báð­ir sannførdir um, at tann part­in skulu teir nokk klára. Væl fyrireikaðir Bæði Bjarni og Jákup Súni siga at teir eru væl fyri til kappingina. Bjarni Nielsen er verandi FM vinnari og hev­ur fyrr í ár luttikið í al­ tjóða styrkikapping í Litava. Bjarni hevur sett út í kort­ini, at hann komandi árini fer at satsa alt upp á at røkka al­ tjóða tindunum í sterk­mans­ kapp­ingum. Hann venur mál­rættað móti sínum málið, men enn er hann í menning. – Eg eri so væl fyri, sum eg kann verða í løtuni, sigur Bjarni Nielsen, sum tó verður noyddur at taka frí til at venja, tí fultíðaryrki verður hetta helst ongantíð í longri tíð. – Tað eru ikki so nógvir pengar í sterk­mans­kapp­ing­ um, so eg má arbeiða við síð­ una av, sigur Bjarni Nielsen, sum brúkar døgurðasteðgin at koma í hølini á Hjalla fyri at tosa við Sosialin. Jákup Súni Berg hevur í eina tíð verið plágaður av skað­um. Tað var í landsdysti móti Danmark, at hann fyri nøkrum árum síðani meiddi sær annan fótin so illa, at hann ikki var í kapping í longri tíð. Nú hevur hann í eina tíð verið frískur og lut­ tók millum annað í FM farna ár. – Jú, eg haldi eg eri so væl fyri sum eg kann verða, sigur Jákup Súni, ið tó er varin tá tað kemur til at meta møgu­ leikar móti danska parinum Mikkel Leicht og Nicolai Hansen. – Eg havi eftirhondini lært ikki at taka munnin ov full­an. Eg tori einki at lova, men um vit hava ein góða dag, so ber tað til at vinna, sigur Jákup Súni, ið leggur aftur­at at teir hava at leggja alla orku í at vinna. Bjarni Nielsen vísir fót­ boltin, tá Føroyar spæla fyri at seta tingini í perspektiv. – Tað er sum við fót­bólt­ inum. Vit eru ikki favo­rittar, men tað ber til, sigur Bjarni Nielsen, ið somu­leiðis lova at leggja alla orku í styrki­lands­ dystin leygar­dagin. trondur@sosialurin.fo Leygardagin er aftur styrkilandsdystur millum Føroyar og Danmark, tá tveir av okkara sterkastu monnum, Jákup Súni Berg og Bjarni Nielsen, skulu takast við tveir teir sterkastu menninar úr Danmark í par styrkilandsdysti Øðrvísi styrki­ lands­ dystur