hósdagur 4. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hatta er føroyskur politikk
ur, tá ið hann er ringastur!
Tað er skoðsmálið, Jógvan
Páll Lassen, løgfrøðingur,
gevur løgtinginum, eftir at
tað í fyrradagin samtykti at
forða fyri, at Sea Shepherd,
og aðrir felagsskapir av sama
slagi, at koma til Føroyar við
tí endamáli at leggja seg út í
lógligt virksemi her á landi.
Bara tað at felagsskapir
hótta við at leggja seg út í
lógligt virksemi, skal vera
nóg mikið til at forða teimum
at koma higar.
Somuleiðis skal tað eisini
vera ólógligt at flyta útgerð
til Føroya, sum skal brúkast
til at forða fyri lógligum virk
semi í Føroyum.
Ein glantrileikur
Jógvan Páll Lassen, sum
var verji hjá teimum Sea
Shepherd fólkunum, sum
vórðu handtikin í Føroyum
og førd fyri rættin, heldur, at
tað, sum fór fram í løgting
inum mukudagin, var ein
glantrileikur.
– Hatta vóru tær beru
lótir. Hatta var ein ókeypis
samtykt, tí løgtingið segði
einki um, hvat skal gerast.
– Hatta er sovorðið, løg
tingið ger í ómegd, sigur
hann.
– Løgtingið kundi akkurát
tað sama samtykt, at hereftir
skal pávin í Róm skal eita
Høgni Hoydal, leggur hann
speiskliga afturat.
– Hatta fær ongar avleið
ingar av nøkrum slagi, tí Løg
tingið hevur ikki sett nakra
lóg í gildi. Hatta er bara ein
staðfesting fyri at kasta
torvmold í eyguni á fólki. At
vera ímóti Sea Shepherd er
vælumtókt ímillum fólk, og
so spælir løgtingið við.
Hann heldur, at tey í
Sea Shepherd hava dugað
ómetaliga væl at provokerað
føroyingar, og at málið nú er
tikið upp í løgtinginum er
kanska enn eitt úrslit av tí.
– Vit geva teimum alt ov
nógva rúmd í Føroyum, og tey
fylla alt ov nógv í almenna
kjakinum. Vit eru ósamd við
tey um grindadráp, men vit
eru nokk ósamd við so nógv
um so nógv ymiskt. Men
kortini lata vit Sea Shepherd
provokera okkum eitt sindur
óneyðugt.
Jógvan Páll Lassen held
ur, at tey hava dugað serstak
liga væl at fáa sinnið í kók í
føroyingum, og at vit hava
bitið á.
Vandamikil kós
Jógvan Páll Lassen sigur, at
øðrumegin hevur hann hug
at flenna at hesum. Men
hinvegin dugir hann eisini
at síggja, at hetta kann vera
byrjanin til ein ógvuliga
vandamikla kós, sum setir
okkara fólkaræði í vanda.
Løgtingið hevur samtykt,
at landsstýrið skal arbeiða
við málinum og smíða eina
lóg, sum forðar fyri slíkum
virksemi í Føroyum, og løg
frøðingurin heldur, at nú
veldst um, hvat landsstýrið
leggur á borðið.
– Men hetta kann geva
okkum ein fólkaræðisligan
trupulleika, staðfestir løg
frøðingurin.
– Tað er ein fólkaræðiligur
trupulleiki, tá ið vit nú fara
at býta fólk sundur í ávísar
bólkar, har summir bólkar
ikki skulu sleppa inn í landið.
– Er hetta tann fyrsta
skriðan, sum er lopin, hvat
verður so tað næsta, spyr
Jógvan Páll Lassen.
– Nú er handan hurðin
latin upp, men verður tað
næsta stigið, at vit eisini
skulu banna samkyndum,
gudloysingum ella øðrum
bólkum at koma til Føroya?
– Nú er kósin er sett, og
hon kann vísa seg at vera
vandamikil
fyri
okkara
fólkaræði og er eitt skot fyri
bógvin á tí tolsama samfelag
num, leggur hann afturat.
– Vit kunnu koma í eina
støðu, har vit verða saman
borin við lond, vit ikki vilja
verða samanborin við.
– Tað er alíð vandamikið,
tá ið vit krevja, at fólk skulu
BANNA SEA SHEPHERD
Duga øgiliga
væl at
provokera
føroyingar
Tað, sum hendi mikudagin, vóru tær beru lótir, men tað
kann verða byrjanin til eina vandamikla kós
Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur
Ræðandi
– Skulu vit nokta ávísum bólkum at koma til landið,
er tað ein vandakós, sigur Jógvan Páll Lassen, nú
løgtingið hevur samtykt, at gera tað ólógligt hjá Sea
Shepherd, og øðrum felagsskapum av sama slagi, at
sleppa til Føroyar at forða fyri at vit drepa grind