hósdagur 4. desember 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hava ávísar meiningar fyri at
kunna sleppa inn í landið.
Jógvan Páll Lassen hevur
eisini hug at venda tí hin
vegin.
– Hvat høvdu føroyingar
sagt, hevði okkurt land bann
að føroyingum at koma til
landið, tí at vit drepa grind,
spyr hann.
– Tað høvdu vit uttan
iva tikið ógvuliga illani upp,
leggur hann afturat.
Forðar neyvan nøkrum
Annars ivast Jógvan Páll
Lassen í, um tað yvirhøvur
ber til at forða fyri virk
seminum hjá Sea Shepherd
og øðrum felagsskapum í
Føroyum.
– Eg veit ikki, hvussu
ætlanin er at forða fyri, at
Sea Shepherd skal koma til
Føroyar at leggja seg út í
grindadráp.
– Skulu fólk, sum koma
til landið, skriva undir eina
váttan uppá, at tey lova at
halda landsins lógir?
Løgfrøðingurin heldur, at
fólk, sum ætla at bróta lands
ins lóg, fara neyvan at boða
frá tí frammanundan.
– Hetta forðar ikki fyri,
at fólk koma til Føroya sum
vanlig ferðafólk. Og hetta
forðar teimum heldur ikki at
savnast, tá ið grind er og at
leggja upp ímillum.
– Verður tað forboðið hjá
ávísum bólkum at koma til
Føroyar, koma tey bara higar
upp á onkran annan máta,
sum ikki er forboðin, eisini tá
ið ætlanin at steðga grinda
drápi, verri enn so er tað ikki.
Útlendingar
hava sama rætt
Jógvan Páll Lassen heldur,
at hetta er alt spurningar,
vit eiga at lata løgregluna
handfara.
– Føroyingar vilja sleppa
at drepa grind. Tey í Sea
Shepherd eru ósamd í hesum
og vilja forða okkum at drepa
grind.
– So mugu vit taka tað
haðani frá. Bróta tey lógina,
er tað ein spurningur, løg
reglan tekur sær av. Tað er
við hesum sum við øllum
øðrum lógarbrotum, at tað
er løgreglan, sum tekur sær
av tí.
– Og tað er mannagongd
in, vit eiga at halda fast um
í okkara fólkaræði. Vit hava
nógvar royndir av, hvussu
illa forboð roynist, so tað er
ikki vegurin at fara. Skulu
vit nokta ávísum bólkum at
koma til landið, er tað ein
vandakós, sigur Jógvan Páll
Lassen.
– Vit hava ein rættiliga
grundfestan fólkaræðiligan
rætt at vera ósamd og at
mótmæla tí, vit eru ósamd
um. Og tann rætturin er ikki
bara fyri føroyingar, hann er
galdandi fyri øll, sum eru her
á landi, eisini útlendingar.
Hinvegin heldur Jógvan
Páll Lassen ikki, at hetta
kann samanberast við yvir
gangslógirnar, tey hava aðra
staðni.
– Har er veruligir vandi
á ferð. Hetta er meiri ein
spurningur
um
hugburð.
Hetta er ein spurningur um
at at nokta fólki, sum ikki
hava ta røttu meiningina, at
koma til Føroyar, og tað haldi
eg ikki kann samanberast,
heldur hann
– Men fyri tað er hug
burðurin í løgtinginum eitt
sindur ræðandi, leggur hann
afturat.
Hinvegin ivast Jógvan
Páll Lassen í, um landsstýrið
kann gera nakað við hetta
málið yvirhøvur.
– Vit eru á ferð inn í tað
revsirættariliga økið, og tað
er ein spurningur, hvønn
myndugleika vit hava.
– Harafturat er atkoman
til Føroya ein spurningur
um útlendingamál, og tey
eru ikki yvirtikin. So tað
verður rættiliga torført hjá
landsstýrinum at gera nakað
við málið, sigur Jógvan Páll
Lassen.
aki@sosialurin.fo
BANNA SEA SHEPHERD
Hetta hevur løgtingið samtykt
Løgtingið heitir á landsstýrið um skjótast møguligt og í seinasta lagi 1. mai
2015 at leggja fram neyðugar lógarbroytingar soleiðis, at skipast kann ein
verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri
felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella
hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna
fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum. Hartil heitir Løgtingið á landsstýrið
um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing, hvussu tryggjast kann ein støðug
upplýsing mótvegis altjóða samfelagnum um avleiðingarnar av ólógliga virk
seminum og grundgevingarnar fyri átøkunum hjá føroysku myndugleikunum.
Uppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri, átta atkvøðum ímóti og ein atkvøða var blonk
Hetta er tað, løgtingið hevur samtykt í sambandi við
royndirnar at forða sonevndum umhvørvisfelags
skapum at leggja seg út í grindadráp í Føroyum
Fólk, sum ætla at bróta
landsins lóg, fara neyvan at
boða frá tí frammanundan
Jógvan Páll Lassen
Myndir: Álvur Haraldsen