Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Árni Gregersen Fiskimálaráðið gjørdi onki skeivt, tá ið ráðið noktaði at lata felagnum “Sjófeli” at fáa lut í makrelkvotuni í 2012. Tað staðfestir Føroya rættur í dag í einum dómi í rætt­ar­málinum, sum parta­ felagið Líraberg reisti móti fiskimálaráðnum. Rætturin sigur heilt stutt: “ Thi Kendes for Ret: Sagsøgte Fiskimálaráðið frifindes. Sagsøgerne P/F Líraberg og mandskabet c/o P/F Líra­ berg skal inden 14 dage til Fiskimálaráðið betale 75.000 kr. i sagsomkostninger.” Líraberg og manningin á Líraberg løgdu sak móti fiskimálaráðnum og kravdu hvør 375.000 krónur í endur­ gjaldi, tí Sjófeli ikki fekk part í kvotuni. Felagið, sum søkti fyri góðar 100 útróðrarbátar, vildi hava 15 prosent av kvotuni fyri 2012 – svarandi til 22.500 tons av makreli. Rætturin ger vart við, at felagið sum søkti um kvotu, ikki átti nakað fiskifar og tí hevði fiskimálaráðið fullan rætt at nokta felagnum part av kvotuni. Lógin Føroya rættur hevur hugt eft­ ir lógini um vinnuligan fiski­ skap og sigur, at grein 5 stk.4 greitt sigur, at onginheimild er at lata kvotu til eitt felag, sum ongi skip ella bátar eiga. Rætturin sigur eisini, at ongastaðni verður víst á, at fiskimálaráðið í øðrum før­ um hevur latið kvotur út til feløg, sum onki fiskifar hava. Tí er ongin grund til, at ráðið ikki skal halda seg til grein 5 í lógini um vinnuligan fiski­ skap. Saksøkjararnir førdu fram, at talan var um eitt áhugafelag, men tað met­ir rætturin ikki broytir støð­ una. Líraberg fekk kvotu Rætturin viðmerkir eisini, at báturin Líraberg fekk part av kvotuni í 2012. 23. juli fekk Líraberg at vita, at teir kundu fiska 300 tons av einari samlaðari kvotu uppá 3000 tons. Líra­berg fiskaði ikki av kvotuni, men rætturin held­ ur ikki, at tað kann leggjast fiskimálaráðnum til last, at Líraberg ikki fiskaði kvotuna, tí Líraberg fekk kvotaqloyvi samstundis, sum onnur skip og bátar, sum fór eftir makrel­inum. Í rættinum segði Óli Ja­ cob­sen, stjóri í Líraberg, at taðhevði verið vitleyst at keypt útgerð til at fiska 300 tons av makreli, tá ið felagið onga hóming hevði av um teir fingu nakað ella onki av kvotuni í 2013. Men hetta sjónvarmið verður als ikki tikið við í dóm­inum. Tekur ikki støðu Fiskimálaráðið er frífunnið í øllum pástandunum frá Líra­berg, men rætturin ger vart við, at hann ikki hev­ur tikið støðu til heim­ ildar­grundarlagið hjá fiski­ málaráðnum, hóast hetta var ein stórur partur av pá­ standunum hjá Líraberg. Rætturin hevur hinvegin fylt pástandinum hjá fiski­ mála­ráðnum um, at tað ikki ber til at taka støðu til heim­ ild­irnar í hesum dóminum, tí tað hevði ikki borið til at kært málið um heimildir, um tað bert var viðgjørt í præ­ missunum til dómin. Rætturin sigur eisini, at fyri at døma í málinum, er heldur ikki neyðugt at taka støðu til um heimildirnar vóru í lagi. Líraberg tapti móti fiskimálaráðnum Sjálvt um spurningurin um heimildirnar til kunngerðirnar um makrel vóru frammarlaga í sakarmálinum, so tekur rætturin ikki støðu til tær, men fríkennir fiskimálaráðið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum: Eg væntaði ein slíkan dóm. Árni Gregersen Hóast blekkið neyvan er turt í dóminum, so er Óli Jacobsen og hansara ráð­ gevarar longu í ferð við at greina dómin, sum Føroya rættur segði hósdagin í sakar­málinum hjá Líraberg móti fiskimálaráðnum. – Vit hava als ikki slept málinum. Fyribils greina vit dómin, men tað sær út til sum rætturin als ikki hevur tikið støðu til ein stóran part av okkara pástandum, sigur Óli Jacobsen, stjóri í Líraberg. Eitt av tí, sum Føroya rættur ikki hevur tikið støðu um heimildirnar, sum makrelkunngerðirnar eru gjørdar við, eru nóg góð­ar í einum slíkum dómi, tí so verður tað bert í præ­ missunum og tað kann ikki kærast. Óli Jacobsen sigurm, at hetta er in týðandi partur í sakarmálinum. Tí sita teir nú og lesa og royna at finna fram til, hvat nú skal henda í málinum. Ikki bilsin Í fiskimálaráðnum eru tey sjálvandi væl nøgd við, at ráðið er fríkent í málinum. – Tað stendur enntá, at fiskimálaráðið verður frí­ kent í øllum pástandum í sakarmálinum, sigur lands­stýrismaðurin við fiski­vinnumálum, Jacob Vester­gaard. – Hinvegin vil eisini siga, at dómurin als ikki kemur óvart á meg. Eg hevði vænt­ að, at hann fór at verða nak­að soleiðis, sigur Jacob Vestergaard- Hann sigur eisini, at fiski­ málaráðið gjørdi vart við í rættinum, at spurningurin um heimildirnar ikki kunnu viðgerast í hesum mál­in­um. – Tað hevur dómarin eis­ ini fylgt, sigur lands­stýris­ maðurin. Makrelurin Sakarmálið snúði seg um, hvør hevur rætt til at veiða makrelin og eftir hvørjum treytum loyvini verða latin. Eitt felag royndi at fáa part í kvotuni, men fekk onki, tí tað ikki hevði nakað skip. – Høvdu vit vita í febuar – sum aðrir – at tað var neyðugt, so høvdu vit sjálv­ andi havt fingið okkum eitt skip til vega. Men vit vistu ikki, at tað var ein treyt, sigur Óli Jacobsen. Saksøkjararnir greina nú dómin og meta um, um teir skulu kæra ella møguliga leggja nýggja sak. Óli Jacobsen: Vit hava als ikki slept málinum Líraberg arbeiðir víðari við málinum – landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ikki bilsin av dóminum – Vit hava als ikki slept málinum, sigur Óli Jacobsen, stjóri í Líraberg. Líraberg