hósdagur 4. desember 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bye bye Sea Shepherd
Hanus Samró
løgtingsmaður fyri
fólkaflokkin
Løgtingið samtykti í dag
uppskot til samtyktar um at
fyribyrgja fráboðaðum ólóg
ligum virksemi í Føroyum.
Hetta er tað sokallaða Sea
Shepherd málið, har lagt
verður upp til, at umboð
fyri felagsskapir og útgerð
teirra, ið hava sum fráboðað
endamál at fremja ólógligt
virksemi ella at hótta lóglig
rættindi í Føroyum, kunnu
koma til landið.
Summarið 2014
Í summar hendi ta óhepna,
at fleiri føroyingar kendu seg
sum trælir í egnum landi, tí
fleiri– serliga eldri fólk uttan
fyri Havnina – tordu ikki
at fara út, tí tey ræddust
umhvørvisfelagsskapin. Ser
liga vóru tað svørtu hettu
troyggjurnar við provoker
andi deydningahøvdunum
á bringuni, ið elvdi til miklan
ótta. Viðhvørt tytktist tað
enntá, sum Føroyar vóru
hertiknar, tí Sea Shepherd
stóðu og hildu vakt við hvønn
fjørð og hvørja hvalvág, og tá
tað umsíðir eydnaðist okkum
at reka grindina á land,
brutu
ófrættakropparnir
lógina. Tíbetur spældi alt
væl av, tí sjálvt um tað vóru
nakrar óhepnar hending
ar, har føroyingar og Sea
Shepherd
brustu
saman,
kundi tað verið nógv verri, tí
ófrættakropparnir høvdu ein
so aggressivan og vanvirðis
ligan atburð, at føroyingar
hava stórt rós uppiborið, at
teir ikki ikki lupu framav.
Prinsipp
Rætturin at mótmæla er
kjarnin í samfelagnum. Tað
er tað, sum er hornasteinurin
undir einum nútímans sam
felagi. Tá tað er sagt, er tað
ein rættur, sum vit skulu
virða og fara væl um, tí rætt
urin at mótmæla kann mis
brúkast. Tað er tað, sum vit
sóu við Sea Shepherd. Teir
misbrúktu okkara fólkaræði.
Teir vildu ikki mótmæla, men
manipuleraðu.
Teir
vildu
ikki steðga grindadrápi, men
skaða okkara umdømi.
Sea Shepherd
í framtíðini
Hetta var uppskot til sam
tyktar, har løgtingið heitti á
landsstýrið um at gera eina
lóg, ið fyribyrgir, at felags
skapir sum Sea Shepherd
(og aðrir ræðslufelagsskapir),
sum hava til endamáls at
skaða og oyðileggja føroyska
samfelagið, at koma til landið.
Ætlanin hjá Sea Shepherd er
ikki at steðga grindadrápi,
men at reingja sannleikan, so
at fólk halda fram við at geva
felagsskapinum pengar –
uppá bekostning av føroyska
samfelagnum.
Tað er nakað, sum vit
mugu fyribyrgja, tí um vit
ikki steðga teimum nú, halda
teir fram við at oyðileggja
føroyska samfelagið.
Tí samtyktu vit lógina!
kjak
Vit fara í gongd, tí vinnan hevur tørv á tí
Sjúrður Olsen
form. í vinnunevnd
Tórshavnar býráðs
Tað er ein orsøk til, at Tórs
havnar havn hevur ta stødd,
hon hevur. Tórshavnar havn
veitir tær tænastur, sum tørv
ur er á. Tí at vinnan ynskir
tað. Og tørvurin økist.
Júst tað, at Tórshavnar
havn hevur ta stødd, hon
hevur, hevur beinleiðis ávirk
að, at havnin hevur kunnað
avskipað bingjur og trailarar
sera skjótt og smidliga, so tær
fyritøkur, sum selja fiskin
- tær flestu liggja uttanfyri
Havnina - kunnu fáa bestu
tænastu og besta prísin.
Útbyggingin, ið nú má
gerast fyri at nøkta vaksandi
tørvin, er ein neyðug menn
ing, fyri at vit kunnu bjóða
hesa tænastu til tær fyri
tøkur, sum flyta inn, og til
tær, sum selja vørur.
Innflutta vøran verður
nógv dýrari, um øll vøran
skal uppskipast t.d. á Skála
fjørðinum, tí helst meira enn
70-80% av vøruni skal tá
uppskipast og avgreiðast har
og síðan koyrast til Havnar.
Tað er tann øvugta verð, førir
stóran kostnað við sær og er
ein umhvørvislig skandala.
Fyriliggjandi
prosjekt
hevur øll loyvi, og vit eiga
sum skjótast at fara undir
útbyggingina. Bíða vit ella
broyta vit projektið, so skulu
nýggjar kanningar gerast, so
kostar tað nógvar miljónir
og tekur kanska fleiri ár,
áðrenn vit sleppa í gongd.
Og tað verður ein skandala
fyri Tórshavnar havn sum
arbeiðspláss fyri hundraðtals
fólk, tí menningin hjá vinn
uni steðgar.
Kjakið um Skansan hev
ur lítið høpi verið í. Tað
stutta av tí langa verður, at
Skansin verður eitt trivn
aðarstað burturav og nógv
áhugaverdari
aftaná
út
byggingina. Innara havnin
og bátahylurin á Argjum
verða nógv betri enn nú, tá
vart verður fyri aldu/streymi
og veðri annars.
Eftirspurningurin er stór
ur og tørvurin er nú - tað
vil siga, at loysnirnar ikki
mugu útsetast, tí so leitar
vinnan aðrastaðni. Við ætl
aðu loysnini kunnu vit av
greiða øll ferðamanna- og
bingjuskip, kundarnir kunnu
fáa goymslupláss til alla vøru,
eisini frystigóðs, og Norrøna
kann avgreiðast trygt og væl,
samstundis sum ferðslan
verður løgd útum miðbýin.
Persónliga ivist eg ikki í, at
flestu borgarar í kommununi
taka undir við hesi alneyðugu
íløgu fyri at framtíðartryggja
okkara havnarlag og okkara
arbeiðspláss. Tí mugu vit
ikki lata okkum kúga av hes
um ágangi. Hetta eru bara
ræðumyndir, tí talan er um
eitt fantastiskt prosjekt.
Ja eg veit at hettar verður
eitt dýrt prosjekt,men al
ternativi at lata vera er nógv
dýrari !!
Eg ætli mær ikki at seta
naka yvir stýr fíggjarliga, men
eg vil fremja langsiktaðan
framburð fyri Tórshavnar
Kommunu.
Loksins kom hon
– loftbrúgvin
Helena Dam
á Neystabø
forkvinna í mentanar
nevnd Tórshavnar Býráðs
Í øllum orðaskifti um ment
anarpolitikk og mentana
rálitum hevur tað verið ein
afturvendandi staðfesting,
at farleiðin úr Føroyum og út
í heim er ein trupulleiki, um
tónleikarum og listafólki skal
vera lív lagað sum útinnandi
listafólk. Tað er snøgt sagt
dýrt at umboða Føroyar utt
anlands og at búgva í Før
oyum.
Nógvar ymiskar skipanir
hava verið skotnar upp. Men
ongantíð hevur tað eydnast
at finna semju og fígging.
Eg havi nú sitið smá tvey
ár sum forkvinna í ment
anarnevnd
Tórshavnar
Kommunu, og eg haldi at
vit skulu fegnast saman við
hinum stigtakarum: Norð
urlandahúsinum,
Menta
málaráðnum og Atlantic Air
ways, at ein royndarskipan
við loftbrúgv úr Føroyum
nú verður sett í verk. Ein
royndarskipan sum kann
tryggja listafólki ein rímilig
an ferðaseðlaprís við flogfari
úr Føroyum. Í øllum førum
nakrar ferðir um árið.
Eg eri ómetaliga spent
at vita, hvussu hetta fer
at roynast, og at eftirmeta
skipanina um eitt ár. Og vóni
at enn fleiri íleggjarar fara at
verða við í framtíðini.
Í grundini hevði tað uttan
iva minkað munandi um
fólkafráflyting úr Føroyum,
um ferðaseðlaprísirnir lækk
aðu generelt.
Mentanarpolitikkur sum
munar í Tórshavnar Komm
unu
Tað verður rikin ein virk
in mentanarpolitikkur í Tórs
havnar Kommunu, har vit á
hvørjum ári játta rættiliga
góðan stuðul til útinnandi
listafólk, tónleikarar, menta
fólk og til ítróttin.
Á fíggjarætlanini fyri 2015
hava vit játtað kr. 6.565.000
til sjónleik, tónleik, myndlist,
filmslist, mentan, bókmentir
og ítrótt. Í 2014 til omanfyri
150
ymiskar
verkætlanir,
sum hvør á sín hátt hava
lagt afturat samlaða lista- og
mentanarvarða okkara.
Nógvar umsóknir
um ferðastuðul
Ein afturvendandi táttur í
umsóknunum um stuðul til
mentan og list, er umsókn um
stuðul til ferðaútreiðslur.
Nú
hevur
Mentanar
nevndin
hjá
Tórshavnar
Kommunu avgjørt at játta
250.000 kr sum sítt íkast til
ferðabrúnna. Í Norðurlanda
húsinum kl. 16 í dag verður
tað avdúkað, hvussu skip
anin ítøkiliga fer at virka. og
vónandi er hetta spírin til enn
meira samstarv, har aðrar
kommunur, stjórnaráð og
stuðlar annars koma aftrat
skipanini við loftbrúnni.
Henda avgerð hjá Ment
anarnevndini tryggjar, at
meira fæst fyri ferðastuðulin,
sum Tórshavnar Kommuna
játtar, og hetta tiltak ger
eisini, at vit hereftir kunnu
leggja uppaftur meira orku
í ein miðvísan mentanar
politikk, har lista- og ment
anarstuðulin ger so stóra
nyttu sum møguligt.