Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 5. november fingu Katrina Fríða Gardy og Ingi Mohr Samson, eina dóttur. Hon vigaði 3910 gr og var 53 cm long. Sofus í Aberdeen 85 ár Sunnudagin 7. desember verður Sofus Poulsen í Aber­ deen 85 ár. Sofus er kendur frá sínum virki á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen í meira enn hálva øld. Sofus fekk eina harða lívs­byrjan. Foreldur hansara vóru Jørgina, ættað úr Søldarfirði, og Óli Poulsen í Syðrugøtu, har tey búsettust. Men longu í 1932 misti hann trý ára gamal pápan, sum gekk burtur við sluppini Im­ manuel. Tað kann sigast, at hans­ ara lívsleið varð løgd, tá ið mamman giftist aftur við John Johannesson og bú­sett­ ist í Aberdeen. Aftan á heimsbardagan fór Sofus eisini til Aberdeen. Nakað skjótt fekk hann starv á føroysku umboðsstovuni sum hjálparmaður hjá Odd­ mar Skarðhamar, sum var okkara umboðsmaður í mong ár. Tá ið Oddmar legði frá sær, tók Sofus við, og hevði hann hetta starv, til umboðsstovan varð flutt til London. Tað er einki at taka seg aftur í, at Sofus man vera eitt tað besta umboð, sum Føroyar hava havt uttanlands. Tað kundi verið ómetaliga nógv skriv­að um tað. Nakað er kortini skrivað. Í 2005, tá ið vit hittust til árligu minn­ ingargudstænastuna í New­ castle fyri teimum dønum og føroyingum, sum fórust undir seinna heimsbardaga, fekk eg ein part av hansara søgu, sum seinni kom í FF- blað­ið. Her var talan um týð­ andi íkøst til fleiri partar av okkara søgu. Her sást eisini, hvussu fjølbroyttur maður hann var. Hann hevði millum ann­ að roknað út, at fiskurin, sum føroyingar landaðu í Bret­landi undir krígnum, svar­aði til 1,5 milliónir “fish and chips” um vikuna. Hetta hevur í hvussu er munað! Starvið sum umboðsmað­ ur var rættiliga avbjóðandi, ikki minst ta fyrstu tíðina. Her komu nógv skip at landa, og tað vóru nógvir spurn­ ingar at greiða. Men Sofus fekk ikki ta avbjóðing, sum hann ikki kundi greiða. Hann kendi gud og hvønn mann. Væl lá fyri at práta, og tað var skjótt, so var trupulleikin loystur. Olaf Olsen, fyrrverandi landsstýrismaður, hevur onk­ untíð tikið til, at tað var ikki altíð, at maður, sum prátaði nógv, eisini var effektivur. Men her var Sofus eitt av­ gjørt undantak. Aðrar uppgávur vóru at fyrireika almenna føroyskar vitjanir í Bretlandi, og hann man hava fyriskipað vitjanir hjá flestu løgmonnum. Á eini slíkari vitjan í Parla­ment­in­ um, fekk Sofus eygað á ein tinglim, sum var abbasonur Winston Churchill, og sum æt tað sama sum abbin. Sofus hevði hug at fara at heilsa uppá hann, men fekk at vita frá embætismanni, at hetta bar ikki til, tí tað var ikki við í skránni. Men tað legði Sofus líka í. Hann fór yvir til Churchill og greiddi honum frá, hvønn týdning abbin hevði havt fyri Føroyar, m.a. við at viðurkenna føroyska flagg­ið. Beinasemið hjá Sofusi er eisini kent. Hesum havi eg eisini notið gott av. Í sep­ tember í fjør var eg í Skot­ landi við einum ferða­lagi úr Føroyum. Komið varð eisini til Aberdeen. Tá var Sofus so beinasamur at koma við ferðalagnum og greiða frá Aber­deen og tí týdningi, hes­ in býurin hevur havt fyri Før­oyar. Hetta gjørdi sítt til at gera ferðina so væl­eydn­ aða. Sofus giftist við Nessie, sum er úr Aberdeen. Tey fingu 4 synir - Daniel, Charles, Roy og John. Tey bæði høvdu diamantbrúdleyp í summar. Tá fingu tey eina heilsan frá sjálvari Elisabeth drotning! Hetta sigur nakað um ta virðing, sum er fyri Sofusi í Bretland. Í Føroyum eru eisini mong, sum hava nógv at takka Sofusi fyri. Sofus fekk eisini viður­ kenn­ing, tá ið hann hevði arbeitt á umboðsstovuni í Aber­deen í 50 ár. Hetta hendi á samkomu á donsku sendi­ stovuni í Londin, og har var Annfinn Kallsberg eisini við sum løgmaður. Hetta er ein stutt heilsan til merkismannin Sofus Poul­sen. Hiðani úr Føroyum ynskja vit tær hjartaliga til­ lukku við teimum 85 árun­ um.e Heilsanin frá Elisabeth drotning Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hansina Samuelsen Tvøroyri brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri kransar, blómur og tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervið, og somuleiðis tøkk øll tit mongu, ið fylgdu Hansinu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Børnini Føðing