hósdagur 4. desember 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
T
á tosað verður um almennu
fyrisitingina hoyrast onk
untíð slagorð sum “Før
oyskar loysnir til føroysk viður
skifti!” Síðan hoyrist vanliga ikki
meira. Tí kann ein skjótt fáa ta
fatan, at slík slagorð bara umboða
so yvirskipaðar tankar, at teir ikki
kunna ítøkiliggerast og tí ikki hava
praktiskt virði. Endamálið við hesi
tíðargrein er at vísa á, at slík slagorð
kortini umboða sunnan fornuft, og
at tað er bæði spell og skaðiligt, at
fakfólk og politikarar ikki taka í
álvara spurningin um sambandið
millum stødd og struktur.
Lívfrøðingurin J. B. S. Haldane
vísti í kendari grein í 1926 (“On being
the right size“) á, at lívfrøðiligar
verur eru bygdar ymiskt at tillaga
seg støddina. Smærri djór hava upp
á seg spinklari bygnað enn størri
djór. Músin hevur lutfalsliga nógv
spinklari beinagrind enn fílurin.
Eisini er músaeygað bygt so, at
músin sær ikki mun á tveimum
menniskjum tveir metrar burturi.
Til tað eru sansandi kyknurnar í
eyganum ov fáar. Kortini riggar fínt
fyri músina. Náttúran tillagar funk
tión, stødd og bygnað.
Haldane undraðist á, at lív
frøðibøkur ongan áhuga høvdu
fyri hesum eyðsýnda fyribrigdi.
Haldane var ikki í iva um, at somu
prinsippir eisini eru galdandi fyri
politiskar skipanir.
A
merikanskt-íslendski
heimspekingurin
Mikael
Karlsson hevur í grein frá
1992 (“Smáræða” ella “Smástýra” á
føroyskum) brúkt líknandi tilgongd
at greina íslendska samfelagið.
Ísland er formliga sjálvstøðugt, men
allir týðandi bygnaðir sum grundlóg,
embætis- og ráðharraskipan eru
beinleiðis tiknir úr fremmandum
londum, fyrst og fremst Danmark.
Hetta uttan atlit til, at Ísland er so
øgiliga nógv minni land. Karlsson
viðmerkir, sum Haldane í lívfrøðini,
at hetta fyribrigdið at kalla onga
fakliga viðgerð hevur fingið í polit
iskum vísindum. Helst tí, at hetta
ikki er sama vandamál í stóru sam
feløgunum, har frøðin verður fram
leidd.
Vit gera tað sama og enn meira
enn íslendingar. At kalla allur bygn
aðurin hjá okkum er eftir danskari
fyrimynd. Er lutfallið í fólkatalinum
millum Ísland og Danmark 1-17, er
samsvarandi lutfallið millum Før
oyar og Danmark ørandi 1-115. At
Danmark er væl meira enn hundr
að ferð størri hevur kortini at kalla
ongan týdning í politisku og fak
frøðiligu tilvitsku okkara. Vit ganga
í roynd og veru ikki eftir aðrari leið
reglu í mun til at skipa stovnar enn
hesi: “er tað á leið sum í Danmark,
so man ikki vera av leið.”
A
t flyta stovnar úr lutfallin
um 115 og niður í 1 uttan at
broyta bygnað merkir, at
stovnarnir mangan krympa niður í
sera óhepna stødd. Stovnarnir verða
so smáir, at teir verða ov tengdir at
einstaklingum. Persónsheftni er
mótsetningurin hjá rættartryggum
stovnum, sum helst skulu fáa egið
lív leyst av slíkum tilvildarligum
umstøðum sum persónum. Stórir
stovnar tola hinvegin bæði at missa
okkurt vitandi starvsfólk, og at
annað starvsfólk er heldur egið.
Smærri samfeløg hava hartil
sjálvsagt færri mál. Tí fáa starvs
fólkini færri royndir.
At vit skipa okkum eftir donsk
um leisti gerst enntá týðiligari við
tíðini. Upprunaliga landsstýris
fyrisitingin frá 1948 var skipað
pragmatiskt uttan bara at vera
óreflekterað kopi. Men henda skip
an fekk sum kunnugt ábyrgd av
kreppuni tíðliga í 1990-árunum.
Hildið varð, at kollektiva ábyrgdin
hevði við sær, at ongin ábyrgd kundi
plaserast. Henda politiskt kær
komna – men vísindaliga ivasama
– hypotesa varð bara løgd til grund
uttan víðari. Eisini var embætis
verkið hildið at vera ov veikt. Fyri
at bøta um, varð onnur skipan sum
kunnugt sett á stovn frá 1996. Talan
var um sokallaðu departement-
direktorat skipanina, har aðalráð
(departement)
og
landsstovnar
(direktorat) vórðu býtt sundur í
ymiskar myndugleikar skipaðir
yvir og undir.
Tað er ikki allur sannleikin,
sum mong halda, at nevndin und
ir leiðslu av Finn Norman Christ
ensen er faðir at hesi skipan. Finn
Norman
Christensen
tók
vist
fyrsta stigið at gera einføldu gomlu
landsstýrisumsitingina óneyðuga
kompleksa, men hann dreiv tað
ikki so vítt sum føroyingar sjálvir
seinni. Hann mælti til, at gamla
Landsskrivstovan skuldi skipast
í aðalstýri saman við undirliggj
andi landsstovnum, so vit fingu
tað, sum danir kalla generaldirek
toratir. Hetta vildi svara til, at
aðalráð og landsstovnar løgfrøði
liga vóru ein og sami stovnur, sum
bæði røkti tøkniligar og serfrøði
kendar uppgávur og málsviðgerð
(stovnsuppgávur) og eisini al
mennar uppgávur sum at ráðgeva
landsstýrismonnum og lógarsmíð
(aðalráðsuppgávur). Grundgevingin
var tann skilagóða, at land við so
avmarkaðari orku illa hevði ráð at
skipa vælvirkandi og sjálvstøðug
aðalráð. Kortini varð spakuliga
gjørt øvugt av hesi tilráðing, og
flestu landsstýrismenn ráða í dag
yvir aðalráðum, ið hava lítið og
onki av stovnsuppgávum, meðan
stovnarnir eru sjálvstøðugar eindir
undir aðalráðunum.
F
akliga var ikki ráðiligt at
liða landsfyrisitingina sund
ur. Men skuldi hetta ger
ast, so var av øllum illum frægari
at fylgt uppskotinum at skipa
alla umsitingina undir einstøk
um landsstýrismonnum í stór
stovnar (generaldirektorat), har
landsstýrismaður og stjóri vóru
ovastir fyri øllum. Er avbjóðingin,
at politiski leiðari ikki skal vera
við í allari málsviðgerð, so kann
tað ásetast við lóg uttan at býta
stovnar sundur.
Í aðalráðunum trívist ein fatan,
sum er tikin frá donsku departe
mentunum, at tey fáast ikki við
málsviðgerð ella tøkniligar upp
gávur, men arbeiða yvirskipað við
lóggávu og ministaratænastu. Men
starvsfólkahópurin er ov lítil og ov
líkur til, at nøkur nevniverd elita
er til fyri aðalráðini at rekrutera.
Heldur ikki hava føroysku aðalráð
ini siðvenju fyri at senda starvs
fólk í starvsvenjing á øðrum og
undirliggjandi stovnum, so tey fáa
breiðar royndir, m.a. í málsviðgerð.
Hetta gongur sjálvsagt út yvir fak
ligheitina, tí ongin kann mennast
við einans at arbeiða yvirskipað.
Niðri á stovnsstøði, har máls
viðgerðin eftir fatanini hjá aðal
Bárður Larsen
adjunktur í løgfrøði
Músin kann ikki hava
beinagrindina á fílinum
tíðargrein
– Íkast til kjakið um bygnaðin í almennu fyrisitingini
At kalla allur bygnaðurin hjá okkum er eftir danskari fyrimynd.
Er lutfallið í fólkatalinum millum Ísland og Danmark 1-17, er
samsvarandi lutfallið millum Føroyar og Danmark ørandi 1-115
Bárður Larsen
At flyta stovnar úr lutfallinum 115 og niður í
1 uttan at broyta bygnað merkir, at stovnarnir
mangan krympa niður í sera óhepna stødd
Bárður Larsen