hósdagur 4. desember 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ráðunum eigur at liggja, kunnu
tey ikki so væl fáa ráðgeving frá
starvsfólkum í ráðunum, m.a. tí hesi
seinnu so kunnu gerast ógegnig
í kærumálum. Landsstovnarnir
keypa tí ofta málsviðgerðina frá
advokatum. Advokatar eru sum
kunnugt dugnaligir til mangt, men
teir eru fyrst og fremst generalistar
og duga eitt sindur av øllum, men
hava sjáldan spísskompetansu í júst
fyrisitingarligari málsviðgerð, sum
stovnarnir hava brúk fyri, og sum
fakfólk á staðnum kundu ment.
Bygnaðurin ger tí málsviðgerðina
dýrari og verri.
I
kki bert eru aðalráð og lands
stovnar skeivt uppbýtt, men
eisini einstøku ráðini. Vanliga
eru ráðini býtt upp í deildir júst
so, sum tey gera í donskum ráð
harrastovum. Men tá aðalráðið er
lítið, verður deildin sjálvandi enn
minni. Vit kunnu samanbera danska
Økonomi- og indenrigsministeriet
við okkara fyrrverandi Innlendis
málaráð. Danska ráðið hevur gott
180 starvsfólk býtt út á 7 deildir
við frá 16 til 53 starvsfólkum. Inn
lendismálráðið hevði 18 fólk og 4
deildir, onkur niður í bara 2 fólk.
Dømini eru tilvildarlig, sama
mynstur er at síggja í øðrum ráð
um.
Ósagdi logikkurin í uppbýtinum
er, at hvør passar seg. Tá deildirnar
vera so smáar sum niður í heilt fá
fólk, gerst fakligt einsemi úrslitið
heldur enn synergi. Heldur enn at
skilja, at deildir við 2-4 fólkum ikki
eru hóskandi, so halda vit okkum
skula læra av donsku fyrimyndini,
at vit júst sum tey mugu hava sum
mest av deildum.
Eisini millum ráðini síggjast
líknandi avleiðingar. Nógv grund
leggjandi lóggávuøki liggja á láni,
tí eftir skipanarliga logikkinum
skal arbeiðið gerast í einstøku
ráðunum, og hesi hava mangan
ikki neyðugu løgfrøðiligu orkuna,
ella vilja ikki gera prioriteringina.
Felags skrivstova við nógvum løg
frøðingum vildi sjálvsagt havt
størri orku.
Í
1998 varð gjørt av at seta á
stovn ein kærustovn. Modellið
var aftur tað danska at skipa fe
lags sekretariat fyri ymiskar kæru
nevndir, ið (funktionelt) liggja sum
atskildir og óheftir fyrisitingar
dómstólar – ein fyri hvør sítt lógar
øki. Sum nú er hevur skrivstovan
ein stjóra, sum er løgfrøðingur, og
3,3 løgfrøðingar aftrat.
Trupulleikarnir við donsku fyri
myndini á hesum øki eru fleiri.
Sjálvt eftir donskum fortreytum
er ivasamt, hvussu gott tað er við
mongum kærunevndum heldur
enn samlaðum fyrisitingardómstóli
við breiðum heldur enn smølum
heimildum. Tað er neyvan gott fyri
rættartrygdina hjá borgaranum,
at mangir myndugleikar eru at
venda sær til, har borgarin kann
detta niður millum á tann hátt, at
onkur smálutur skal viðgerðast her,
annar har, og ongin myndugleiki
hevur heildarmyndina og breiðu
ábyrgdina.
Í Danmark grundgav retspleje
rådet í 2001 (Betænkning 2001 nr.
1401, s. 140) fyri at halda fast við
nevndirnar heldur enn at stovna
breiðari fyrisitingardómstólar við
tí, at styrkin hjá nevndunum skuldi
vera løgfrøðiligi fakkunnleikin hjá
formanninum, sum vanliga er dóm
ari.
Flyta vit yvir á føroysk viður
skifti, og taka sjónarmiðið hjá rætt
argangsráðnum í álvara, so hava
vit ikki somu kvalifiseraðu fólk til
formanssessirnar í hesum kæru
nevndunum. Vit hava – alt eftir
nevnd – antin vanligan løgfrøðing
úr fyrisitingini ella advokat sum
formann.
Í
aðramáta
kann
munurin
millum donsku fyrimyndina og
føroysku nevndirnar í grovum lýs
ast við at samanbera Kærunevnd
ina í lendismálum (sum liggur
undir skrivstovuni hjá Føroya
kærustovni) við Natur- og Miljø
klagenævnet (samanberingin lýsir
lutfallið toluliga, hóast danska
nevndin hevur fleiri heimildir
enn føroyska). Danska nevndin
avgjørdi í 2012 gott 2800 mál.
Kærunevndin
í
lendismálum
hevur til samanlíkningar í mið
al á leið 30 mál um árið, tó bara
13 í 2013 (ársfrágreiðing 2013).
Skrivstovan fyri Natur- og Miljø
klagenævnet hevur 53 løgfrøð
ingar (ársfrágreiðing 2011), meðan
kærunevndin í lendismálum í prak
sis hevur tann eina frá skrivstovuni
hjá Føroya kærustovni.
A
nnað dømi at lýsa, hvussu
lítið skil er í, at so lítið sam
felag kopierar bygnaðin
hjá so nógv størri samfelag og
deilir kærufunktiónirnar út á ym
iskar nevndir heldur enn at leggja
tær saman, er okkara javnstøðu
nevnd. Hon hevur í miðal havt
2-3 mál um árið móti donsku lige
behandlingsnævnet, sum í 2013
avgjørdi 263 mál. Tann danska
hevur advokatar og løgfrøðiligar
professarar sum limir og í minsta
lagi ein landsrættardómara til for
mann, meðan tann føroyska hevur
onki krav um løgfrøðiligar limir
(tilvildarliga er ein limur nú), eins
og formaðurin ikki noyðist at vera
løgfrøðingur.
Løgtingsins
umboðsmaður
(LUM) varð stovnaður í 2001. Stovn
urin var kærkomin at rudda upp
í leysa hugburðinum hjá føroy
ingum til rættindi og fyrisitingar
mannagongdir. Stovnurin hevur
eisini breiðari heimildir, og tað er
sjálvandi gott. Hann noyðist ikki
sum kærunevndirnar sínamillum
at senda borgarar runt á ymiskar
hurðar, men kann eftirmeta allar
lógir og mannagondir, sum hava
týdning fyri málið. Men LUM
hevur bara 4 løgfrøðingar. Fólka
tingsins umboðsmaður hevur 60.
Løgtingsins umboðsmaður fekk
50 klagur í 2012 (ársfrágreiðingin).
Fólkatingsins umboðsmaður fekk
4269 klagur í 2013 (ársfrágreiðingin).
Sostatt er LUM rættiliga lítil stovn
ur við lítlari synergieffekt millum
starvsfólk.
At vit eru fá og ikki hava somu
spísskompetansir sum danir skal
sjálvandi ikki brúkast ímóti okkum.
Men tað má kortini vera ein orsøk
til at skipa okkum øðrvísi. Um
LUM og Føroya Kærustovnur við
kærunevndum (og aðrar leysar
kærunevndir) vórðu løgd saman til
felags (bindandi) fyristingarligan
kærumyndugleika, so høvdu vit
fyri somu pengar fingið eini 10-12
løgfrøðingar (somu løgfrøðingar
pluss teir fyri pengarnar, ið spard
ust til nevndarsamsýningar og
skrivstovu). Úrslitið kundi verið
ein tryggari stovnur við nógv fleiri
royndum og betri synergieffekt
millum starvsfólk.
P
olitiski veruleikin – eisini
tann institutionelli – er ein
treytaður veruleiki, ikki ein
neyðugur veruleiki. Hvussu um
sitingin er skipað í Danmark er
ikki dømi um nakað, sum politiskt
ella umsitingarliga er logiskt neyð
ugt ella optimalt, men um serligar
søguligar umstøður og eina serstaka
politiska og juridiska traditión,
sum kann vera øðrvísi og má vera
øðrvísi fyri samfeløg, ið hava heilt
aðrar fortreytir.
Tey, sum granska í institutiónum,
hava kortini leingi lagt til merkis
eitt fyribrigdi, tey kalla institutio
nal path dependence (skipanarligt
slóðbundni), tí bygnaðir og stovn
ar verða í sera stóran mun tiknir
millum lond. Ymiskar eru orsøk
irnar, men tað hevur m.a. at gera
við slíkt sum, at tað er sera tungt at
hugsa og royna grundleggja skip
anir av nýggjum. Eisini slíkt minni
rationelt ella banalt sum móti – at
gera sum hini – er inni í myndini.
Samfeløg, serliga smá samfeløg
sum Føroyar, fara altíð at taka
skipanir frá øðrum. Fyri at taka
okkurt dømi av mongum hugsandi,
so fer neyvan at verða serstakur før
oyskur mátistokkur at meta eftir,
nær vøra hevur týðandi brek, nær
verk er vart av upphavsrætti, og
ikki kann lættliga hugsast grund
leggjandi føroyskur bygnaður í
mun til borgarans rættindi móti
fyrisitingini. Lán fara altíð at verða.
Avbjóðingin er hinvegin at menna
eina fatan av og tilvitsku um, hvørj
ar skipanir eru rationellar at lána
og hvørjar ikki.
Snýr tað seg t.d. um, hvørt
stovnar skulu verða breitt ella
smalt skornir, er stødd sjálvsagt
avgerandi. Klassiskar bureaukrat
iskar skipanir sum departements-
direktoratsmodellið eru (ideelt)
skipanir við effektivum manna
gongdum, arbeiðsbýti og sakligum
og ópersónligum sambondum. Slík
ar kunnu ikki krympast úr stødd 115
til stødd 1 og síðan onki lata henda
við bygnaðinum. Í slíkum førum
mugu vit sjálvi bróta slóð og skipa
almennu beinagrindina eftir egnari
stødd og umstøðum.
tíðargrein
Hildið varð, at kollektiva ábyrgdin hevði við sær,
at ongin ábyrgd kundi plaserast. Henda politiskt
kærkomna – men vísindaliga ivasama – hypo
tesa varð bara løgd til grund uttan víðari
Bárður Larsen
Tað er ikki allur sannleikin, sum
mong halda, at nevndin undir
leiðslu av Finn Norman Christ
ensen er faðir at hesi skipan
Bárður Larsen
Tá deildirnar vera so smáar sum
niður í heilt fá fólk, gerst fakligt
einsemi úrslitið heldur enn
synergi
Bárður Larsen