Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stakir pápar skulu hava rættindi Pætur Johansen Tað er sera gleðiligt at síggja, at tað verður varpað ljós á barnafamiljur, ið liva í fá­ tækravága. Tó sat eg eftir við fleiri spurningum í samband við kjakið í Degi og Viku tann 20.11.2014, ið snúði seg um fá­ tæku barnafamiljurnar. Tað er gott, at arbeitt verð­ur miðvíst við at betra um­støð­ urnar hjá teimum familj­um. Men hvat við for­syrgj­ar­um, ið ikki hava børn­ini búgv­ andi fast, men sum t.d. hava børnini 1/3 tíð, og skulu gjalda barna­pening? Í teim­um før­ un­um snýr tað seg oftast um pápar. Eg sakni, at kjakast verður um skerdu fíggjarligu støðuna hjá hesum einligu páp­unum – serliga teimum, ið eru undir lesnaði. Fíggjarstøðan hjá ein­ ligum, lesandi pápum Í sendingini varð víst á, at tað finnast familjur, ið liva fyri 20 kr. um dagin. Tey eru rík í mun til einligar, lesandi pápar. Slíkir pápar, við tveim­ um børnum parttíð, kunnu nevniliga síggja fram til at liva fyri minus 138 kr. um dagin. Ella minus 49.750 kr. árliga áðrenn mat og klæði. Sí útrokningartalvu niðast í greinini. Hesar útrokningar vísa, at ein pápi stendur eftir við einari rokning uppá 4.146 kr. um mánaðin áðrenn mat og klæðir. Hann hevur so­statt ikki ráð at breyðføða børn­ um sínum, ið hann hevur upp ímóti helvtina av tíðini. Mamman, hinvegin, hevur yvirskot á 3.898 kr. til mat, klæðir og annað. Ein mamma, við tveimum børnum, er so­ statt 8.044 kr. ríkari, enn ein pápin ið er lesandi. Nú kann ein spyrja seg sjálvan, hví flyta fólk av landinum? Kann hetta vera ein orsøk? Hugsað um páparnar Er hetta tað, ið vit vilja bjóða okkara børnum og pápum? Ein­ligir pápar, ið eru undir út­búgving, liva veruliga í fátækaradømi, tí teir mugu velja millum børnini ella út­ búgvingina. Teir hava sostatt ikki møguleika at fullføra útbúgvingina, uttan at standa eftir við einari stórari rokn­ing á minus 49.750 kr. árliga. Tá eru matur og klæðir v.m. ikki íroknað. Hesir pápar mugu eisini hava bústað, sum er hóskandi at hava børnini búgvandi í, og hava tí eisini eina høga húsaleigu. Onkur vildi sikkurt sagt at man skuldi arbeitt við síðunar av. Gamaní, tað gera nokk tey flestu, men tað er avmarkað, hvussu nógv ein kann arbeiða sum lesandi og samstundis vera pápi 1/3 tíð. Tó er tað soleiðis, at um ein skal klára seg, krevst tað nærum, at ein arbeiðir fulla tíð. Hvussu skal tað eisini hanga saman? Tá haldi eg, at vit enda við forsømdum børn­um og pápum, ið ikki gera skúlating. Lat meg sláa tað fast, eg ynski ikki verri kor fyri mammunar, men eg ynski at síggja bata hjá pápunum. Takið eitt tak fyri páparnar Eg skrivi við eini vón um, at samgongan tekur eitt tak fyri páparnar eisini. Annika Olsen vísti í Degi og Viku á, at forsorgarhjálpin er 15.130 kr. eftir skatt. Tað kemur ikki pápinum tilgóðar, hóast tað eru fleiri pápar, ið taka sera stór tøk fyri børnini. Kjakið undraði meg, tí einligir pápar, ið eru undir útbúgving, eru ein stórur samfelagsbólkur, ið verður gloymdir. Flestu pápanir hava børnini 1/3 av tíðini og fleiri hava børnini meira. Politiskur vilji má til Allir flokkar tosa um út­búgv­ ing, men hví verður einki gjørt fyri at bøta um korini hjá lesandi pápum? Vilja vit veruliga revsa einligar pápar, ið eru undir útbúgving? Sum støðan er nú, standa lesandi pápar ikki bara við prógvi í hond tá teir verða lidnir, men teir standa somuleiðis eisini við eini stórari rokning. Vil samgongan ikki, at ungir pápar nema sær út­ búgv­ing? Tað hongur snøgt sagt ikki saman sum nú er. Vónandi eru politisku flokk­arnir sinnaðir at gera nakað við órættin. kjak Skálafjørðurin sum altjóða skipahavn Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Tá vit tosa um eina fram­tíð­ ar altjóða skipahavn í Før­ oy­um, so eri eg samdur við løg­manni, at henda eigur at verða á Skálafjørðinum, sum í sær sjálvum er ein Gud givin náttúruhavn, við ongari sjóvarfalsflóð og fjøru, har er kyrt, stórt uppland og góðir møguleikar hjá skipum bæði at ankra upp ella liggja við kai. Tað er veðurgott, trygt og rúmsátt hjá skipum at manurera á fjørðinum. Atløgusíða kann gerast bí­ lig­ast í landinum, og á tí dýpi, sum ynskiligt er við stórum upplandi o.a. umframt, at Skálafjørðurin liggur væl plaseraður í landinum. Skálafjarðartunnilin Tá hugsað verður um Suður­ streym og Skálafjørðin, so verða hesir partarnir um stutta tíð bundnir saman við einum Skálafjarðartunli, ið er 9,3 km. langur, so næsti granni til Havnina verður Skálafjørðurin, og harvið gerst miðstaðarøkið uppaftur størri við tunlinum. Ein slík íløga hevur sjálvandi við sær broyttar raðfestingar innan ferðslu, havnabygging o.a. Kommunalt samstarv Hvat er meira natúrligt enn, at kommunurnar við Skálafjørðin og Tórs­havn­ ar kommuna, tosa sam­an um eina framtíðar havna­út­ bygging í mið­staðar­økinum. Eg veit, at kommurnar við Skálafjørðin hava biðið um fund við Tórshavnar kommunu um útbyggingar á havnaøkinum og eg vóni, at Tórshavnar kommuna tekur av innbjóðingini. Runavíkar havn Tá fyrireikingarnar til eina oljuvinnu tóku seg upp, var ein spurningur, hvar olju­havnir skuldu vera, og Løgtingið tók tað røttu avgerðini og lat tað upp til oljufeløgini sjálvi at velja sær oljuhavn. Valið fall á Runavíkar havn, sum hevur roynst væl og hevur givið eina framúr góða tænastu til allar royndarboringarnar, ið hava verið. Hetta er ikki fyrstu ferð Skálafjørðurin er valdur til skipa- og oljuhavn, tí tá bretar undir krígnum skuldu velja teirra olju- og skipahavn, valdu teir Skálafjørðin. Í summar prógvaði Skála­fjørðurin, at hann ikki bara kann veita eina góð og trygga tænastu til supply- skip­ini, men eisini til sjálvan bori­pallin, tá West Herkules í sínum stórleika kom inn á fjørðin og lá har í ein góðan mánaða og fekk eina framúr góða tænastu á øllum økj­ um. Altjóða havn Men vit skulu ikki bara leggja okkum eftir tí skipaferðslu, sum vit hava í dag, men hyggja frameftir og fyrireika okkum til økta skipaferðslu sum heild, bæði fiskiskip, ferðafólkaskip, farmaskip og kanska serliga, við atliti til, hvat minkandi ísurin í artiska økinum kemur at hava við sær av skipaferðslu um okkara leiðir, bæði tá talan er um sigling eystur- og vestureftir, og suður- og norðureftir. Til eina slíka altjóða skipaferðslu er ein skipahavn á Skálafjørðinum avgjørt tann besta loysnin. Altjóða floghavn Eitt áhugavert framtíðar­ pro­jekt er flogvøllurin Air­ port 19 við Skálafjørðin, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini, men sum vit avgjørt ikki skulu síggja burtur frá, tá vit skulu viðgera flutn­ ingsmøguleikarnar. Møgu­ leiki verður at gera Føroyar til ein miðdepil, bæði sjóvegis og luftvegis, og tí eiga allir partar í miðstaðarøkinum at arbeiða saman um eina al­tjóða skipahavn á Skála­ fjørð­inum. Kommunala sjálvræðið Eg virði og góðtaki tað kommu­nala sjálvræðið, tí eg veit, at kommunurnar hava megnað sínar uppgávur á øllum teirra økjum og tí ivist eg ikki í, at kommunurnar við fjørðin, koma at byggja fram­ tíðar skipahavnina á Skála­ fjørðinum, antin einsamallar ella saman við Tórshavnar komm­unu. Mítt tilmæli vil vera eitt samstarv millum kommun­ urnar við Skálafjørðin og Tórs­havnar kommunu, tí tað er tann besta og bíligasta loysnin fyri allar partar – fyri kommunurnar, virkini og landi. Fyrimunir Samanumtikið kunnu vit siga, at Skálafjørðurin er ein náttúruhavn, væl egnað til øll sløg av skipum og boripallum, bíligt at gera atløgusíður, gott og stórt uppland, ongin sjóvarfalsflóð og fjørða, kyrr og liggur væl plaserað, bæði norður-, vestur- og suð­ur­ eftir, og er eisini væl pla­ serað, tá talan er um út- og inn­flutning, umframt at at­komumøguleikarnir eru góðir allar staðir frá. Ein kendur maður, Henry Ford, segði einaferð: – At leita saman er ein byrjan – At verða saman er eitt framstig – At arbeiða saman er ein succes Tíðindaskriv: Hevur tú ætlanir um at lesa í Stóra Bretlandi í 2015? Altjóða Skrivstovan á Setrinum skipar fyri kunning og vegleiðing í at fylla UCAS-oyðubløð fyri 2015 út. Tiltakið verður á Føroya Handilsskúla í Havn mánadagin 8. desember kl. 19. Hevur tú egna far­ teldu við, ber til at skrá­seta teg og fylgja við í tíni egnu umsókn undir kunningini. Les meiri á ucas.com