Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 ár síðan »stathav« fórst Ikki bar til at fáa hann upp, tí líkindini vóru vánalig, og bát­urin var fullur av sjóvi. Kort­ini bar til hjá monnum at hyggja í bátin, og teir kundu bert staðfesta, at eing­in var í honum. Nógvir vraklutir vóru at síggja í sjónum, og nokk so leingi varð fylgt við einum blinkandi ljósi á sjónum, ið tó vísti seg ikki at vera hin bjargingarbáturin. Ymsastaðni róku vraklutir upp á land, og á støðni á Hvítanesi funnu menn nú aðra stýrihúshurðina, ið var illa brotin, og eisini varð ymiskt anað úr bjargingar­ bát­inum funnið, eitt nú tvær neyð­rakettir og medisin­ pakk­in. Eisini varð funnið eitt lítið petti av róðrinum á »Stathav«. Byrjaðu aftur at leita í lýsingini Í lýsingini gjáramorgunin, um­leið klokkan 8:30 byrjaðu skipini aftur at leita, og eis­ ini vóru onnur skip úti í fjørð­inum og leitaðu. Leitað varð eisini millum Stong og Eystnes. Avlandsvindur var um náttina, vestan og tí varð nóg av tí, ið hevði ligið í fjørð­inum og verið inni móti landi, farið longur út á fjørðin. Í ódnarveðrinum, ið var um náttina, sakk »Stathav« Sambært Anfinni Jacobsen, ið sá tilburðin, tá »Stathav« fór runt millum Byrgistanga og flesina mánadagin, gekk alt øgiliga skjótt fyri seg: – Eg veit ikki, hvat er hent, men »Stathav« var so mikið mitt útiá, at skipið neyvan hevur borið við land, tá vanlukkan hendi, sigur hann. – Toppljósið fór beint niðureftir, og so sá eg bara tað reyða ljósið Toppljósið fór brádliga beint niðureftir Hilmar Jan Hansen Sosialurin nr. 234, 7. desember 1994 Anfinnur Jacobsen, leiðari á Veðurstøðini í Havn, var einsamallur á vakt seinna­ partin mánadagin, tá hann gjørdist vitni til syrgiligu vanlukkuna, tá »Stathav« fórst á veg úr Havnini og inn á Skálafjørðin. – Tað var nakað ským­ ligt, og eg hevði ikki tendr­að ljósið í tí stóra trúm­inum, tá eg stóð í vindeyg­anum og hugdi út á fjørðin. Soleiðis stóð eg eisini og hugdi at »Stat­ hav«, tá skipið sum so mang­an fór sigl­andi gjøgn­ um Hólma­sund, greiðir Anfinnur Jacobsen frá. – »Stathav« kom sigl­ andi millum flesina og Byrgistanga, tá alt gjørdist so undar­ligt. Eg fór so eftir kikaranum fyri at síggja betur, hvat tað var, sum hendi. Tá Anfinnur hevði fing­ ið sær fatur á kikar­anum, tók hann og hugdi aftur oman móti »Stathav«, og tá sá hann tað hvíta topp­ ljósið fara beint niðureftir, meðan reyða bak­borðs­ ljósið bleiv ovast. – Hetta hendi , tá hann var komin tvørs av flesini. Fyrst rak hann nakað á bakborð, men fór so niður á stýriboðrssíðu, sigur Anfinnur Jacobsen. – Hann legði seg skjótt. Lá eina løtu á liðini, men so sá eg botnin á honum. Sá løgið út Hetta sá so miki løgið út, at Anfinnur beinanvegin tók og setti seg í samband við Tórshavnar Radio fyri at fáa at vita, um teir høvdu hoyrt nakað neyðarlkall ella okkurt sovorðið. – Men teir høvdu einki hoyrt til nakað sum helst, sigur Anfinnur Jacobsen. – Tá eg so hugdi aftur, hevði skipið snrað sær inneftir og lá púra stilt mitt í sundinum. Sera ským­ligt var, men eg sá hampu­ liga væl kortini. Tað heila gekk sera skjótt fyri seg. »Stathav« lá beinanvegin ser­flatur á einum 80 ella 90 stigum, og eg tori ikki at siga, hvussu langa tíð alt tók, men helst hevur tað ikki verið meira enn einir fýra ella fimm minuttir. Manningin á »Stathav« hevur altíð borið orð á sær fyri at seta trygina í hásæti, og teir hava eitt nú altíð havt tveir bjargingar­ bátar umborð – eisini, tá lógarkravið til í ár segði, at har skuldi vera tann eini. Eisini vóru altíð teir bjarg­ingarvestar á brúnni, um­framt at øll onnur trygdar­útgerð var í lagi – og gjarnargott og væl tað. Neyvan broið við land – Eg veit ikki, hvat er hent, men »Stathav« var so mikið mitt útiá, at at skipið neyvan hevur borið við land á nakran hátt, tá van­lukkan hendi, heldur Anfinnur Jacobsen. Hann hugsar, at heldur hevur okkurt verið áfatt um­borð, ið hevur ført vi sær, at skipið er farið runt, men tað sigur hann seg ann­ars ikki duga at meta um. – Tá vanlukkan hendi, var keðiligt í sjónum. Tað rak beint uppí, og har var øgiliga drabbut, sigur hann. – Vestfallið rak sum harð­ast um hetta mundið, og nógvur vindur var eis­ ini. 20 ár síðani vanlukkuna við »Stathav« Í dag eru 20 ár liðin, síðani »Stathav«, oljubáturin hjá Statoil í Føroyum, fór runt og sakk millum Byrgistanga á Flesjina við Hoyvíkshólm í Nólsoyarfirði. Tveir mans, Otto Reinert Petersen og Henry Frederiksberg sjólótust. Vit endurprenta í dag frágreiningina, sum Hilmar Jan Hansen, blaðmaður á Sosialinum, skrivaði í blaðnum, sum er dagfest 7. desember 1994. Tað er blaðið, sum kom á gøtuna kvøldið eftir vanlukkuna, týsdagin 6. desember. Vanlukkan hendi mánadagin 5. desember klokkan 16:30. Bjarging Froskmenn funnu annan mannin, ið var umborð á »Stathav«. Fleiri vraklutir vórðu bjargaðir frá illa brotna vrakinum Líkindini at leita vóru av teimum allarvánaligastu Mynd: Hilmar Jan Hansen Onnur stýrishurðin og annað frá »Stathav« varð funnið í støðni á Hvítanesi Mynd: Hilmar Jan Hansen