hósdagur 4. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2014 · Nr. 139
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Sosialurin nr. 234, 7. desember 1994
Tað var ikki tað stóra skot
bráið, teir báðir menninir
umborð á »Stathav« fingu,
tá tann syrgiliga vanlukkan
hendi seinnapartin mána
dagin umleið klokkan 16:30.
Ein máður hjá Statoil í
Havn tosaði við skiparan
umborð, Otto Petersen úr
Skaltnesi, í fartelefonini, tá
skiparin brádliga bað um
hjálp:
– Ring eftir hjálp, vit eru
við at koppa, vóru boðini, ið
hann fekk givið frá sær, og
segði hann, at »Stathav« tá
var í Hólmasundi.
Alt hendi so brádliga, at
ikki bar til at fáa meira at
vita. Heldur ikki, um Otto
var einsamallur á brúnni, ella
um Henry Frederiksberg var
staddur á brúnni saman við
honum, tá vanlukkan hendi.
000 svaraði ikki
Statoil-maðurin royndi síð
ani at ringja á neyðtelefonina
000, men har svaraði ikki, og
samstundis ringdi ein annar
maður á Statoil-skrivstovuni
beinleiðis á politistøðina á
telefonnummarinum 11448,
og har svaraði skjótt. Hann
gav hinum telefonhornið,
og hann fekk so sagt frá, at
»Stathav« var í neyð, og at
neyðugt var við hjálp beinan
vegin.
Tá politiið fekk boðini,
var klokkan 16:40, og beinan
vegin løgdu vaktar- og bjarg
ingarskipini
»Tjaldur«
og
»Ólavur Halgi« frá bryggju
við kós móti staðnum, har
vanlukkan skuldi vera hend.
Samstundis fóru patrúljur
frá politinum at leita á landi,
og bæði brandliðið í Havn og
sjúkrabiltænastan fingu boð.
Skipið lá við
kjølinum uppeftir
Fólk frá politinum, ið leitaðu í
fjøruni, sóu kloakkkkan 16:58
skipið liggja við kjølinum
uppeftir stutt frá landi, beint
út úr Byrgistanga, ið er eyst
ari armurin av Hoyvík.
Politiið, brandiliðið, menn
frá Havnar Bjargingarfelag,
sjálvboðin og onnur leitaðu
á landi til seint mánakvøldið,
meðan vaktar- og bjargingar
skipini »Tjaldiur« og »Ólavur
Halgi« leitaðu til nakað eftir
midnátt.
Leitingin
varð
nógv
tarnað av tí ringa veðrinum,
og hóast menn royndu at
lýsa út á sjógv við sterkum
lyktum, bar illa til at síggja
nakað. Nógv brim var, og
eisini køvdi hann fleiri ferðir
av við ælaveðri, ið ikki gjørdi
tað lættari.
Annar bjargingarbáturin
varð funnin mánakvøldið,
og endi varð settur á hann.
Av allarbestu sjómonnum
– Manningin á »Stathav«
bar orð fyri at vera av allar
bestu sjómonnum, og gjøn
um árinihava teir siglt alla
staðni í Føroyum.
Vanlukkan, tá »Stathav«
fór runt millum Byrgis
tanga
og
flesina
uttan
fyri Hoyvíkshólm umleið
klokkan 16:30 mánadagin,
kostaði báðum monnunum
lívið, ið vóru við.
Ferðin av Havnini og
inn á Skálafjørðin var kend
fyri teimum, tí teir hvødu
so mangan áður siglt hesa
farleið
–
eisini
millum
hólmin og flesina.
Og kortini skuldi hetta
gerast teirra seinasta ferð.
Skiparin
var
59
ára
gamli Otto Petersen úr
Saltnesi, og maskinmaðurin
var 53 ára gamli Hendry
Frederiksberg av Strondum.
Otto sigldi í mong ár við
bátunum hjá fyrst hjá Esso
og síðani Statoil – byrjaði
har longu fyrst í 60'unum.
Hann var skipari við »Esso
Skálafjørð«, og tá nýggi
»Esso Føroyar« kom, helt
hann nátúrliga fram sum
skipari har – eisini eftir at
Esso í Føroyum gjørdist
Statoil og »Esso Føroyar«
skifti navn til »Stathav«.
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdist Otto einkjumaður,
og tríggjar døtur og tveir
synir mistu mammu sína.
Men fyri hálvum øðrum
ári síðani giftist hann við
Herdis Thomsen, ið eisini
hevði sitið einkja síðani tíð
liga í 70'unum. Hon átti fýra
døtrar og ein son saman við
fyrra manni sínum.
Henry Frederiksberg av
Strondum, ið var maskin
maður við »Stathav« hesa
seinastu
ferðina,
hevði
í seks ár verið fast við
»Stathav«, eftir at hann í
eini 15 ár frammanundan
hevði verið fastur avloysari
við skipunum hjá ávikavsit
Esso og Statoil.
Henry var giftur við
Simonu, og áttu tey fýra
børn – tvær døtur og tveir
synir.
Eftir Otto Petersen og
Henry Frederiksberg sita
nú einkjur og fjúrtan børn.
Av bestu sjómonnum
Teir menn, ið hava verið við
»Stathav« – og eisini fyrr
»Esso Søldarfjørð« – hava
altíð borið orð fyri at verið
av allarbestu sjómonnum.
Hesi skip hava siglt í øllum
farvatni í Føroyum, so hesir
men kendu føroyskan sjógv
út og inn – kansa betur enn
anakar annar.
Ikki minst munnu teir
vera kendir úti á fleiri av
smáplássunum og oyggj
unum, ið javnan fingu olju
frá »Stathav«.
Mangan
vóru
eisini
boð efrtir teimum alt sam
døgrið, og altíð vóru teir
klárir, tá so var.
Sosialurin nr. 234, 7. desember 1994
Ring eftir
hjálp
vit eru við
at koppa!
20 ár síðan »stathav« fórst
– Júst tá vanlukkan hendi, og »Stathav« fór runt millum Byrgistanga
og flesina uttan fyri Hoyvíkshólm, tosaði ein maður hjá Statoil
við skiparan í fartelefonini. Men brádliga, meðan teir tosaðu,
bað skiparin um hjálp, tí »Stathav« var við at fara runt
Otto Petersen var skipari
á »Stathav«. Maskinmaður
var Henry Frederiksberg