Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 10 VIKUSKIFTI mynd: Heri Eystberg Samrøða Annika Kunoy Im annika@sosialurin Sunneva finnur seg ikki í øllum, stend­ ur við sína sannføring og hevur ein smitt­andi, undirmettan látur, sum ikki skarar framúr sum so, men kortini berg­tekur og fyllur rúmið, har hon er. Sunneva Háberg Eysturstein fyllur 30 ár um tvær vikur. Sama dag fyllir fyri­tøkan hjá henni, vertshúsið Sirkus, fimm ár. Byggir karmar um nýggj tónaløg Tónleikurin hevur altíð verið í lívinum hjá Sunnevu. Omma og abbi hennara, Sunneva og Knút Háberg, sungu og spældu nógvan tónleik – og mamma henn­ara við. Sunneva hevur eisini sjálv sungið í kóri, tá hon var yngri. Men tá Sunneva sum tannáringur, byrjaði at ferðast í tónleikaumhvørvinum í Gøtu og stór, men ørðvísi, tónleikanøvn, so sum Jeff Buckley og Radiohead, vórðu henni navnkend, læt ein nýggjur tón­leika­ heimur seg upp hjá henni. – Tað er ein kensla, sigur hon, tað hevur kanska okkurt við ljóðbylgjur at gera, og hvørji ljóð ávirka ein persón. Nýggj tónaløg fanga meg beinaveg. So kom G!Festivalurin úr tí um­ hvørv­inum, og Sunneva var nátúrliga heft at tí arbeiðinum. Har hon sum 18 ára gomil valdi at byggja karmar rund­ an um tónleikin, ístaðin fyri at spæla tónleik sjálv. Foreldur okkara eru jú úr arbeiðs­ manna­stættinum og hava sagt okkum, at vit kunnu verða tað vit vilja. Tað pass­ar jú ikki, sigur hon. Vit kunnu ikki øll verða forsetar, men øll kunnu hava eitt gott lív og verða nøgd, um vit bert finna tað, vit eru nøgd við. Eg setti mær tá tað fyri, at eg vildi ongantíð stríða ímóti míni egnu sannføring. Sirkus er úr Íslandi Allar tær kenslurnar, sum vuksu í Sunnevu, tá hon ferdaðist í Losjuni í Gøtu, fekk hon aftur, í enn størri mun, tá hon flutti til Reykjavíkar at búgva sum 19 ára gomul. – Eg fann tað umhvørvið, sum eg var ein partur av, og tað var Sirkus, sigur hon. Ta tíðina, hon búði í Reykjavík, ar­ beiddi hon á kaffistovu, á reinasríi og sum duravørur í vertshúsinum Sirkus. Tá abbi hennara andaðist, var nógv hjá henni og beiggjanum at gera upp, av tí sum hann legði eftir seg, tí har var onki millumlið. Eisini fekk Sunneva um sama mundi bjóðað starv hjá G!Festivalinum og kendi á sær, at nú var tíð uppá at koma heim aftur til Føroyar. Sunnevu dámar væl at vera millum fólk, og njóta samveruna við øðrum. Hetta gera vit øll, tí vit eru floksdýr, sig­ur hon. Munurin liggur bara í, hvussu samkomuhúsið, vit møtast í, sær út. Vit koyra okkum sjálvi í størri bólk­ ar fyri at passa inn í samfelagið, sigur Sunneva. Hon heldur, at vit skuldu heldur givið hvørjum øðrum rúm til at vera soleiðis, sum vit eru. – Tú behøvist ikki at hava somu sanføring sum eg innan nakað sum helst. Tá eg vaks upp lærdi eg ofta, at eg skuldi umvenda onnur fyri at fáa løn í himli. Hetta er ein misskiljing, tí hetta endar ofta í manipulering, og tú vendur ein persón burtur frá at vera tann sum hann er, til at vera tann sum tú sjálvur ert – fyri tín egna tørv, og tað er ikki rætt. Í síðsta enda handlar tað um, at vit eru góð hvørt við annað, og ikki seta okkum upp ímóti sannføringini hjá hvørj­um øðrum. Vit skuldu øll slappa meira av, onkur er bøssi og onkur er mus­limur. Komið yvir tað! Sigur hon. Hon ætlaði ikki at flyta heim úr Íslandi tá, og skuldi hon trívast í Føroy­um, so kravdi tað, at hon kundi samla tey fólkini, sum vóru rundan um hana. Í Havn samlaðust fólk í Hvonn til cocktails, í Mimir til at spæla pool og vera anonymur, og so í øðrum verts­ hús­um og dansistøðum. Sunneva og vin­fólk hennara høvdu tosað um »hitt staðið« sum manglaði í býnum, tó visti ongin reiðiliga hvat hitt staðið var – men hon helt seg vita. Sirkus er hitt staðið Tær báðar, Sigga og Inga, sum eiga Sirkus í Reykjavík, eru eitt sindur sum Sunneva, sigur hon sjálv, ráar, ljós­hærdar og dáma væl whisky. Tær høvdu tó ikki hug at víðka fyritøkuna, hóast Sunneva fleiri ferðir nevndi, at eitt stað sum Sirkus manglaði í Føroy­ um. Seinni fær Sunneva tó kortini sam­ starv í lag við Jóel, son Siggu, og so varð Sirkus sett á stovn. Í Sirkus roynir Sunneva at borðreiða við fjølbroyttum tiltøkum, so sum al­ menn­um kjakum, diskarum, sum hvør í sínum lagi spæla ókendar, og ofta annar­leiðis, tónar og eisini onkrum. Fyri Sunnevu kennist Sirkus sum eitt fríð­stað, har ongin setur reglar fyri, hvussu hvør annar skal vera. Við virð­ ing fyri hvørjum øðrum. Hon hevur tó onkuntíð hoyrt onkran siga, at eitt krav fyri at eitt hugskot er nakað vert í Sirkus, er at tað skal vera sned­ugt. Hetta heldur hon ikki vera heilt rætt. – Tað er ikki nakað krav, at tað skal vera nakað sum helst, men tó sigur mítt fyrsta instinkt altíð, at eg tími illa at gera ting, sum onnur gera. Tað er feitari at finna útav, hvat tað egentliga er sum manglar. Politikkarar skulu ikki stjórna borgarunum Sunneva trúði ikki sjálv, at hon fór at vera virkin á politiska pallinum, men tá Framsókn varð stovnað, kendi hon á sær, at hetta var nakað fyri hana. Flokk­urin er nýggjur og óspiltur, og hon sleppur at vera partur av at byggja upp frá grundini av. Eisini kennur hon tað sum at tann »lítli maðurin og lítla kvinnan« hava stórt pláss í flokkinum. Frælsini í flokkinum samsvara við Sunnevusa persónligu sannføring, og nú er hon nevndarlimur og hevur stillað upp til løgtings- og býráðsvalið. – Eg skilji ikki, at staturin vágar sær at blanda seg uppí, hvat borgarin ger privat, hann skal ikki siga okkum, hvat vit skulu og ikki skulu gera, tá vit ikki seta onnur í vanda. Harafturat er bara 20 prosent av føroyskari vinnu privat, og er grundin til hetta, at tað er ov dýrt og trongligt at fáast við sítt egna, og mugu nakrar juster­ingar til í lóggávuni, sigur hon. Tað veit Sunneva á egnan kropp, tí hon hevði eisini torført við at byggja sína egnu fyritøku upp. Framsókn er ein­asta alternativið, vit hava til hetta í før­oyskum politikki, heldur hon. Eisini hevur hon verið virkin í LGBT, og Sirkus var ein stuðul hjá LGBT við tað sama. Tá tosaðu fólk ikki um rættindi hjá samkyndum á sama hátt, sum tey gera í dag, og tað var eitt sindur av einum vágaverki at leggja høli til tiltøk frá felagsskapinum. Sunneva fekk tá at vita, at hon fór at styggja fólk burtur frá Sirkus, men hon sigur, at tað kundu hon ikki lagt minni í, tí hon stendur við sína sannføring. – Tað er viktigt at vit fáa javnrættindi fyri samkynd og øll menniskju. At man blandar seg uttanum, hvat fólk gera, so leingi tey ikki genera onnur. Man kann ikki genera onnur við at vera sam­ kyndur og giftast. Ongin hevur patent upp á kjarnufamiljuna, sigur hon. Skúlin er ikki fyri øll Sunneva varð ikki liðug við studenta­ skúlan. Hon gavst, tí henni ikki dámdi at sita á skúlabonki og blíva trenað til at hugsa líka sum øll hini. Hon leggur dent á, at tað ikki er skúlin í sjálvum sær tað er galið við, men at skúlin ikki er góður fyri tey, sum slett ikki tíma. – Tað byrjaði har. Eg hugsaði, at eg behøvist ikki hesa innlæringina. Eg havi ikki brúk fyri tí, eg kann bara gera tað, eg havi hug at gera, og tí reki eg eina fyritøku í dag. Hon tók hesa av­ gerð­ina sum 17 ára gomul, og hevur ikki vikið frá henni enn. Hon heldur, at hon er bara innbygd soleiðis, at hon ikki bara finnur seg í øllum. Sirkus er Hon er uppvaksin í Leirvík, Aarhus og í Havn. Eisini hevur hon búð eina tíð í Íslandi. Nú býr hon aftur í Havn, har hon hevur búð í átta ár. Hon hevur nógvar sterkar meiningar, men setur seg ikki sum dómara hjá øðrum »hitt staðið«