Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 9 VIKUSKIFTI mynd: roxette pressumynd Tað var ikki sørt, at røddin var errin, tá Erik Biskopstø vegna Summar Festivalin kundi avdúka, at Roxette verður høvuðsnavnið á 2015-útgávuni av Summar Festivalinum. Scorpions, Mika, Westlife og Ronan Keating eru avgjørt stór nøvn, men tað er neyvan at taka ov rívan til, tá sagt verður, at Roxette er størri – nógv størri. – Hetta er uttan iva nógv tað størsta navnið, sum vit hava havt. Tú kanst kanska eisini siga, at hetta fyrsta ferðin, at vit slettis ikki hava fyri neyðini at siga fólki, hvussu stórur bólkurin er. Tí tað vita øll, heldur Erik Biskopstø, sum er ein av fyri­skiparunum á Summar Festivalinum. – Tá vit fingu endaliga svarið, kendist tað mest sum óveruligt, og eg hevði næstan hug at klípa meg í armin. Ikki minst tí hetta er ein bólkur, sum vit á Festivalinum hava dyrgt eftir heilt leingi. – Hetta er ein tilgongd, sum hevur fevnt um fleiri ár, og bæði hepni og treiskni hava virkað til, at hetta er eydnast. Tað byggir eisini á tað arbeiðið, sum er gjørt her í Festivalinum seinastu nógvu árini. Vit hava bygt okkum eitt CV, sum er hampuliga gott, og hetta ger tað nógv lættari at koma í samband við tey røttu fólkini. – Roxette er ein bólkur, sum passar perfekt til konseptið hjá okkum, og tað eru longu fleiri ár síðani, at vit løgdu teir fyrstu følararnir út. Longu fyri trimum árum síðani fingu vit eisini útgreiningar um, hvat tey kravdu av teknikki, palli og øðrum, og hetta hava vit so fyrihildið okkum til, tá vit hava arbeitt víðari við málinum. – Tað eru tó sjálvandi nógvir lutir, sum skulu passa saman. Bókingarnar hjá teimum eru nógvar, men í komandi ár eru 30 ár liðin, síðani bólkurin varð stovnaður, og í hesum sambandi fara tey á Europa-turné. Og her vóru vit somikið heppin, at tað lá fyri at koma til Klaksvíkar, sigur Erik. Føroyar eru eitt navn Eitt er, at Summar Festivalurin gjøgnum árini hevur arbeitt seg upp. Tey kunnu vísa á, at neyðugi infra-strukturin til – eftir okkara mátistokki – heilt stórar konsertir er í lagi, og í dag hava tey eisini eitt gott netværk at arbeiða saman við, tá nøvn skulu bókast. Annað er, at ímyndin av Føroyum avgjørt eisini hevur nakað at siga, staðfestir Erik. – Tað er einki at ivast í. Tað nyttar lítið hjá okkum at liggja her í Atlantshavinum, um eingin veit av, at vit eru til. – Her er altavgerandi, at nógv og gott tilfar um Føroyar er atkomuligt. Eitt nú sendi eg teimum upplýsingar um tað, sum National Geographic hevur skrivað, nú vit aftur verða umrødd millum mest spennandi ferðamál í heiminum. Tú kanst jú googla mest sum alt í dag, so tað arbeiðið, sum verður gjørt innan ferðavinnuna, hevur sanniliga eisini stóran týdning í okkara arbeiði, sigur Erik. Billett-netið mundi krasja Eitt er, at Roxette er størsta navnið, sum hevur verið á plakatini hjá Summar Festivalinum. Annað er, at stóri kalvin varð avdúkaður, samstundis sum forsølan byrjaði. Og tað var um reppið, at hetta gav trupulleikar. – Tá TV2 kom á skránna, varð hetta eisini gjørt, samstundis sum forsølan byrjaði, men tað var meira eitt navn, har fólk søgdu »ok«. – Vanliga er sølan eisini góð undan jólum – kanska serliga seinastu dagarnar undan jólaaftan – men vit aldrin upplivað nakað, sum líkist áhug­anum, sum vit merktu mikudagin. Servarin hjá okkum hevði trupulleikar, og eina løtu var veruligur vandi fyri, at hann krasjaði, men tað hendi tíbetur ikki, sigur Erik. Soleiðis tykist alt vera gleði og gleimur hjá Summar Festivalinum í løtuni, men Erik heldur við einum skeivum smíli fyri, at hetta eisini skapar av­bjóðingar til komandi árini. – Tað verður kanska verri, tá vit næsta ár skulu finna nýggj nøvn, tí tað verður ótrúliga trupult at toppa hesum. Men har mugu vit bara siga, at vit taka eitt ár í senn! Hava álit á Festivalinum og Føroyum Bókingin av Roxette er úrslit av drúgvum og miðvísum arbeiði í nógv ár. Summar Festivalurin hevur skapt sær virðing og álit úti í heimi Tey fylla framvegis stór stadion, tá tey hava konsertir. Vitjanin av Marie Fredriksson og Per Gessle er uttan iva tað størsta, sum Summar Festivalinum nakran tíð hevur havt á plakatini Sæð á Facebook Tað vóru nógvar dagføringar at síggja á Facebook, tá tíðindin um Føroya-ferðina hjá Roxette bórust mikukvøldið. Her prenta vit nakrar teirra: »Eg eri ein seeeera spent dama sum gleðir seg til summarfestival í næsta ár« Kvinna, 30 ár »Kom, so Roxette« Maður, 36 ár »Kanska ikki vestmenningi líkt at vera í góðari tíð, men nú er longu klárt hjá okkum at fara á SF 2015, og eg gleði meg at hoyra Roxette, elski øll løgini hjá teimum« Kvinna, í 30’unum »Roxette var eitt av mínum ynskjum á SF 2015! Klassi!« Maður, 31 ár »Síggjast á SF!!!!!!« Kvinna, 28 ár »SF 2015 it is going to be legendary!« Maður, 33 ár