hósdagur 4. desember 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
8
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Roxette, sviar og ikki minst altjóða
pop-tónleikurin hevur nógv at takka
Dean Cushman fyri. Eisini hóast tað
munnu vera tey fæstu, sum kennast við
navnið á amerikumannninum. Tí hóast
Roxette saman við Abba verður roknað
sum størsta navnið í stoltu svensku
tónleikasøguni, so skuldi eitt sindur
av tilvild til, áðrenn bólkurin fekk sítt
gjøgnumbrot.
Handan søguna býr ein hending frá
80’unum, útvarpsstøðir vóru tátíðar
innar svar upp á dagsins Youtube.
Roxette hevði longu verið til í
nøkur ár. Pearls of Passion varð send á
svenska marknaðin í 1986, og útgávan
stóð seg væl. Somikið væl, at tey bæði,
Per Gessle og Marie Fredriksson, skjótt
fóru undir næstu útgávuna.
Navnið var Look Sharp!, og LP’in
var ovast á svenska sølulistanum í
fjúrtan vikur. Tær báðar fyrstu singlur
nar av útgávuni, Dressed for Succes
og Listen to your Heart, rukku báðar á
top 10 í heimlandinum, og ikki minst
vóru fólk fegin um, at Fredriksson nú
í nógv størri mun var fremsta røddin
hjá bólkinum. Gessle var annars upp
runaliga tann leiðandi vokalisturin,
men sjálvur hevði hann einki ímóti, at
Marie yvirtók hendan leiklutin.
The Look varð vald sum triða
singleútgávan av LP’ini, og tað vildi
so til, at einum amerikonskum skiftis
næmingi – Dean Cushman – dámdi
lagið sera væl. Somikið væl, at hann
tók eitt eintak við sær, tá hann fór aftur
til heimlandið, og hann gav eintakið
til KDWB, ið er ein lokal útvarpsstøð
í Minneapolis.
Lagið gjørdist eitt hitt alt fyri eitt.
Somikið brádliga kom hetta á, at hóast
gravgangur var eftir lagnum og út
gávuni, so skaffaðist hon ikki í USA. Tað
í sjálvum sær gjørdist sjálvandi eisini
ein stór søga, og so mátti EMI, sum
fyrr hevði vent tumlinumn niðureftir,
tá talan var um at senda útgávuna á
amerikanska marknaðin, í skundi fram
leiða milliónatal av eintøkum.
The Look rakk upp á ovastu tindar í
USA og í 24 øðrum londum, og Roxette
gjørdust sannar legendur innan pop/
rock-sjangruna.
Heimurin fylgdi við sjúkuni
Blandið av væl svingandi melodiøsum
tónleiki og stilum balladum rakti beint
í alheims fólkasálina.
Lítla Føroyar slapp so sanniliga
heldur ikki undan Roxette-feprinum.
Tórshavnar Kommuna byrjaði á
sumri í 1989 at senda á nýggju Rás
Tórshavn. Har var MTV ein av rás
unum, og tá hetta fall saman við al
tjóða gjøgnumbrotinum hjá svensku
pop-duettini, tónaði Roxette í bæði
sjónvarpi, dansistøðum og ynskiløtum
í útvarpinum.
Næstu útgávurnar prógvaðu eisini,
at her var talan um nakað nógv
meira enn ein døgnflugu. Roxette
hevur støðugt sent hópin av hittum á
marknaðin. Umframt »The Look« hava
eisini »Listen to Your Heart«, »It Must
Have Been Love« og »Joyride« toppað
snigle-listarnar í USA. Bólkurin hevur
havt eina rúgvu av topp-løgum um
allan heim, og virðislønirnar á bæði
svenska og altjóða pallinum hava verið
heilt nógvar í tali.
Glamour-tilveran tykist ongan tíð
hava órógvað tey bæði meira enn gott
er, og fólksligi verimáti teirra hevur ikki
gjørt bólkin minni vælumtóktan.
Hetta var eisini sjónligt, tá Marie í
eina tíð stríddist fyri lívinum, eftir at
hon hevði fingið staðfest krabba. Talan
varð um drúgva sjúkralegu, og bæði
svenskir og altjóða miðlar sympati
seraðu og fylgdu við, hvussu gekk í
dystinum móti sjúkuni. Saman við
læknunum vann Marie á sjúkuni, og
fagnaðurin kring allan heim var stórur,
tá Roxette aftur fann vegin fram á
konsertplakatirnar.
Framvegis risastórt
Summarfestivalurin hevur av og á
fingið ábreiðslur fyri, at tað í stóran
mun er »has-been«, sum hava myndað
stóru framførslurnar á pallinum.
Kanska ikki heilt rættvíst, um hugt
verður eftir teimum stóru nøvnum,
sum hóast alt hava verið á skránni.
Eisini nøvn við nýggjum tónum.
Roxette hevur kanska 30 ár á baki,
men populariteturin um allan heim er
framvegis ovurstórur. Ikki minst eru tey
framvegis eitt risa-navn í Australia og
Suðuramerika, har tey framvegis hava
stórar og útseldar stadion-konsertir.
Somikið stórar eru konsertirnar
kanska ikki á okkara leiðum, men kort
ini hava tey valt at hava eina Europa-
turné. Eitt av stoppunum á hesari
verður altso á Vágsbøi í Klaksvík, har
stóra pop-brakið á ársins Summar
Festivali verður hildið fríggjakvøldið
7. august.
Veruligur
altjóða
Roxette er ein av gigantunum innan pop-tónleik. Eingin ivast í dag um, at
Gessle og Fredriksson betur enn tey flestu duga at seta fangandi løg og
tekstir saman, men tað skuldi eitt sindur av tilvild og ein amerikanskur
skiftisnæmingur til, áðrenn bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot
top-klassi
Útgávur:
Pearls og Passion – 1986
Look Sharp! – 1988
Joyride – 1991
Tourism – 1992
Crash! Boom! Bang! – 1994
Have a Nice Day – 1999
Room Service – 2001
Charm School – 2011
Travelling – 2012
Uppsamlingar
Rarities – 1995
Don’t Bore Us, Get to the Chorus! – 1996
Baladas En Esnpanol – 1996
The Ballad Hits – 2002
The Pop Hits – 2003
A Collection of Roxette Hits:
Their 20 Greates Songs – 2006dr