hósdagur 4. desember 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
7
VIKUSKIFTI
E
ingin spegil er so
miskunnarleysur, so
avdúkandi, so ør
kymlandi, so forbiðin
sum bakspegilin.
Einki glas er so skyggjandi
sum glasið í bakspeglinum. Tú
sært alt, sum er aftan fyri teg,
sum er farið. Tú kanst einki gera
uttan at iðra teg, harmast og siga
shit, men farið er farið.
Eg sigi forbannað, at eg ikki
skrivaði tað, sum eg hugsaði og
segði eisini við onkran tá, at tað
fór at gera av við gamla góða
Føroya Sparikassa, at hann fór at
fjasast við vinnulív. At hann bara
helt fram at lána til sethús og
íbúðir. Teir pengarnir, sum fólk
læna til at byggja sær tak yvir
høvdið og keypa sær eitt borð at
seta føturnar undir, koma aftur
við øllum rentunum. Teir eru
tryggasta íløgan, sum er til hjá
peningastovnum. Tí vanlig fólk
eru erlig, nógv tey flestu.
Vinnulívið hevur ikki sama
hugin at gjalda lán og rentur. Har
er so nógv annað, sum kemur
framum, so nógv annað, pengar
nir skulu brúkast til. Vinnulívið
líður eisini av herviligu sjúkuni
optimismu, bjartskygni, eisini í
svartasta vetrarmyrkri. Alt ber
til, sjálvandi ber alt til. Men tað
ger tað ikki.
Nú fáa vit at vita áttu, at
sjálvandi áttu øll at duga at síggja
minst tvey ár frammanundan
skrædlið, hvønn vegin, Eik
sveiggjaði og at enda legðist. Har
vóru so nógvar ábendingar, at
tey, sum hvørki sóu ella hoyrdu
tær, vóru bæði blind og deyv.
Eg skuldi havt skrivað tá, at
Eik fór ikki bara at drepa Føroya
Sparikassa, men eisini seg sjálva.
Bakspegil, bakspegil, halt kjaft.
Ella eina ta fyrstu ferðina,
Uni Debes spældi og sang
alment. Tað var í kjallaranum
í Kagganum, haldi tað var ein
J-dag, fyri nógvum árum síðani.
Var sera hugtikin og ætlaði at
skriva um framførsluna. Um
hendan framúr bluesmannin,
maðurin og gittarin ein eind, eitt
stjørnuskot í seriøsa partinum
av rútmiska tónleikinum. Ein,
vit kundu vænta okkum nógv
av í framtíðini. Eg skrivaði tað
kortini ikki, minnist ikki hví.
Kanska tí, eg havi ikki skil fyri
tónleiki annað enn kensluliga,
tað er upplívingin. Veit ikki, nær
ein tóni er reinur. Eg skrivaði
tað ikki. Men eg hevði rætt, so
dyggiliga rætt eins og við Føroya
Sparikassa. Bakspegil, bakspegil,
halt kjaft.
Hevðí verið áhugavert, um
onkur, sum hevur stundir og ein
lummaroknara, setti seg at rokna
út, hvussu nógv, samfelagið
hevði kostað at rikið, um allar
sparingar vóru strikaðar. Tað er,
um politikararnir lurtaðu eftir
øllum mótmælum. Og um øll
krøv vórðu eftirlíkað. Hvussu
nógvar milliardir, vit so skuldu
goldið afturat í skatti. Og øll
siga tað sama, eg skal ikki spara,
tað mugu onnur gera. Eingin vil
spara og lata, øll krevja og vilja
hava. Føroyar eru ein eykajáttan,
allar sum tær eru.
Eitt annað svar, sum ein slík
útrokning, eg nevndi omanfyri,
hevði givið okkum forvitnu, er,
um skrúvan hevur nakran enda
yvirhøvur.
Tað er eitt tekin um, at
føroyingar eru væl fyri, sita ikki
hendur í favn, tá rættindini verða
skerd. Hóast ST ongan sátt
mála hevur um rættindini hjá
vaksnum.
Eingi krøv eru órímilig, tí altíð
eru onnur, sum hava tað betri og
hava meira. Og øll skulu hava tað
sama í vælferðini, sum bara fer
væl, um øll fara væl. Eingin fer
væl, fyrr enn øll fara væl.
Og tað kostar milliardir,
nógvar milliardir, eitt skot:
millum 30 og 40.
Vit fáu, sum ikki krevja,
krevja, at øll tey, sum krevja og
krevja, siga okkum, hvaðani allar
hasar milliardirnar skulu koma.
Ikki ber til at flyta tær, tí, sum
tey siga: vit eiga nógv oyru, vit
lata ikki eitt oyra.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Eykajáttanin
Føroyar í bakspegli
LURTA
LES &
UPPLIV
lagt til rættis: Barbara Holm
I’ll be back!
Árið er 2029. John Conner, leiðari hjá uppreistrar
fólkunum stríðist enn móti maskinunum.
Ræðslan fyri framtíðini økist, tá ið ein TECOM
njósnari avdúkar eina samansvørjing hjá SkyNet,
sum fer at leypa á frá øllum síðum; fortíðini og
framtíðini, og tað fer at kollvelta alla krígsførslu
framyvir. Arnols Schwarzenegger er í juli
2015 aftur sum The Terminator við filminum
»Terminator: Genisys«, og skrivar í hesum døgum
so hóskandi á sína Twitter síðu: I’ll be back!
Ungir tónleikarar
við jólahugna
Árliga jólakonsertin hjá Føroya Symfoniorkestrið
gevur allari familjuni høvi til at vera saman og
njóta eina felags løtu við góðum tónleiki hjá
ungum, evnaríkum solistum og ikki at gloyma
sanginum hjá stóra barnakórinum. Tað skrivar
Norðurlandahúsið á heimasíðu síni um jóla
konsertina, sum verður sunnudagin klokkan
14 og aftur klokkan 16. Sí meira á nlh.fo
Tónlistarlig perla
í Reinsarínum
Reinsaríið letur dyrnar upp til fyrstu konsertina
hjá Høgna Reistrup í høvuðsstaðnum, síðan plátan
»Áðrenn vit hvørva« kom út. Saman við bólki fer
Høgni Reistrup at spæla løg av nýggju útgávuni.
»Áðrenn vit hvörva« er umrødd við nógvum rósandi
orðum. Tónleikasamtakið Grót sigur millum
annað, at »Áðrenn vit hvørva« er eitt so framúr
gott tónleikaverk, og telist uttan iva ímillum
bestu føroysku tónleikaútgávur nakrantíð. Tað er
27. desember, at Høgni vitjar í Reinsarínum.
AC/DC í topformi
Við yvir 40 árum á baki og við fleiri enn 200
milliónum seldum fløgum, er heimskendi rockbólkurin
AC/DC aftur við enn einari útgávu. Danska tónleika
blaðið gevur fløguni »Rock or Bust« 4 út av 6
stjørnum, og sigur millum annað, at tá ein hoyrir
eyðkendu røddina hjá sangaranum Brian Johnson,
er tað ótrúligt at ímynda sær, at hann í dag er 67
ára gamal. Rock or Bust kom út 1. desember í ár.
Tungmálmsjól
Jólatónar floyma úr lurtitólunum í hesum døgum,
men føroyingar fáa eisini høvið at upplivað nakrar
heldur øðrvísi jólatónar. Aftur í ár verður 2. jóla
kvøld eitt tungmálmskvøld í Tórsgøtu. Í fjør
leitaðu nógv fólk sær í Perluna, har nakrir av
fremstu føroysku tungmálmsbólkunum buldraðu.
Í ár er tiltakið flutt inn í Reinsaríið, har veruligur
tungur jólastemningur verður. Tungmálmur
á skránni klokkan 20.00 2. jólakvøld.
Fyrrverandi
forsætisráðharrin
fortelur
»Um tú ikki vilt leggja teg niður, so mást tú reisa
teg upp«. Tað skrivaði Sólrun, kona Lars Løkke
Rasmussen, í smsboðum til mannin, tá hann
var ávegis til 8 tímar langa leiðslufundin, sum
skuldi avgera hansara lagnu í flokkinum. Tað
vóru hesi boð, umframt ein heilsan frá tveimum
fremmandum, sum fingu Lars Løkke at berjast
fyri sín formanssess fyrr í ár. Les bókina LLR, sum
gevur innlit í politikk á hægsta stigið í Danmark.