Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 6 VIKUSKIFTI Svein Rógvi byrjaði at lesa til verk­ frøðing, tá hann og Annika fluttu niður at lesa, men lærubøkurnar vóru allar á týskum tá, og tískil varð ov torført. So fór hann at lesa útflutningstøkni og marknaðar­frøði. Seinni fluttu tey bæði so heim aftur til Klaksvíkar í eina tíð, áðrenn tey fóru til Tróndheim í eitt ár í 2009, tá Svein Rógvi fekk starv sum hond­bólts­venj­ ari har. Tað var eisini í Tróndheimi, at Svein Rógvi av fyrstani tíð kom fram á venjingar við kettlebells, ein venjingar­ háttur, sum Svein Rógvi brúkar nógv av í Fullpower Føroyar í dag. Tað var nakað heilt annað, enn tað hann fyrr hevði sæð í venjingar­mið­ støð­um. Her vóru ongar maskinur, men ístaðin nýttu ítróttarfólki kroppin í venj­ingini. – Tjóðarítrottur Ruslands, kettlebell venjing, fangaði meg, sigur Svein Rógvi. Ímeðan hann var í Norra, tók hann eisini tey skeiðini, hann kundi, inn­an nýggja áhugan. Soleiðis er Svein Rógvi. Tá okkurt hevur fangað hansara áhuga, er hann halgaður. Tekur hugskotið heim Hann tók nýggja áhugan við sær aftur til Klaksvíkar og valdi at gera hann til yrkisleið, tí sum Svein Rógvi sigur, so er lívið ov stutt til ikki at gera tað, ein elskar at gera. Hann hevur lisið í Dan­ mark í átta ár, men hóast tað, so er tor­ ført at finna starv í Klaksvík innan tað hann hevur lisið. – Eg veit ikki, sigur hann, eg eri ein innovativur maður, so tað endaði við hesum. Onkuntíð hevur Svein Rógvi eitt keðiligt tíðarskeið, har hann ikki fær sovið, og tí má upp um náttina at hugsa. Hann sigur, at hann skrivar, tekn­ar og ger ymiskar greiningar, men sjálvdan koma hugskotini víðari enn tað sama. Men eina náttina hann situr og hugsar, kemur hann framá, at eitt venj­ingar­høli, sum tað hann hevði upp­livað í Norra, óivað hevði borið seg í Klaksvík. Hann byrjaði so smátt í fyrr­verandi Reinsarínum í Klaksvík, og hann sá skjótt, at fólki dámaði hendan venjingarháttin og hugnaðu sær saman. Her var ein tørvur, sum Full­power Føroyar møtti. Tað at hava tað stuttligt er eisini týdningarmikið fyri Svein Rógva. – Tann dagin eg ikki havi tað stutt­ ligt meir, so tími eg ikki at gera tað er geri, tí man hevur bara eitt lív, so at ganga súrur á einum arbeiðisplássi og tvætla, tað er lívið ov stutt til, sigur hann. Hann sigur, at honum dámar væl at fáast við Fullpower, tí tað er eitt av­bjóðandi umhvørvi og jaligt. Hann leggur dent á, at hann ikki hevur hug til at vera á einum arbeiðsplássi við ring­ um stemningi. – Man skal ikki royna at svølgja ein­ um beiskum bita bara fyri at fáa eina mánaðarløn. Av tí sama eri eg flutt­ur av landinum viðhvørt. Eg havi eisni havt størv sum ongin annar tímur at hava. Við Fullpower Føroyar hevur Svein Rógvi eitt starv, sum hann trívist í. Hóast umstøðurnar og treytirnar eru av­bjóðandi í einum býi, har fólkatalið er lutfalsliga lágt, so gleðir hann seg at fara til arbeiðis hvønn dag. Tøppurin sum setti lívið í rætta høpi Í juli mánaði síðsta ár broyttist lagn­ an hjá Svein Rógva og Anniku, tá hann fekk ein blóðtøpp í heilan. Svein Rógvi heldur, at tað er stravið at hugsa ný­skapan allatíðina, og ein verð­ur stressaður av tí sama. Hann sigur, at hann hevur koyrt ov hart á, og tað óivað er tí, hann endaði á Lands­sjúkra­ hús­inum við blóðtøppi. Á veg út á landssjúkrahúsið mátti fúsi ítrottarmaðurin stuðlast á báðum síðum fyri ikki at detta, og armurin og beinið á vinstru síðu riggaðu illa, sigur hann. Eisini sá hann dupult av øllum. – Tað var virkuliga vemmiligt, sigur Svein Rógvi. Síðani sovnaði hann og vaknaði dagin eftir, og tá var alt tað horvið. Svein Rógvi hevði fullan førleika og dupul­tvisiónin var burtur. Tó svav hann út í eitt í eina viku, sum vanligt er eftir eina slíka yvirháling. Sinnisliga sigur Svein Rógvi tó frá, at hann er darvaður av tøppinum. Hann hevur altíð hildið bløðini og lisið tey frá enda í annan, men í dag fær hann illa samlað seg um at lesa. – Í dag haldi eg ikki bløðini, tí eg tími ikki at lesa bløðini. Tað er ein av fylg­inum av proppinum. Tað er trist, tí eitt tað hugnaligasta eg veit, er at fara upp um morgunin og fáa sær eitt bleytt­kókað egg, ein kaffimunn og lesa blaðið. Eisini er Svein Rógvi farin frá at vera morgunfúsur til at sova til langt út á dagin, um hann sleppur. Hann sigur skemt­andi, at nú má hann seta vekk­ ar­an soleiðis, at hann má reisa seg upp fyri at sløkkja hann, so at hann veruliga vaknar. Tøppurin hevur eisini ávirkað stutt­tíðarminnið og hugsunarháttin hjá Svein Rógva, sum nú hugsar alsamt meir um lívið og týdningin av at liva sum best. – Men man skal ikki vera bangin fyri at doyggja, leggur hann afturat. Tað var friðsælt, tá eg fekk blóðproppin. Eg lá bara har, og eg var ongantíð bangin, sjalvt um eg visti, at eg kundi doyggja. Seinni, havi mangar ferðir hugsað, at tað kendist trygt, greiðir Svein Rógvi álvarsliga frá. Síðani blóðtøppin hevur tað gingið væl við uppvenjingini, og kropsliga heilbrigdið er sera gott. Hann kann gera alt, sum hann gjørdi áðrenn hann fekk blóð­tøppin, men nú má hann ansa sær betur, so hann ikki ovbyrðar kroppin aftur. Tað er tó torført hjá Svein Rógva at vera ansin viðhvørt, men tað dugur hann betur nú, eftir at hann er komin seg. Svein Rógvi má slappa av Ein sunnumorgunin fyri fýra vikum síð­ani vaknaði Svein Rógvi aftur við sterk­ari pínu fyri hjartað. Hann vakti Anniku og bað hana geva sær panodyl, men pínan fór ikki burtur. Hann endaði síðani á sjúkrahúsinum, og læknarnir hildu tað vera magasár. Hann fekk mor­fin, men sigur, at tað onki gagnaði, pínan var verandi. Út á kvøldið lætnaði tó, og læknarnir vita ikki, hvør orsøkin var. Svein Rógvi heldur sjálvur, at sam­ bariliga niðurstøðan er, at hann hevur koyrt ov hart á síðani blóðtøppin. Svein Rógvi sigur, at hann dugur illa at bremsa sær sjávum, men roynir nú at lurta eftir signalunum, sum kroppurin sendir. Tí verður komandi summar óivað fyrsta summarið í 26 ár, har Svein Rógvi ikki rør kapp á nakrari av stevn­unum. – Høvdið og kroppurin siga ja, men samvitskan sigur nei, tí eg havi havt ov nógva ferð á – á øllum økjum. Tað er ov krevjandi, og eg orki ikki. Eg vil liva til eg verði 70 ár, sigur hann til endans. – Man skal ikki royna at svølgja ein­um beiskum bita bara fyri at fáa eina mánaðarløn. Av tí sama eri eg flutt­ur av landinum viðhvørt, sigur svein Rógvi mynd: Dávur Winther