hósdagur 4. desember 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
12
VIKUSKIFTI
Tá kroppurin eldist, gerst hann stívari og tað gerst truplari
at megna gerandisdagin. Sjálvt tað at skula toyggja seg upp
á ovastu hill ella at benda seg niður at binda lissurnar kann
kennast tungt. Men við at røra seg regluliga kann kroppurin
haldast liðiligari – eitt sindur hvønn dag munar eisini
Altíð í
besta aldri
Eldri og rørsla
Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini.
Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum
R
ørsla gevur meir orku og
vælveru. Rørsla kann fáa
smílið fram og eyguni at
glógva. Rørsla gevur eisini
sjálvsálit og sjálvsvirði, og
er við til at økja um hugin at vera saman
við øðrum í samband við ymisk tiltøk.
Afturat, at rørsla í sær sjálvum er sunn
fyri likamið og heilan, so hevur likam
ligi aktiviteturin tann eyka vinningin,
at hann ofta verður framdur saman við
øðrum. Soleiðis er hann við til at skapa
samband við onnur ella fyribyrgja
sosialari avbyrging á ellisárum. At vera
sjálvhjálpin gevur nøgdsemi, og føla at
tað tú gert gevur meining, er knýtt at
viljanum til broyting í lívinum. Tað
krevur tó ein ávísan kropsligan førleika
at fylla dagarnar við gerðum, ið hava
týdning fyri teg.
Fyrr varð ikki væntað av eldri fólki,
at tey vóru aktiv. Tey vórðu rádd frá
at vera kropsliga virkin, tí tað var ov
vandamikið. Ístaðin blivu tey mæld
til at spæla kort. Í dag er tað soleiðis,
at tað verður væntað av okkum, at
vit liva aktivt og sunt, soleiðis at vit
fara sunn og frísk hiðani sum 90 ára
gomul ella eldri. Eisini verður væntað
av okkum, at vit halda okkum sunn,
og at vit kenna ta nýggjastu vitanina
innan heilsu.
Hvat hendir, tá vit eldast
»Ta’r du livet
som det falder,
går du gennem
tidens haller,
altid i din bedste alder«
Piet Hein
Vøddar okkara og beinagrindin vikna
við aldrinum. Hetta ávirkar okkum m.a.
soleiðis, at javnvágin gerst vánaligari
og vandin fyri at detta økist. Um tú ert
bangin fyri at detta, førir tað óivað til,
at tú rørir teg minni.
Vandin fyri at enda í einum óndum
sirkli, har óttin fyri at detta og bróta
seg sundur kann gera, at vit røra okkum
enn minni og gerast enn meira ótrygg á
beinunum. Niðursett rørsla ger kroppin
tískil meira viðbreknan, og kann eisini
hava við sær eitt ótal av álvarsomum
fylgisjúkum.
Hesa tilgongd kunnu vit útseta við
regluligari rørslu. Tá vit røra okkum,
gerast liðirnir smidligari og minni
stívir, og tað at benda seg niður at binda
lissur og at røkka upp á ovastu hill
gerst alsamt lættari. Hóast orsøkirnar
til at røra seg eru nógvar og góðar,
eru tað ikki øll, ið hava hug til tess.
Ofta verður rørsla sett í samband við
at missa ondina, ella at føla pínu, og
hetta kann fáa fólk at setast aftur. Tað,
at vera bangin fyri at detta ella at koma
til skaða kann eisini fáar nógv eldri at
halda seg burtur frá rørslu.
Fitness ikki einasta svarið
Tað er møguligt at trena heilan alt lívið
–Tá vit binda brúka vit bæði hendur og
høvd samstundis.
Tað kann vera torført at finna
íblástur til dagliga rørslu. Vit hugsa
ofta um fitness, vektlyfting og sveitta
á pannuna í samband við rørslu, men í
veruleikanum er rørsla so nógv annað
enn tað. At ganga ein góðan túr, fara á
fjall ella á flot og njóta tað góða veðrið,
meðan tú fiskar, ger eisini mun. At vitja
grannakonuna til ein drekkamunn og
hava stokkarnar við, er eisini ein form
ur fyri at vera virkin.
Við rørslu ber til at fremja virkisfør
leikan og sjálvbjargni hjá tí einstaka,
og soleiðis skapa góðar umstøður fyri
tí góða lívinum á ellisárum.
At svimja er eisini eitt ítriv, har
tú fært samantvinnað tað rørsluliga,
sansaliga og sosiala. Sum nevnt kann
tað eggja teg at halda áfram, um tú til
dømis følir, at tað gevur meining fyri
teg at luttaka í onkrum sosialum.
Tað snýr seg um at finna útav, hvat
fyri ítriv gevur gleði í tínum lívi, og so
at halda áfram við hesum, soleiðis at
tú heldur teg í gongd og kanst liva tað
góða lívið so leingi sum gjørligt. Við at
halda kroppin liðiligan gjøgnum lívið,
betra vit ikki bara um gerandisdagin,
men syrgja eisini fyri, at lívið verður
longri.
Ofta kann tað verða strævið at vera
aktivur í fleiri tímar, men við billiard
er ein góður møguleiki fyri at spjaða
aktivitetin yvir allan dagin.
At spæla billiard er eisini formur
fyri rørslu: Fyri tað fyrsta er billiard
ein aktivitetur, ið nógv eru sera glað
fyri, og hetta er við til at fremja teirra
lívsgóðsku, samstundis sum tey eru við
í tí lokala lívinum og eru sosialt aktiv.
Harafturat er billiard ein vælegnaður
aktivitetur til eldri fólk, tí fleiri støðgir
eru, har mann fær samlað sær orku.
Akkurát hetta er við til at fremja ork
una soleiðis, at ein kann spæla í fleiri
tímar.
Fimleikur er ein fjølbroytt og effektiv
venjing fyri eldri, ið antin ynskja at
venja heima hjá sær sjálvum ella saman
við øðrum. Tað týdningarmesta fyri at
koma væl ígjøgnum dagin er at halda
seg í gongd, so smáar gerandisuppgávur
ikki gerast ov tungar við aldrinum.