Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 13 VIKUSKIFTI talva: Úr Vøku nr. 2, 2007 Rørsla ger, at tað gerst lættari at lata seg í, og gevur mót upp á ein meira virknan gerandisdag. Rørsla hevur eisini sálarligar fyri­ munir. Rørsla útskilir endorfinir, sum kropp­urin evnar til í heilanum. Hesi evni eru við til at økja um vælveruna, tí tey styrkja um reaktiónsevnini, styrkja immun­verjuna, forða strongd, virka pínustillandi og fáa tað góða lagið fram. »Nægter Nogen, at Bevægelsen er til: saa gjør jeg som Diogenes, saa gaar jeg. Nægter Nogen, at Sundheden er i Bevægelsen, saa gaaer fra alle sygelige Indvendinger. Naar man saaledes bliver ved at gaae, saa gaare det nok.« Søren Kirkegaard Tað kann vera torført at finna júst tað rætta ítrívið fyri tann einstaka, men um tú følir, at tað, sum tú gert, gevur mein­ing fyri teg, er tað lættari at halda fram. Um tú veitst, at tað fer at geva tær væl­veru at ganga ein túr, gerst tað lætt­ari at fara túrin. Hvat gera kommunurnar Tað eru nógv ymisk venjingartilboð til eldri heimabúgvandi í Føroyum. Flestu kommunur hava nógv ymisk tilboð, har eldri fólk millum annað kunnu koma inn til fimleik, svimjing og onnur ítriv. Hesi tilboð eru at finna við at seta seg í samband við kommunurnar. Tórshavnar kommuna setti Heilræði á  stovn í  2002. Endamálið við tæn­ ast­uni er at bøta um lívsgóðskuna hjá  teim­um eldri, við millum annað at upp­lýsa um ymiskar møguleikar og til­boð, sum eldri hava rætt til – har­ ímill­um fyri­byrgingar- og viðlíka­ halds­venj­ing­ar. Hesi tilboð eru við til at stimbra tey eldru til eitt virkið lív – eis­ini í  eldru árum. Tilhaldið í  Havn hevur eisini nógv ymisk tilboð til eldri borgarar. Hetta er við til at eggja tey til at verða sjálvhjálpin so leingi sum møgu­ligt, og hava okkurt at gleða seg til at koma upp til hvønn morgun og har­við fáa ein virknan og inni­halds­ ríkan dag. Umframt fimleik, rørslu og út­ferðir, skipar Tilhaldið eisini fyri fleiri øðrum spennandi og mennandi til­tøkum til eldri. Venjingar saman við øðrum geva sosiala samveru og ein steðg frá gerandis­degnum. Hetta vísir seg at eggja tey eldru til at halda fram við venj­ing­unum. Tað, at tú rørir teg og tað, at tú megnar at røra teg, er við til at gera lívið lættari. Sjálvt eitt stutt tíðar­skeið við venjingum kann hava týdn­ing fyri gerandisdagin. Skriva greinina hava: Frá vinstru: Anja S. Olsen, Brynhild Restorff og Ulla í Dávastovu Við at røra seg regluliga kann kroppurin haldast liðiligari – eitt sindur hvønn dag munar eisini Jú meira tú rørir teg, tess betri verður heilsan, vísa kanningar