Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Fekk “ferða­seðil” til Auschwitch..... Sum framhald av søguni um Exodus skal her verða greitt frá lagnuni hjá Honnu Ben Yami. Tað sum bjargaði henni var, at hon var ov sjúk at verða send til tann vissa deyða. Hetta kann eisini vera eitt íkast til Holocaustdagin í komandi mánað A v øllum teimum samrøðum, eg havi havt, er tann við Honnu Ben Yami tann mest hjarta­ sker­andi. Hanna var týskur jødi. Páp­in doyði í Dachau, eini týningarlegu hjá nas­ist­un­um. Beiggjarnir báðir sluppu av land­ in­um, áðrenn tað var ov seint. Sjálv var hon sjúk og innløgd á sjúkrahúsi. Mamman og syst­ir­in arbeiddu tá á eini verksmiðju. Ein dag­in ringir systirin til Honnu og sigur hjart­ kipt: “Teir hava verið har á verksmiðjuni.” Sam­røðan var stutt, og systirin segði, at nú mátti hon rýma. Hanna segði: “Tá skilti eg, at nú var eg ein­ sam­øll eftir.” Og hon græt, so rørd var hon. Hetta er ein løta, sum eg ikki gloymi. Hon hoyrdi heldir ikki aftur frá teimum báðum. Theresienstadt Hanna greiðir víðari frá: Eg var verandi á sjúkrahúsinum enn eina tíð. Men í mars mánaði 1943 sendu týskarar bæði sjúklingar og starvsfólk til KZ-leguna There­si­en­stadt í Tjekkoslovakínum. Hetta skuldi eitast at vera ein mynsturlega, har øll høvdu tað gott og kundu liva trygg und­ir skipaðum viðurskiftum. Í týsku propa­ ganda­ini varð hon nevnd "Býurin, sum Hitler hev­ur givið jødunum". Tískil vóru viðurskiftini í leguni – á papp­ ír­in­um – gjørd so lík sum gjørligt við við­ur­ skiftini uttanfyri leguna. M.a. fingu øll løn ella veitingar, men hetta varð gjørt á ein slík­ an hátt, at eingin fekk nyttu burtur úr veit­ ing­unum. Tískil vóru eisini handlar, har tað á papp­ ír­in­um skuldi vera møguligt at keypa alt møgu­ligt við teimum skamtanarkortum, sum íbúgv­ar­ar­nir fingu. Men tað fekst bara lítið ella einki í handlunum, og skamtanarkortini vóru mestsum einki verd. Veruleikin var, at legan var ein bíðilega til deyðs­legurnar, og íbúgvararnir bíðaðu bert eft­ir, at "framleiðsluorka" var tøk í eini týn­ ing­ar­legu at beina fyri teimum eisini. Send við kríatúrvognum Vit vóru koyrd umborð á eitt tok og fingu pláss í kríatúrvagnunum. Ofta doyðu nógv á veg­num, áðrenn tey komu fram. Eg var sam­ an við øðrum børnum, sum í fyrsta umfari vórðu koyrd í ein serligan barnabygning í There­si­en­stadt. Men her kundi eg ikki vera ver­andi, tí eg var framvegis sjúk. Tí varð eg koyrd á sjúkrahúsið í leguni, og her var eg í tvey ár. Eg fekk onga viðgerð. Eg hevði nú fing­ið tuberklar, og tá í tíðini vóru avmarkaðir møgu­leikar fyri læknaligari viðgerð av tub­ erkl­um. Eg búði saman við 25 øðrum í eini sera stórari sjúkrastovu. Eg var so kløn. Hóast lít­ið av mati fekst, orkaði eg ikki at eta alla mína skamtan, so eg gav eina sjúka vinkonu tað, sum eg ikki orkaði at eta. Maturin var vána­lig­ur, og nógv doyðu í hungri. Men børn fingu tó nakað meira av mati enn tey vaksnu, men hetta var kortini alt ov lítið til at fáa mett­una. Maturin, vit fingu, var ein grá súp­ an, har nakrar flísar av eplum vóru í. Ella var tað bygggrýn og mjøl, sum var malið úr næv­ur. Onkuntíð var eitt sindur av vánaligum kjøti í. Sóu tokini koma og fara Beint uttanfyri vindeyguni á sjúkrahúsinum kundu vit síggja tokini, sum komu og fóru. Vit sóu, hvussu illa tey vóru viðfarin, sum fóru avstað við tokinum. Hesi fingu at vita, at tey skuldi fara "onkustaðni" at arbeiða, og at tey har fóru at fáa nógv betri umstøður. Men so við og við fóru tíðindi at ganga um, hvat veru­liga hendi teimum. Øll høvdu frætt um gass­i­ng­ina av teimum, sum fóru. At enda var eing­in, sum ivaðist í, at boðini um at fara við næsta toki var tann vissi deyði. Tað var pláss fyri 53.000 fólkum í leguni. Men frá 1941 til 1945 vóru tað 150.000, sum komu higar. Av teimum vórðu 120.000 send víð­ari til Auschwitz og aðrar týningarlegur. Tey flestu, sum eftir vóru, doyðu av sjúku og svongd. Noyddust at senda síni egnu í deyðan Einki varð spart fyri at gera umstøðurnar so ræð­andi fyri íbúgvarnar sum gjørligt. Tað skuldi eitast, at jødarnir sjálvir stýrdu leguni, og her var eisini eitt ovasta ráð mannað við jød­um. Hetta ráð varð tó ofta skift út. So hvørt, sum ráðsliminir fingu ov nógva vitan um brotsverkini hjá nasistunum, vórðu teir fyri­beind­ir, og nýtt ráð varð valt, sum seinni fekk somu lagnu. Eitt dømi um ræðu­leikarnar var, at knapp­liga kundu boð koma um, at dag­in eftir skuldu t.d. 5.000 jødar ella tíggjundi hvør íbúgvi send­ast av­ stað. Men jødiska ráð­ið skuldi sjálvt seta nøvn á tey, ið skuldu fara. Ein kann illa hugsa sær, hvussu ræðuligt henda støðan var, tí jødiska ráðið visti betri enn hini, hvat ið fór at henda teim­um, sum fóru. Deyðadómurin kom… Í oktober 1944 fái eg saman við hinum á sjúkra­húsinum eitt bræv um, at tann 20. okt­ob­er skuldu vit flyta úr Theresienstadt. Hetta brævið var so professionelt, at tað kundi eins væl verið ein fráboðan um lut­ tøku á eini skótalegu. Greiðar reglur vóru fyri viðførinum, sum skuldi heintast áðrenn frá­ ferð­ina. Hetta viðførið fór ongan veg, tí hvat skuldu deyðadømd nýta viðførið til. Viðførið end­aði nevniliga í handlunum í leguni, sum so kundu fáa tann vinningin burtur úr hesum. Flutningurin til deyðslegurnar fór fram við almennu týsku jarnbreytunum Deutche Reichs­bahn. Myndugleikarnir bíløgdu og rind­aðu so og so nógvar ferðaseðlar, og so lagaði jarnbreytarfelagið túratalið eftir tørv­ in­um, eins og Strandferðslan hjá okkum ger, tá stevnur eru. Myndugleikarnir fingu enntá av­sláttur fyri bólkaferðir! Ein eingil kom... Tá ið dagurin kom, sá eg av sjúkrastovuni nið­ur á tokið, sum var komið eftir okkum. Hjá mær var einki at pakka, tí eg átti einki. Eg bíðaði bert eftir, at tíðin var komin at fara um­borð á tokið. Tá kemur ein eingil til mín. Tað má eg kalla hann. Hann var lækni á sjúkrahúsinum og var jødi. Hann segði: ”Tú fert ongan veg, tí tú er ov sjúk at ferðast. Kom við mær”. Eg iv­að­ist, men hann segði avgjørdur: ”Kom við mær.” Somu boð fekk eisini vinkonan, sum eg um­ røddi. Og vit fóru við honum. Læknin førdi okk­um til eitt annað hús, har vit so hildu til. Hetta gjørdi hann, tí hann visti, at tað ein­asta, sum kundi bjarga okkum, var eina lækna­váttan um, at vit vóru ov sjúkar at ferð­ ast, sjálvt um tað var til tann vissa deyða. Eg sá ongantíð læknan aftur. Hann er kanska sjálvur farin við tokinum og fingið ta lagnu, sum hann bjargaði mær frá. Eg var tann ein­asti sjúkl­ing­ur­in á míni deild á sjúkra­húsinum og kanska á øllum sjúkra­hús­ in­um, sum slapp við lívinum. Henda ferðin gjørdist tann seinast úr There­si­en­stadt til Auschwits. Í november 1944 máttu týskarar nevniliga gevast við hóp­gass­ ing­ini av jødum í Auschwitz. Stríðsvøllurin nærk­að­ist nú so nógv deyðslegunum í Polen, at hetta skapti ólag á "framleiðsluna", og tað bar ikki til at halda áfram. Endiliga bjargað Tað vóru so nógv tok farin úr leguni í sept­ emb­er og oktober 1944, at bert ein fjórðingur av vanliga fólkatalinum var eftir. Men fram ímóti krígsloki fyltist legan knappliga við fólki. Eini 25-30.000 komu frá ymiskum øðr­ um legum. So hvørt sum teir sameindu nærk­ að­ust teimum ymisku KZ-legunum, vóru tey, sum enn vóru á lívi, koyrd út úr legunum og flutt til "tryggari" støð. Tann 29. apríl 1945 kemur Reyði Krossur og yvirtekur myndugleikan yvir leguna, og tann 13. mai koma russar, og tá var tíðin hjá týsk­ar­um liðug. Bjargað í síðstu løtu Tað var í síðstu løtu bjargingin kom. Eitt týskt skjal kom nevniliga und­an kavi, tá Hanna Ben Yami: 2. partur “Ferðaseðilin” sum Hanna fekk til Auschwitz. Boðini eru so snildisligað orðað sum at farast skuldi á eina skótalegu