Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014 15 VIKUSKIFTI íbúðin hjá ov­ast­an­um fyri leguni var tikin. Her fanst ein nágreinilig ætlan um at beina fyri Theresienstadt við øll­um íbúgvum tann 10. mai 1945. Aft­an­á russararnar komu am­er­iku­menn at taka hond um okkum. Hjálp­ar­fe­lags­skapir vest­anífrá vóru slopn­ir inn í Tjekkoslovakia at hjálpa teimum, sum vóru slopp­in liv­andi frá KZ -legunum. Fyrst fóru vit við toki til Pil­sen í Tjekko­slo­va­kí­num, og har fóru vit upp í am­er­ik­anskar lastbilar. Vit komu inn í Týsk­land, og har var alt gjørt til reið­ar fyri at kunna taka hond um okk­um og geva okkum ta fyrstuhjálp sum tørv­aði. Eg var framvegis sjúk. Fyrst fór eg á eitt sana­tor­i­um. Eg vildi sleppa til Palestina, men hetta loyvdu bretar ikki tá. So tey sendu meg til eitt nunnuklostur uppi í fjøllunum í Bay­ ern. So líðandi kom eg fyri meg aftur. Í 1947 kom eg í eina legu fyri jødar. Eg fór so at sóknast eftir beiggjunum. Tað vísti seg, at teir vóru komnir til Palestina í øllum góð­um. Eg fór til Ísraels í mai 1948, tá farast kundi nøku­lunda lógliga inn í landið. Men tað var ikki bert sum at siga tað hjá einum at siga barni sum mær – uttan foreldur – at sleppa til Palestina. So eg mátti, sum onnur børn í líkn­andi støðu, fáa ein falskan samleika, sum vísti, at eg longu búði í Palestina. Og tað riggaði. Mundi mist beiggjan aftaná alt Sum tað fyrsta fór eg at leita eftir beiggjum mín­um. Teir búðu í eini kibbuts ikki langt frá Tel Aviv. Tá ið eg kom til Ísraels búði eg í eini inn­flyt­ara­legu á Karmel fjall­in­um. Men skjótt fekk beiggi mín Sali meg til ta kibb­ uts­ina, har hann búði. Hin beiggi míni Heini var á eini kemiskari verksmiðju við Deyða Havið. Hann var her fyri saman við øðr­ um at verja verksmiðjuna móti álopum frá arabiskum uppreistrarmonnum. Tá ið Heini frættir, at eg eri komin til kibbutsina, tók hann frí fyri at koma at hitta meg. Men vegna arabiska uppreisturin mátti hann koma við flogfari. Tað fekk eitt brek og mátti neyðlenda sunnanfyri Jaffa. Tá verða teir álopnir av einum arabiskum bólki. Teir, sum yvirlivdu lendingina, vórðu skotnir av álops­monn­un­ um. Bjargaður av sínum mordara Tann einasti, sum ikki doyði, var beiggi mín Heini. Men hann royndi at látast at vera deyð­ ur fyri at sleppa undan deyðsskotinum. Men kort­ini sær ein av yvirgangsmonnunum, at ein av "deyðu" monnunum rørir seg. Hesin ar­ab­ar­in ger tá tað sjáldsama, at í staðin fyri at geva honum endaliga skotið, biður hann beiggja mín um at halda seg kúrran. Hann fekk sent boð til jødiska grannalagið um, at tað enn var lív í einum av teimum skotnu. Teir fóru eftir honum, løgdu hann á eina børu og fóru avstað við honum. Hann kom undir eina drúgva skurðviðgerð og kom fyri seg so aftaná langa sjúkralegu. Um somu tíð var eldri beiggi mín Sali í her­in­um, har hann var við í hørðum bar­døg­ um um Jerúsa­lem. Sali gjørdist fiski­maður, og Heini gjørdist lær­ari. Teir vórðu báðir gift­ir og fingu børn. Ein abba­son­ ur ann­an teirra, Yam, var ann­ars við flaka­trol­ar­ an­um Skála­bergi sein­asta túrin und­ir før­oysk­ um flaggi. Hitti Menakhem Menakhem var í somu kibbuts sum beiggjar mín­ir, og tað var so­leið­is, at vit hittust. Men eft­ir alt, sum var hent, sigur Menakhem, at eg sá út sum ein 14 ára gomul, hóast eg var 17-18 ár og annars var kom­in meg væl seinastu tvey árini. Menakhem fór í herflotan, og eg fór at hjálpa ungum innflytarum í eini kibbuts í Jor­dan dalinum, og her lærdi eg hebraiskt og aðrar lærugreinir á studentaskúlastøði. Um­leið 1950, tá fyrsta kríggið var endað, savn­að­ust vit øll í eini nýggjari kibbuts við Gene­sa­ret vatnið. Í 1953 fór eg á læraraskúla, og fekk starv í 1956. Meðan eg las, gjørdu vit bæði Menakhem av at giftast. Vit búsettust í vestara Galilea, og her vóru okkara tvey børn fødd. Her búðu vit inntil 1960, tá vit fóru til Eri­trea, har Menakhem fór at arbeiða sum fiski­veiðu­ ser­frøð­ing­ur. Í 1963 vendu vit heim aftur til Ísra­els, so børnini kundu fara í skúla her. Eg helt áfram at arbeiða sum lærari inntil 1988. Í meðan hevur Menakhem arbeitt í fiski­vinnu­ deild­ini hjá ST-stovninum FAO í Rom í sjey ár. Eg búði heima og Menakhem ferðaðist ímill­um. Funnu navnið á mammuni Seinni fekk eg váttan fyri lagnuni hjá mammu og systir míni á eini vitjan í Jewish Mu­se­um í Berlin. Vit sótu og hvíldu okkum, tá ommu­ sonurin kemur rennandi, og rópar: ”Kom niður í kjallaran, her er nakað, sum tú má síggja.” Eg rann oman, og eg kundi ikki trúgva mín­um egnu eygum, tí her síggi eg navnið á mammu skrásett á einum yvirliti yvir fyri­ beindu týsku jødarnar. Navnið á systir mína funnu vit eisini. Og her var endaliga váttanin um, at tær vóru sendar til Auschwitz. Hetta er bert ein partur av ótrúligu søg­uni hjá teim­um báðum. Søgan varð í síni tíð send Holo­caust savninum, har Føroyar tí­skil eiga eitt íkast. Tað góða við hesi søgu er, at tað ber til at koma víðari í lívinum uttan at bera agg. Tað eru Hanna og Menakhem prógv um. Tí kunnu vit eisini vera errin um, at hava hesi merkisfólkini sum føroyavinir. Komandi partur: Í komandi parti verður greitt frá, tá ið sjúkrahús var í Mikladali Hanna og Menakhem í Miðlahúsinum Tá ið Reyði Krossur vitjaði Theresienstadt var fyrireikingin sum til eina kongavitjan. Børnini sóu út til at vera lukkulig og væl ílætin. Beint eftir vitjanina blivu børnini send til Auschwitz! Men bluffið eydnaðist Her fekk Hanna váttan um lagnuna hjá mammuni, Berta B. Glaser. Systirin fekk somu lagnu. Menakhem og Hanna við øllum sínum í gøtuni í Warszawa, har hann var føddur. Sjálvur lýsir hann myndini sum “The proof of Nazis failure”, eitt prógv fyri, at tað miseydnaðist hjá nasistunum.