hósdagur 4. desember 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 139 · 5. desember 2014
Í ranga
strúpan
Tollarar
og Syndarar
Onnur fløgútgávan hjá bólkinum T.O.S. – stytting
fyri Tollarar og Syndarar, er júst komin. Heitið á
fløguni er: Tíð og ævinleiki. T.O.S. spælir tónleik, ið
er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska
best lýsast sum ein vavstur av tónleikaligum íblástri
úr øllum ættum. Bæði poppur, valsur og rokkur eru
umboðað í – ofta enntá í sama sangi. Fløguheitið,
Tíð og ævinleiki, lýsir tekstliga innihaldið væl – her
er bæði talan um tekstir, ið tosa um gerandismál
og aðrir, ið viðgera trúgv og trúarmál. Í samband við
nýggju fløguna bjóða T.O.S. til konsert í Reinsa
rínum 13. desember, og í Mentanarhúsinum millum
jóla og nýggjárs.
Gangnam
Style
steðgaði YouTube
Tað er ikki á hvørjum degi, at netgiganturin YouTube kemur
í trupulleikar, men soleiðis var herfyri, tá ið Gangnam
Style fór uppum tað loyvda talið av vitjanum. YouTube er
innstillað soleiðis, at eitt einstakt videobrot einans kann
vera víst 2.147.483.647 ferðir. Men í vikuni eydnaðist tað
koreanska heimshittinum at fara uppum tað loyvda talið av
vitjandi. Tí steðgaði teljarin hjá YouTube eina løtu, áðrenn
síðan varð broytt soleiðis, at PSY kundi halda fram at
skráseta hvørt klikk. Í skrivandi løtu er Gangnam Style víst
2.152.680.625 ferðir.
Mount
Everest
í Leirvík
Leygarkvøldið klokkan 19 verður
fyrilestur og frásøgn um einastandandi
bragdið, sum leirvíkingurin, Arne
Vatnhamar, framdi, tá hann sum fyrsti
føroyingur stóð á heimsins hægsta
tindi, Mount Everest. Tiltakið, sum er
ókeypis, verður í skúlahøllini í Leivíkar
skúla. – Hoyr um drúgvu fyrireikingarnar,
útgerðina, kuldan og ikki minst um,
hvørjar tankar Arne hevði, tá hann stóð
yvir fyri harðastu avbjóðingini í lívinum,
sigur Eysturkommuna, sum skipar fyri
tiltakinum.
Ungdómurin
næstan samdur
Øll ungmannafeløgini undantikið Ung fyri Miðflokkin vóru samd um, at tað skuldi
bera til at keypa vín og øl í vanligum sølubúðum. Og øll uttan Ungmannafelagið
Samband vóru samd um, at útlendingaøkið skal yvirtakast.
In.fo reportaga
frá pallborðsfundi í Hoydølum
millum ungmannafeløgini
baksíðan...
lagt til rættis: Barbara Holm
Tað býðjur mær
ímóti at taka
undir við einum
uppskoti frá
andstøðuni
Bill Justinussen,
um tað sokallað Sea
Shepherd uppskotið,
sum nú er samtykt
– Tað tykist altíð
ógjørligt inntil
tað er gjørt
Nelson Mandela,
sum doyði
5. desember í fjør
Illimaður blivin stovureinur!
»Vissi tú følir tað soleiðis, at her
kann fanin alt gera tað sama…«
Dánjal Petersen, leiðari í Evangeliihúsinum
í Havn, í sjónvarpsandakt
Alt er ikki altíð, sum tað sær út...
»Skúlarnir í Klaksvík virka sum tveir
skúlar hóast samanlegging«
Norðlýsið
Hvar annars?
»Danski Fólkaflokkurin størsti
flokkur í Danmark«
Norðlýsið
Kunnu illa vera fleiri staðni...
»Á einum banka við Føroyar svimja
nakrir toskar, sum ikki eru at finna
nakra aðrastaðni á jørð«
Kringvarpið
Havaslanga?
»Tað var ein løgin
kensla, men eg var ikki
bangin, sigur Gunnvør
Hanusson, sum, ein dagin
hon fór túr við hund
inum, fann eina slangu í túninum.«
Kringvarpið
Vorðið sum last
»Norðborg: Sildin vigar upp í 400 gramm«
Portalurin