Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ógrundaðar útsagnir um Havnarútbygging Hans Anfinnson Norðfoss Í samband við kjakið, um út­ bygging av Tórshavnar Havn, vil eg koma við nøkrum lýsingum av alternativunum og atfinningunum, sum eru komin fram í seinastuni. Skálafjørður nærri útflutningsvinnuni: Sambært Løgmanni, og nøkrum við honum, er komið fram at Skálafjørðurin er eitt betri boð, tí hann liggur nærri útflutningsvinnuni. Hettar er kanska partvíst rætt, men vit gloyma nøkur øki í landinum. Tórshavnar Havn liggur mitt í landinum, við nøkurlunda somu frástøðu allastaðnis frá. Skal vøra avskipast frá t.d. Runavík, so blívur frástøðan munandi longri frá Suðuroy, Sandoy, og Vágoy. Leiðin styttist bert frá Norðoyggum, og í Eystu­roy annars. Er tað skila­gott? Ella eru tað bert út­flytarar norðanfyri, sum eru umráðandi? Havnarbygging á Sundi: At tosa um Havnarútbygging á Sundi, er púra burturvið. Fyri tað fysta er fjørðurin alt ov smalur, og hóast vit høvdu kunna bygt havnina, so høvdu skipini verið noydd at venda í Tangafirði, fyri síðani at bakka inn til Sund. Tað næsta viðvíkjandi Sundi, er at Føroya Løg­ ting hevur samtykt, ikki at geva Tórshavnar Komm­ unu loyvi at byggja har. Við grundgevingini frá Løg­ tinginum at tað er ikki rætt at savna eina stóra havn í suðurstreymoy, bleiv upp­ skot um at loyva TK at gera havn har felt. (Løgtingstíðindi, 1986, útgáva C, bind A, Síða 401, Uppskot nr. 80 til samtyktar) Tað hevur ljóða, at samtykt finnst frá Løgtinginum, um at einki vinnuligt virksemi skal vera inni á Sundi, Eg havi ikki funnið hesa samtykt, men onkur kønur kann møguliga finna hana. Afturat hesum bleiv fyrispurningur settur í 1987, um havnarútbyggingina á Sundi, sum hóast tað bleiv samtykt at hann skuldi svar­ast, ongantíð bleiv svar­ aður. Hettar vísir, sum einki annað, hvønn vilja lands­ myndugleikarnir hava, tá tað kemur til at menna miðstaðin í Føroyum. (Løgtingstíðindi, 1987, útgáva B, bind A, síða 635, mál nr. 100-11) Skansin: At Skansin, sum øll í Føroyum helst eru sera góð við, skal taka óbøtiligan skaða av út­byggingini er beinleiðis skeivt. Tvørturímótir vil eg siga at skansin framyvir fær eina verju, sum fer at tryggja okkum skansan og umhvørvið rundanum hann í nógv hundrað ár frameftir. Umframt hettar, fáa vit eina bátahavn frammanfyri, har børn og ung kunnu rógva gummibátar, standa á seiða­ bergi og mangt annað, og harvið síggja og njóta skansan frá einum sjónar­ horni, sum ikki hevur verið líka lætt áður. Eg havi fingið at vita, at bergið vestureftir, sum bara etur seg inní gamla skansan, verður lagt niður aftur, so at skansin aftur fer at líkjast eini høvd, sum hann einaferð var. So verður eisini møguleiki at njóta skansan frá býnum, heldur enn at síggja beint í eitt berg. At skansin skal missa útsýni, ella øvugt, at man ikki skal kunna síggja skansan fyri byngjum, er ómetaliga skeivt skotið. Byngjurnar verða ongantíð settar omaná hvørja aðra í meiri enn trimum til fimm byngjur, og tá tær standa hægst koma tær ikki eingang uppum havnarskrivstovuna, sum stendur nógv lægri enn skansin. At skansin verður bygdur inni, er eingin vansi. Eg havi hugt eftir skansanum í Lerwick í Hetlandi, sum einaferð stóð mótir sjóvnum, og har havnarøkið nú er bygt frammanfyri. Tað er mín greiða fatan at hettar var ein vælagerð, tí nú kunnu fólk hyggja eftir skansanum frammanífrá, umframt at skansin nú er vardur frá veður og aldu. Verður alt hettar sett sam­ an, so er eingin yvi um, at rætt er farið fram av Tórshavnar Havn. Fyrimunirnir við at byggja Tórshavnar Havn út eru • Kappingarføra nýmótans havn, mótvegis øðrum norð­ur­lendskum havnum. • Vit fáa eina miðhavn, har tað er líka langt frá Tvør­ oyri sum frá Fugla­firði, og frá Sørvági sum frá Klaks­ vík. • Ein vardan skansa í nógv ættarlið frameftir, frá øll­ um síðum, sum kann njót­ ast til bæði mentan og frítíð • Verju av umhvørvi, eftir­ sum at tað verður líka langt frá øllum til av­ skipan, og har eini 80% av uppskipanini er næst har hon skal koyrast út. Alternativini halda snøgt sagt ikki • Umhvørvið verður ikki vart við at flyta havnina til Skálafjørðin, og tó at tað er nærri fyri nøkur, so blívur tað nógv longri hjá øðrum. • Tað ber ikki til á Sundi, og somuleiðis eiheldur í Kollafirði • Skansin tekur ongan skaða, hvørki í útsjónd, ella við útsýni. • At bátahavn ikki kann gerast har vegna uppgang, er eisini skeivt, tí ein moli/ seiðaberg verður gjørt norðanfyri, sum verjir innsiglingina Fyri mær virkar tað ikki sum tað er nøkur saklig orsøk at forða eini útbygging av Tórs­ havnar Havn í Havn. Tá eg hoyri eitt nú arkitektarnir út­tala seg, so ljóðar tað sum at Tórshavn bert skal vera ein mentanardepil við Café'um og Teatirsýningum, men hettar liva vit ikki av í longdini. At fjala bingju­ virksemi í Havnini, til frama fyri mentan og ferðafólk hevði tikið lívið av býnum, og so var eiheldur nakar at njóta mentanina. Nei. Tað sum Tórshavnar Havn er farin í holt við, er eitt hart tiltrongt átak, sum kemur at tryggja før­oyska samfelagnum tær bestu sømdirnar fyri góðs­havn, ferðafólkahavn og sam­ stundis verja okkara skansa. Mín áheitan vil tí vera til Tórshavnar Býráð, at halda rimmar fast í ætlanini, og ikki vika eitt komma fyri kritikki og snikk snakki, sum so ofta í Føroyum hevur forða mangari vælagerð. Pensiónsránið - Tvungna uppsparingin Frank Davidsen Verður pensiónsætlanin hjá sitandi samgongu veruleiki, so er vælferðarsamfelagið gott á veg at fara í søguna. Frá at vit í meira enn eina hálva øld hava havt eina samhaldsfasta skipan, so er sitandi samgonga við at taka súlurnar undan hesi skipan. Meðan arbeiðandi verkafjøldin eins okkara sjófólk, ja alt føroya fólk hava verið fevnd av okkara solidariskari skipan, íð flest øll lond hava misunna okkum, so hevur pípan fingið eitt annað ljóð undir sitand ultrahøgra samgongu. Tí nú er tað verkafólki á landið eins okkara sjómenn sum skulu spennast fyri tann longu punkteraða pensiónsuppsparisvognin. Allar framtíðar milliardirnar við at forskatta pensionirnar skulu jú uppá ein ella annan máta fáast til vega á annan hátt. Tí fáa limir í verka og fiskimannafeløgum nú eina pensiónsskipan smoygda niður yvur høvdið, og kravið er at landskassan fyrst og fremst kannar sær 40 % við at forskatta pensiónina. Fyri at borðið veruliga skal fanga so vendist ikki aft­ ur, tí nú er forskattingin av framtíðarpensiónum bein­ leiðis tvinna inn í puljuna, har kommununar fáa end­ur­ gjald fyri at yvurtaka eldra­ øki 01.01.2015. Sostatt skulu limirnir í verkamanna og fiski­manna­ feløgunum fyrst gjalda upp til 15 % av síni løn inn í ein pensiónsgrunn. Harnæst skulu somu verkamannlimir harafturat í gjøgnum teirra pensiónsskatt eisini gjalda fyri eldra­øki og fyri tey sum eru pensionistar í dag pen­ sionistar. Hinvegin kunna høvusarkitektarnir aftanfyri pensiónsránið og tvungnu uppsparingina Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin næsta heyst seta seg afturá við eini feitari pensión uppá kr. 30.000,00 um mánaðin, so leingi sum teimun er lív lagað. Hetta uttan at teir hava goldið eitt tað einasta prosent til sína pensión. Ja, teir hava uppá hvamsvís forhála avgerðina, at seta teirra pensiónsskipan í verk longst møguligt til teirra fyri­mun. Teimum kemur sjálv­sagt ikki til hugs at verka­mannafjøldin ikki hevur somu fyritreytir, tá hesi bert fáa 85 % av síni løn útgoldin. Verkafjøldin ánar ikki hvat sum í framtíðini fer av til umsiting, í inflatión o. a. ikki kendar orsøkir. Men tey skula framyvur framvegis hava mat á borðið, pening til allar fastar útreiðslur, pening til barnagarðspening, og ikki minst at fáa tak yvur høvdið. Hvør veit, kanska rentustøði á húsalánum um nøkur ár kemur ar liggja um 10-12 %. Tá eru tað kanska 60-70 eftir av % av reallønini eftir, at gjalda tvungnu uppsparingin, húsa­lánið, barnagarðgjald eins og aðrar neyðugar út­ reiðslur. Tað sigur mær so mikið, at her verða nógv­ar fíggjarliga sperdar barna­ familjur, fyri ikki at tala um stakir uppihaldarar ið koma at liggja eftir á. Ístaðin fyri eitt samhaldsfast sam­felag, so skulu Føroyar Ameri­kani­ serast, tí Amerika er fyri­ myndin hjá sit­andi samgongu. Har er samhaldsfesti ein býur í Kina, og tí er stætta­ munurin ógvusligur. Í stað­in fyri eitt vælvirkandi sam­ haldsfast heilsuverk, har palliba og stjórnarleiðarin kunna liggja á somu stovu á sjúkrahúsinum, so er støðan sum dagur og nátt mótvegis Amerika á á heilsuøkinum. Tí har eru ta lobbyismunar sjakalar sum ígjøgnum korruptar politikkara stýra heilsuverkinum í gjøg­ num tryggingarfeløgin og medicinal­fyritøkurnar. Hesar tríggjar fyritøkur eru at rokna sum ein statur í statinum, eins og tær liva av ovurstórum trygg­ingar­ gjøldum frá brúkarnum av heilsu­verkinum. Og avgerandi fyri privatu íleggjarnar er at fáa so stórt fíggjarligt avkast, meðan lítið verður hugsa um sjúklingarnar. Með­an út­reiðslurnar til trygg­ingar, medisin eins og heilsu­verk eru fleirfaldaðar, so eru. løn­irnar hjá verka­ fólk­um stagneraðar Fimti hvør amerikanari ella um­ leið 60 milliónir hava als onga sjúkra­trygging. Or­ sakað av vanstýrinum og krígs­greði hjá Georgr Bush & Co frá ár 2000 til 2008, sum koyrdi Amerika út av eggini fíggjarliga, er støðan hjá amerikanska meðal­klass­ anum so nógv versna fíggjar­ liga, at maður og kona hava fyri neyðuni eykastørv aftan á vanliga arbeiðstíð fyri at klára sína sjúkratrygging. Og nógv eru tey íð eru ótryggjaði sum síggja seg noyddan, at selja húsini. Hetta orsakað álvarsliga sjúka tí tey ong­ an møguleika hava til, at søkja sær heilsubót á privat­sjúkrahúsunum, har peningur leggjast á borðið áðrenn undan eina møguligari skurðviðgerð. Hetta er so ideal­samfelagið hjá tí før­ oyska Fólkaflokkinum. Hetta karráði ultrahøgralið ið kallar seg ein frísinnaðan flokk, hevur saman við Sam­bandsflokkinum og Mið­flokk­inum hava havt í skjáttini, líka síðan hon á jólun 2011 við flatskattinum sum startskotið til, at niður­ laga tað samhaldfasta væl­f­ erðarsamfelagið. Hetta sam­ felag ið Javnaðar­flokkurin legði lunnar undir aftaná løgtingsvalið í 1958 tað eigur føroyski veljarin, at leggja sær í geyma til eitt komandi løgtingsval. kjak