mánadagur 8. desember 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Victor Carlsen úti við instrumentalu
útgávuni »Gjøgnum alt«
Fríðálvur A. Jensen
Aftur her er ein settur í ta
støðuna, at ein ikki følir seg
verdugan at seta síni orð
og geva hesi útgávuni eina
meting.
Tá Victor bjóðaði mær
útgávuna, fóru nógvir tank
ar aftur í tíðina, tá vit vóru
saman í ymsum tónleika
ligum í Filadelfia.
Tað er ongin ivi um, at eg
altíð havi sett Victor høgt í
sínum sera góða spæli aftan
fyri klaverið, tí hann er
bæði gávaður og hevur eitt
helt unikt oyra fyri at fáa
tónleikin at ganga upp í eina
hægri eind.
Tá vit spældu saman, legði
ein skjótt merki til hesi evni,
tí varð onkur tóni ikki heilt
“reinur” sást tað á honum.
Henda útgávan ber sanni
liga eisini boð um ein artist
við sera sjálvkritiskum ar
beiðslagið, tí hvørt einasta
lag er bara so heilt ómetaliga
væl frágingið.
At hann so hevur fingið
sjálvan Mark Coleman, ið
rekur Coleman Produktion,
at standa fyri tónleikaligu
og tøkniligu uppsetingini
kann bara geva tað úrslitið,
henda útgávan ber boð um
– FLOTT!
Eitt av mongu sermerkj
unum eg beinanvegin legði
merki til var, at tað neyvan er
nøkur tilvild at Victor hevur
valt sær júst hesi løgini, tí ein
reyður tráður er allan vegin
ígjøgnum – at hann vil æra
sín Gud og faðir.
Kenslan er eisini, at hóast
lívið ikki altíð háttar seg, sum
vit vilja hava tað, so er tað ein
vón, ið Victor onkursvegna
vil siga okkum – umvegis
tangentarnar.
Eg skal viðganga, at hetta
rørdi meg so mikið, at eg var
noyddur at turka okkurt tár
úr eygnakrókunum, so ynski
um at útgávan skal siga
okkum nakað, er sanniliga
rokkið.
Eitt sermerkt við útgávuni
er, at Victor júst hevur valt
sær hesar tónleikararnar at
hjálpa sær.
Ein hoyrir sera avpuss
aðan og væl leiktan lut hjá
hvørjum einstøkum tónleik
ara, sum gevur útgávuni ein
serligan rúman og góðan
klang.
Hann hevur eisini valt at
hava tríggjar føroyingar við
sær og aftur her, hevur Victor
rakt plett, tí hvør handfer
guitarin og guitaleluna betur
enn Mikkjal Hvannastein,
mandolinuna, Petur Bærent
sen og tvørfloytuna, Súsanna
Joensen.
Eg sat eitt sindur og hugs
aði, at tað kanska kundi verði
gott við onkrari sangrødd,
men eg rokni so meira við,
at Victor vil bera okkum ein
góðan positivan boðskap,
sum júst henda útgávan
“Gjøgnum alt” ger – FLOTT
OG GJØGNUMFØRT!
Blátt Gras við »Ávegis« heimlongsli
– er ein av boðskapunum, sum bólkurin Blátt Gras vil bera okkum!
Fríðálvur A. Jensen
“Blue Gras” og kristin boð
skapur er so avgjørt ein
øðrvísi tónleikalig saman
seting, men eisini ein djørv
og berandi avbjóðing, hesir
fimm menninir hava sett
sær fyri.
Í eini samrøðu segði Ragn
ar, at teir av onkrari tilvild
møttust til venjing, men at
ein bólkur skuldi spyrjast úr
hesum, var ikki júst tað teir
høvdu hugsað um.
Aðrastaðni í samrøðuni
nevnir hann: “Í okkara tráðan
eftir tí himmalska eru nógvar
forðingar og avbjóðingar,
samstundis sum signing og
styrki verður givin til hvønn
einstakan. Vit ynskja tó altíð,
óansæð umstøður, at verða
ávegis til Himmalin.”
Ragnar,
Terje,
Jóhan,
Gunnar og Richard hava allir
tað til felags, at teir elska at
fáast við tónleik og er tað
ivaleyst ein berandi orsøk
til, at teir og teirra tónleikur
er so væl móttikin.
Tá eg keypti mær fløguna
var tað ikki við lítlum spenn
ingi, tí útsagnirnar vóru
rættiliga jaligar.
Fari eg gjøgnum tey tíggju
løgini, er tráðurin ein sterkur
boðskapur og er ynskið hjá
teimum at fáa væl skrivaðu
tekstirnar og lætta tónleikin
at ganga upp í eina hægri
eind.
Hetta er Blue Gras tón
leikur, men er eisini eitt íslett
av country at hoyra, sum
gevur útgávuni eina góða
breidd.
Teir høvdu sett sær fyri,
at henda útgávan skuldi
hava góða góðsku og vóru
teir klárir at fara alla ferðina
yvir í Crossroads Studio í
USA at fáa hesa.
Vit hava sum dømi Kvar
tettina í Betesda, sum eisini
fingu eina útgávu á høgum
støði.
Millum mongu útgávurnar
hesa seinastu tíðina, skilir
henda seg eitt sindur út, tí
tað eru ikki aðrir bólkar, ið
hava lagt seg eftir Blue Gras
kendum tónum.
Eg haldi, at David John
son er komin sera væl frá
skipanini av útgávuni og
Van Atkins tí tøkniliga, tí
útgávan er sera væl greidd
úr hondum.
Fyri at koma inn á okkurt
lagið, eri eg sera fegin um
skering fimm: “I´m on my
way to heaven,” sum fær
meg at hugsa um góðu
framløgurnar hjá Gaither, ið
eru millum tey størstu innan
kristna tónleikin.
Fyrsta skeringin er eisini
eitt sera gott lag og eri eg
mest fegin um tey ensku
løgini, sum geva útgávuni ein
serligan altjóða dám.
Eg kann bara vera samd
ur við Jeff Collins í Cross
roads: “What fine, talented
and humble gentleman we
encounterd her in Cross
roads..” – EIN SERA GÓÐ OG
SPENNANDI ÚTGÁVA!
Lýst verður eftir fólki til land
ing ar toymi o.a. fyrifallandi
arbeiði.
Arbeiði umfatar, at verða partur
av toymi, ið tekur sær av tí
teknisku landigarútgerðini,
umframt vanligt smiðjuarbeiði.
Við landing er talan
um vaktararbeiði allan
sólarringin.
Hevur hetta tín áhuga,
so set teg í smb. við okkum
á tel. 414400, ella skriva til
haj@havsbrun.fo
Starvslýsing
Fólk til tekniska
landingartoymi
Freistin at søkja er 19. desember 2014
www.havsbrun.fo
© DIMMALÆTTING