Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 ítróttur sum er slitnað, men her og nú fingu tey einki gjørt, tí fóturin er somikið hovin. Eg fekk boð um at fara heim og hava ís á, og so skal eg aftur á sjúkrahúsið um nakrar vikur, tá fóturin ikki er heilt so hovin, sum hann er nú, sigur Rógvi, sum als ikki dugir at siga, hvussu drúgvan steðg talan verður um. – Tað veit eg slettis ikki. Tað verður so neyvan í ár, at eg spæli aftur. Her og nú er fóturin sum ein ballón, so eg fái ikki gjørt annað enn at bíða. Spurningurin er væl eisini, um eg yvir høv­ ur spæli aftur á besta lið­ num. Eg ivaðist nógv, um eg skuldi fara ígongd aftur í ár, tí hondbólturin fer av­stað við heilt nógvari tíð, og tað blívur ikki við at vera líka lætt at fáa alt at pasa saman, sigur 32 ára gamli kollifirð­ ingurin. Og Rógvi viðgongur, at hetta kanska var eyka harm­ iligt, nú dysturin kundi givið eina ábending um, at KÍF nú kanska fær veruliga gongd á kappingarárið. – Hetta var í øllum førum ein góður sigur hjá okkum, so tað er tungt at staðfesta, at eg í minsta lagi eri burtur í rúma tíð. Sjálvandi eri eg fegin um, at lítlabeiggin (Tony, blaðm.) er fluttur heim, so nú kann hann taka yvir, men hvør veit, um venj­ arin ikki hevði ætlanir um at brúka okkum báðar í senn, sigur Rógvi Weihe. Jákup Mørk Stigatalvan ber síni greiðu boð um, at umframt innan­hýsis uppgerðirnar mill­um tey fýra ovastu lið­ini, so hava dystirnir á Skála stóran týdning. Her hevur StÍF bast bæði VÍF og VB, og tað eru júst hesi stigini, sum tey bæði liðini mangla í tøttu kapprenningini um pláss í FM-finaluni. Sunnudagin átti Neistin tørn at vitja á Skála, og tær fingu tað júst so trupult, sum rokn­ ast kundi við. Fyrra hálvleik var mest sum eingin munur millum liðini, og tá Neistin tíðliga í seinna hálvleiki togaði seg avstað, vóru tær á heima­liðnum skjótar at svara aftur. Seinastu 10 minuttir­ nar bragdaði tó loksins hjá gestunum. Tær vunnu seg trý mál framum, og so bar ikki til hjá StÍF at svara aftur. Birita Wardum og Jacklin Durhuus skutu 5 mál hvør fyri Neistan, og tað tað sama gjørdi Irena Dam hjá StÍF. Í Vági var Stjørnan á vitjan, og her vann heima­ liðið tryggan sigur. Seinna korterið av fyrra hálv­ leiki streyk VB av­stað, og so høvdu tær ongar trupulleikar av at halda fast um og økja um leiðsl­ una. Besti málskjútti hjá VB var Helga E. Kjærbo, sum skeyt 12 mál. Ella Petersen skeyt 6 mál fyri Stjørn­ una. Triði dysturin hetta vikuskiftið varð spældur á Giljanesi leygardagin, har VÍF ikki hevði nakrar sum helst trupulleikar av Søljuni, sum enn eigur fyrsta stigið tilgóðar. Próvtøka hjá VÍF Var talan um greiðar favo­ritt­leiklutir um viku­ skiftið, so tykjast kom­ andi dystirnir munandi meira spennandi. Ikki minst hjá VÍF, sum skal tvær ferðir til próvtøku komandi vik­ una. Hósdagin vitja tær gulu í Havn, har Neistin tekur ímóti, og sunnu­ dagin hevur VÍF heima­ dyst móti VB. Her er talan um dystir, sum lættliga kunnu vera av­gerandi fyri, um VÍF aftur í vetur skal vinna sær vegin fram til FM- final­una. Tveir sigrar vilja við vissu bera við sær, at VÍF tá er heilt uppi at nerta við odda­ lið­ini, meðan tvey tap hin­vegin kunnu merkja, at munurin upp til tey fremstu verður í heldur størra lagi. jakup@sosialurin.fo Talan var um favoritt-sigarar í øllum teimum trimum dystunum í bestu kvinnu­deildini. Men Neistin mátti av álvara stríðast fyri sínum stigum Neistin knógvaði StÍF Úrslitini Søljan - VÍF 8-43 (4-24) StÍF - Neistin 22-24 (14-14) VB - Stjørnan 36-25 (36-25) Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 12 9 - 1 - 2 353 248 105 19 2 Kyndil 11 7 - 2 - 2 287 221 66 16 3 VB 11 7 - 1 - 3 299 230 69 15 4 VÍF 11 7 - 0 - 4 316 234 82 14 5 StÍF 11 5 - 0 - 6 266 227 39 10 6 Stjørnan 11 2 - 0 - 9 196 306 -110 4 7 Søljan 11 0 - 0 - 11 101 352 -251 0 hondbóltur Rógvi Weihe mátti av vøllinum eftir fáar minuttir sunnudagin. Fótliðið er illa farið, og sjálvur ivaðist Rógvi ikki í, at talan var um beinbrot Mynd: Jóanis A. Nielsen/jn.fo