mánadagur 8. desember 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
Formaðurin í ÍF Føroyum hondbólti, Helgi
Justinussen stórfegnast um gongdina hjá øllum
fýra hondbóltsliðunum hjá útisetafelagnum
ÍF Føroyar ger ein
vørr í hondbólti
Heri Simonsen
Hondbóltslagið
millum
føroysku útisetarnar í Keyp
mannahavn er fyrsta floks.
Besta
mansliðið
hevur
vunnið seg í fjórða umfar í
donsku
steypakappingini,
aftaná at hava koppað ein
um liði úr 2. deild, sum er
tvær
deildir
hægri,
enn
ÍF Føroyar kappast nú. ÍF
Føroyar settu Rødovre HK
uppá pláss við einum 33-
26 sigri farna týskvøld, og
nú bíða teir spentir eftir
lutakastinum til 4. umfar í
donsku
steypakappingini.
Danska hondbóltsligan er
millum heimsins fremstu
hondbóltsligur, og er áhugin
fyri hondbólti sera stórur í
Danmark.
Helst størsta løtan
Formaðurin í ÍF Føroyum
hondbólti er ikki í iva. Helgi
Justinussen slær fast, tá
hann vitjar Rás2, at talan er
helst um størstu løtuna hjá
ÍF Føroyum innan hondbólt.
Helgi heldur smílandi fyri,
at hetta var ikki nakað, sum
spælararnir
hjá
Rødovre
HK, sum liggja í miðjuni í
2. deild høvdu væntað. –
Sjálvir høvdu vit vónað, at
vit kundu fáa ein spennandi
dyst, og kanska fáa eitt
hampuliga gott úrslit. Men
tað vístu seg, at tá dysturin
var komin í gongd, at vit
vóru nógv betur enn teir.
Talan varð um ein sann
førandi sigur, og eitt framúr
úrslit,
staðfestir
Helgi
Justinussen.
Longu
frá
fyrsta bríksli vísti tað seg, at
okkara spælarar vóru meiri
tendraðir. Vit fóru rættiliga
skjótt frá teimum, og fingu
eina hampuliga leiðslu tíð
liga í dystinum. Teir koma
afturíaftur áðrenn steðgin,
og tíðliga í seinna hálvleiki
var bara eitt mál á muni. Men
so fóru vit frá teimum aftur,
tóku eina trygga leiðslu, og
hildu hesa leiðsluna tað, sum
eftir var av dystinum, greiðir
Helgi Justinussen frá.
Hevur stóran týdning
Helgi Justinussen slær fast,
at tað hevur stóran týdning
fyri ÍF Føroyar at fingið eina
slíka uppliving:
– Vit hava nógvarar spæl
arar í felagnum, sum hava
spælt á høgum støði, og
sum vita hvat skal til. Og
tað eru fleiri, sum høvdu
kunnað klárað seg á einum
hægri støði, enn tað støði
vit hava. So tað er ógvuliga
stuttligt at kunna spæla í
einari steypakapping, og fáa
mótstøðu, sum vit annars
1. lið menn: Aftast frá vinstru: Rúni Joensen, Rósing Rasmussen, Tummas Pauli Hanusarson, Jóannes Prestá, Hjalti M. Jacobsen, Bartal Kamban, Rói Lamhauge
Fremst frá vinstru: Rógvi Sørense, Tróndur Kragesteen, Rani Ellingsgaard, Lars Black, Kristoffur Kristoffersen. (Rókur Akralíð manglar)
2.lið menn: Aftast frá vinstru: Jóhannes Erling Poulsen, Leif Hákun Jacobsen, Ørvur á Lað,
Brian V. Poulsen. Fremst frá vinstru: Jens Mohr, Jóhan Brekkstein, Bogi Berg, Helgi Justinussen