Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 124 - 1. juli 2000 Nr. 124 - 1. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Beint eftir venjing hós- kvøldið fingu vit orðið á Anniku Hansen, sum sunnudagin fer á vøllin sum liðskipari á HB liðnum. Góðar vónir Málverjin, sum í fjør varð kosin besti málverji í land- inum, sigur seg so avgjørt hava góðar vónir til dystin sunnudagin. Tað verður so undir on- gum umstøðum talan um, at vit fara á vøllin fyri at tapa 8-0, sigur hon, tá vit spyrja hana um vónirnar til sunnu- dagin. Við hesum sipar hon til landskappingardystin, sum HB spældi í Klaksvík um vikuskiftið, har eitt illa mannað HB fullkomuliga var fyri ongum móti KÍ. Tvørturímóti sigur hon seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast HB kvinn- unum at vinna steypafinal- una annað árið á rað. Broytt lið Í mun til undanfarnu dyst- irnar, er HB liðið umskipað nakað til sunnudagin. Úr Danmark er fyrrverandi lið- skiparin, Eyðvør úr Dímun, komin at hjálpa, og hetta sigur Annika er ein sjálv- sagdur styrkur hjá teimum. Hinvegin dregur frá, at Liljan av Fløtum Jespersen, Vivian Thorleifsson, Gunn Müller og Birita Nielsen ikki verða við á liðnum. All- ar hava tær annars roynst væl í ár, men kunnu av ym- sum ávum ikki vera við sunnudagin. Eyðvør Thom- sen hevur eisini verið heldur ivasom vegna skaða, men roknað verður við, at hon er før fyri at spæla sunnu- dagin. Annika ivast tó ikki í, at tær megna at seta eitt sterkt lið saman, og tað tykist heilt vist, at tær fara eftir sig- rinum. Viljan sum vápn Júst hvørjar lutir HB liðið fer at leggja størsta dentin á sunnudagin, visti Annika ikki at siga. – Í kvøld hava vit havt vanliga venjing, og tað verður ikki fyrr enn fríggjakvøldið, at vit fara at gera okkum rættuliga til dystin, segði málverjin, tá vit tosaðu við hana hós- kvøldið. Eitt, sum kanska hevur eyðkent HB liðið undanfar- in ár, er tann sterki vinna- raviljin, sum er á liðnum, og Annika roknar so avgjørt við, at brúk verður fyri hes- um í morgin. – Viljin er í øllum førum eitt gott vápn at hava við, heldur hon fyri, tá spurt verður um hetta.. Hon leggur afturat, at hóast tær ikki rættuliga eru farnar at tosa um dystin enn, so er heilt greitt, at allar eru sera HB vil vinna Annika Hansen, sum er liðskipari á HB liðnum, væntar ein strævnan dyst sunnudagin uppsettar at vinna dystin. Hjálp frá áskoðarunum At enda sigur Annika, at hon vónar, at tær á vøllinum koma at fáa dyggan stuðul frá áskoðarunum. - Tað vildi so avgjørt ver- ið ein stór hjálp, sum vit als ikki siga nei takk til, sigur Annika, sum vonar at ás- kokðarnir leggja leiðina framvið ovara vølli, áðrenn farið verður niðan á Tórs- vøll.. Hon greiðir frá, at tá fi- naludysturin í fjør varð leik- tur (eisini móti KÍ) byrjaðu áskoðararnir ikki at koma, fyrr enn dysturin var so at siga liðugt leiktur. - Tað ferðina fingu tey tó nakað við, tí talan gjørdist um longda leiktíð. Í ár vóni eg tó ikki, at støðan verður tann sama. Tá vil eg heldur, at dysturin er avgjørdur til okkara fyrimun áðrenn tað er komið so langt, sigur HB liðskiparin at enda. JÁKUP MØRK - Vónirnar hava ongantíð verið betri, sigur liðskip- arin á KÍ liðnum, Malena Joephsen, sum í morgin skal heilsa upp á dómara- bólkin, áðrenn steypafin- alan hjá kvinnunum verð- ur blást í gongd. Verður ikki lætt KÍ liðskiparin ger tó í sa- ma andadrátti púra greitt, at hon ikki á nakran hátt roknar við einum løttum dysti, men kortini roknar hon við sigri. - Sum vit hava spælt higartil í ár, so eiga vit at vinna dystin, heldur hon fyri. Spælið hevur gingið sera væl í flestu dystum, og enn hava vit ikki roynt at tapt, hóast vit hava havt dystir móti bæði B36 og HB, heldur Malena. Tríggjar ferð áður hevur hon verið við í slíkum fi- naludysti, men hvørja ferð hava tað verið tær á mótstøðuliðnum, sum hava tikið steypin. - Møguleikar okkara er- u helst betri í ár enn teir nakrantíð hava verið, so hesu ferð skulu vit vinna, heldur liðskiparin. Hóast sera spent, so heldur hon kortini ikki, at tað kann nerva KÍ liðið, at tær soleiðis hava tapt finaludystin hvørja ferð, tær hava verið annar part- urin. Møguleikarnir skulu nokk koma Spurd um, hvat hon held- ur verður avgerandi fyri dystin, svarar Malena, at tað sum so ikki er nakar ávísur lutur. - Tað týdningarmesta er tó, at vit standa okkum sum eitt lið. Serliga skulu vit hava fatur á teimum a miðvøllinum og í verju- partinum. Megna vit hetta, fara møguleikar utt- an iva at stinga seg upp har frammi, og so verður tað upp til okkum í álopi- num at gera nýtslu av hes- um. Malena er væl vitandi um, at nakrir av leikarunum hjá HB ikki eru tøkar til finaludystin, og hon heldur, at hetta sjálvsagt kann gera liðið nakað veikari. Hon leggur tó dent á, at tær við Eyðvør hava fingið ein leik- ara, sum so avgjørt styrkir um liðið, líkamikið um hon verður nýtt í álopinum ella, sum væntað, á miðvøll- inum. Tær hjá KÍ hava allar sín- ar leikarar tøkar, og Ma- lenda sigur, at tær allar eru sera uppsettar til dystin. Harumframt kemur jú eisini Hillerød leikarin, Lisbeth Hansen at styrkja um hjá teimum. Hon kom tó ikki til landið fyrr enn í gjár- kvøldið, so Malena visti sum so einki nýtt at siga frá í hesum sambandi. Upphiting hjá Býráðnum Tá vit í gjár prátaðu við Ma- Nú skal tað verða hjá KÍ Malena Jospehsen heldur, at KÍ í ár hevur allar for- treytir fyri at vinna finaludystin lenu, vóru tær so smátt farnar at fyrireika seg til finaludystin. Ein partur av hesum fyrireikingum var, at tær skuldu á vitjan í Býráðssalinum. Júst hvørji ørindini vór- u her, visti hon ikki, men hon roknaði við, at hetta varð gjørt, fyri líka sum at seta tær eyka upp. Kan- ska við at fáa at vita, hvønn týdning ítrótturin hevur fyri Klaksvíkina og soleiðis. At enda sigur Malena, at hon vónar, at talan verður um ein góðan og undirhaldandi dyst. – Vit ætla í øllum førum at gera okkara fyri, at so verður, eru seinastu orð hennara. Lesið Sosialin - Vit eru, har tað hendir KÍ liðskiparin, Malena Josphseen, roknar við, at talan verður um ein truplan dyst, men at KÍ kortini fer at vinna steypafinaluna Ársins málverji í fjør, Annika Hansen, vænt- ar, at stríðsviljin verð- ur eitt gott vápn at hava í hondini sunnudagin Summartónar 2000: Í kvøld og í morgin í Norðurlandahúsinum Ein deutsches Requiem og annar tónleikur eftir Johannes Brahms. Í kvøld kl. 19.30 og í morg- in kl. 16.00 verður aðalkon- sertin hjá Atlantsljómi sum partur av Summartónum 2000 at hoyra í Norður- landahúsinum. Luttakandi í ár eru 110- manna felagskór við Ginn- ungagap úr Noregi, Dania Sonans úr Danmark og Havnarkórinum saman við øðrum sangarum úr Før- oyum. 60-manna symfoniorkest- rið telur tónleikarar úr Sandnes Symfoniorkester í Noregi, Austrian Art En- semble úr Eysturríki, og úr Føroya Symfoniorkestri. Solistar eru Berghild Poul- sen úr Havn og danski sang- arin Lars Thodberg Bertel- sen og listarligi leiðari og dirigentur er Yaacov Berg- man úr USA. Á skránni er tónleikur eftir Brahms. Johannes Brahms (1833–97) varð føddur og barnvaksin í Hamborg, men livdi og virkaði mesta av ævi sínari í Wien. Brahms fekk sín fyrsta týðandi íblástur frá tí um 20 ár eldra samtíðarmanninum Robert Schumann, men leit- aði, sum frá leið, meira aftur til klassikarar sum Bach og Beethoven. Í tónleiki hans- ara finnur tú bæði stranga kontrapunktiska reglusemið hjá barokktónleikinum og ta meira frígjørdu tónavið- gerðina hjá romantikkini. Stóru, dragandi linjurnar og kensluríka innihaldið eyð- kenna hendan tónleik og hava ikki bert gjørt navnið Brahms elskað og virt mill- um leikandi/syngjandi eins væl og lurtandi, men eisini veitt Johannes Brahms sæti millum musikksøgunnar allarfremstu tónaskøld. Fyri kórsangarar var tað ein eydna, at Brahms sjálv- ur arbeiddi nógv við kórum og hevur skrivað fjøld av eiggiligum kórtónleiki, sum leitar fram tað einfalt væl- ljómandi og ofta byggir á fólkatónleik. Á stóru Brahms-konsert- ini í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30 og í morgin kl. 16.00 verða trý verk eftir Johs. Brahms at hoyra. Akademische Festouverture er at meta sum programm- tónleikur, ein serenda, eitt kvøldarljóð, sum greiðir frá ovfarakátum studentum, sum við miklum rómi eru farnir »í býin«. Ymiskir týskir studentasangir eru at hoyra, har symfoniskt við- gjørdir undir meistarans hond, og sum krúnan á verkinum kemur altjóða akademikarakórið fram um øll »Gaudeamus igitur, juvenes dum sumus«. Høvi til hesa ouverturu var tað, at Brahms í 1879 var vorðin tilnevndur heið- ursdoktari við lærda háskúl- an í Breslau. Sum tøkk hevði tá Brahms aftan á stuttleika av at festa á blað hetta tónleikaliga studenta- kæti og senda universitet- inum tað. Schicksalslied, lagnu- ljóð, er við á skránni sum eitt verk, sum bæði við sín- um tónleikaliga dámi og sínari orkesturmanning hóvar væl í framførslu sam- an við Requiem. Brahms hevur her sett tónleik til eina av yrkingunum hjá gitna týska romantikaranum Friedrich Hölderlin. Hetta er eisini romantiskur tón- leikur í orðsins sonnu merk- ing, kór- og orkesturljóm- ur, sum rýnir bæði við tanka og sál. Ein deutsches Requiem At vinmaðurin R. Schu- mann doyði bert 46 ára gamal í 1856 mundi gera sítt til, at Brahms í 1857 fór undir tað verkið, sum við sínum veldi og tónleikaliga fjølbroytni ikki bert er at meta sum hansara størsta tónleikaliga avrik, men samanumtikið hevur vunn- ið sær eina serstøðu millum øll tónaverk: Ein deutsches Requiem. Verkið varð tó lagt til viks og ikki fullført so beinan- vegin; men tá móðirin brád- liga andaðist í 1865, varð hugskotið um eina deyðs- messu tikið uppaftur. Tað komu tó at ganga enn trý ár, fyrr enn Brahms fekk lagt seinastu hond á. Í hesum stórverki kemur rættiliga til sjóndar instru- mentali kunnleikin hjá sym- fonikaranum Johs. Brahms og hansara alkøni førleiki at skriva stórbæran polyfon- an kórtónleik, sum ikki minst sipar aftur til oriatorii- meistaran G. Fr. Händel. Messan er í sjey pørtum, og hon víkur soleiðis longu í sínum formi frá traditio- nellu 5-parta katólsku mess- unum. Eisini í innihaldinum gongur Brahms egnar leið- ir. Teksturin er ikki tann vanligi latínski messutekst- urin, men Brahms hevur sjálvur valt tekstin a sínum móðurmál týskum burtur úr Bíbliuni. Brahms las nógv í Halgu- bók, men var sjálvur kristi- ligur á ein meira mannvin- arligan hátt heldur enn dog- matiskur og sekteriskt døm- andi. Sum hann sjálvur tók til: »Lívið hevur veitt mær størri sársaka, enn eg vænti mær av deyðanum«. Um enn dómadagsklokk- ur eisini dynja í hesari deyðsmessu, eru tað tí ikki glatunnar heljarljóð, men heldur boðskapurin um uppreisn og sæla framtíð í tí æviga bústaði, sum eyð- kenna hetta megnarverk. Ó.H. Heiðursløta um nýggju ólavsøku- kantatu Í sambandi við konsertina í kvøld verða kosnu vinnar- arnir av kappingini, sum Kórsamband Føroya læt út- skriva um nýggja ólavsøku- kantatu, almannakunn- gjørdir og prísirnir hand- aðir. Viðmerking: Viðhvørt verður sagt, at vit hava orsøk til at óttast fyri framtíðini. Hetta er greitt, tí bert eitt dylhøvd óttast einki. Ein og hvør, ið hevur gonguvit, dugir at síggja, at tað kunnu vera vandar fyri framman, sum tað ræður um at skáka sær undan við at nýta vit og skil. Tað er somuleiðis verulig orsøk til at óttast fyri, hvussu tað fer at gangast landi og fólki okkara. Ikki allir dagar fara at hava við sær stilli og streymloysi, vit mugu bæði rokna við brimi og mysing. Men tá ræður eisini um at síggja, hvørjir vandar eru veruligir, og hvørjir ikki eru tað. Fylgja vit við í før- oysku fjølmiðlunum, so tykist tað, eins og tann stóri vandin fyri framman er at vit gerast eitt fullvalda ríki. Hví so skal vera er eitt sind- ur ógreitt, tí smá, fullvalda ríki standa seg vanliga væl í altjóða høpi. Hin vegin er tað nógv sum bendir á, at tann veru- ligi vandin fyri okkum er tann, at vit ikki gerast eitt fullvalda ríki, men halda fram við at vera saman við Danmark. Orsøkin til hetta er ein- føld. Nú hava vit tosað um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki síðani Andrass Sámal- son sum ungur maður førdi hetta hugskot fram fyri yvir hundrað árum síðani. Í 1946 var hetta eisini samtykt á eini demokratiskari fólkaat- kvøðu, sum donsku mynd- ugleikarnir skipaðu fyri. Nú hava vit ein løgtingsmeiri- luta, sum hevur skipað eitt landsstýri, sum hevur til endamáls at Føroyar skulu hava suverenitetin. Kemur einki burtur úr hesum, so er fryktandi fyri, at vit í enn størri mun enn nakrantíð koma at gerast ein máttleys- ur útjaðari av Danmark, sum í sínum lagi er ein mátt- leysur útjaðari av ES. Hesum er øll orsøk til at óttast fyri. Vit hava jú kent sviðan av hvussu muran er í donsku politikarunum. Tá væl gongs her, eru teir so fittir, so fittir. Tá tosa teir um, at sambært búskapar- politikkinum hjá Keynes skal tað almenna játta pen- ing til búskaparliga veikar útjaðarar fyri at fáa teir upp á føtur. Men tað Keynes segði, var at tá tað gongur gott fíggjarliga, tá skal tað almenna tátta í, fyri at vit ikki fáa ovurupphiting av búskapinum. Men tá alt tað føroyska samfelagið í átta- tiárunum gjørdist ovurupp- hitað, tá fylgdu teir donsku politikarnir ikki ráðunum hjá Keynes, men øktu á hvørjum ári peningajáttan- irnar til Føroyar og stoyttu soleiðis bensin á inflatións- bálið. Teir høvdu ivaleysar heimildir til at gera tað rætta, men tað vildu teir ikki. Hin vegin sigur Keynes, at tá tíðirnar versna, tá skal tað almenna traðka til og játta pengar til tess at sam- felagið ikki skal støðga upp. Harvið slepst undan ar- beiðsloysi og fráflyting. Men hvat gjørdu følsku vin- ir okkara tá vit fyrst í nitti- árunum komu út í hesa van- lukku av tí at vit fingu nøkur ár uttan rokfiskiskap? Tá kom eingin hjálp frá teim- um. Tá díktu teir okkum undir í skatti og kravdu av okkum at vit skuldu skera niður útreiðslur hins al- menna við tí avleiðing, at vit fingu arbeiðsloysi sum ongantíð fyrr. Teir løgdu beinleiðis fótonglar fyri okkum og gjørdu, at vit tá mistu 8000 av brøðrum og systrum okkara, sum síðani hava livað í útlegd sum jød- arnir í Babylon. Henda vanlukka var ikki av tilvild, men var tilætlaður fyri at knúlva okkum niður. Eitt av gomlu orðatøkum okkara sigur: Tá ið vesal- amaður fær vald, veit hann sær ikki afturhald. Tað donsku politikararnir vístu Bert eitt dylhøvd óttast einki mótvegis okkum í hesum árunum var júst tað, at teir vóru vesalamenn. Teir kendu seg at hava valdið á okkum, tá okkum gekst illa, og teir vistu sær einki aftur- hald í hvussu teir skuldu pína okkum. Teir skipaðu eisini fyri tí gruggi, sum kom undan kavi í Danmark í hesum árum (Spar skat - skyd en færing). Tað, sum er fryktandi fyri, er hvat ið kann henda okk- um, um vit ikki sleppa okk- um frá hesum skálkunum. Tað er lætt at ímynda sær, hvat ið politikarar við slíkari muru kunnu finna upp á, um teir fáa enn eitt høvi til at hæla okkum niður. Hvussu lítið teir brýggja seg um demokratiið vísa teir skilliga í hesum døgum, tá teir lata danska fólkið gera av, hvørt vit skulu gerast ein partur av evruøkinum, og ikki leggja spurningin fyri okkum at taka støðu til. Hvussu kunnu vit líta á, at teir verða petti betri tann dag, ið tað óvæntaða hendir, at tað er meir oljuríkidømi í føroyaøkinum enn í danska økinum? Tá hava teir valdið yvir okkum, og tá kann einki forða teimum í at nýta tað vald teir hava. Teir hava longu sagt, at tað hevði bor- ið við sær, at ríkisveitingar- nar verða avtiknar, og teir hava nógvar aðrar streingir á boga sínum til at skjóta okkum við. Hesum er fryktandi fyri, og tí er øll orsøk til hjá okk- um at sleppa okkum á dyr meðan væl er. So eru vit ikki vongskerdir heimafugl- ar hjá teimum, men eru førir fyri at vera við í altjóða samstarvi á jøvnum føti um slík mál, sum gagna tjóð okkara. Hetta samstarv, sum eisini kann vera við Dan- mark, er tað einasta sum kann geva okkum veruliga trygd, og sleppur okkum harvið úr tí marru, sum tann núverandi støðan hevur ver- ið fyri okkum. Zakarias Wang Landstýrið segði føroying- um fyri kortum, at skatta- trýstið var lægri her enn í Danmark. Nú siga teir at Nyrup lýgur, tá hann sigur tað sama sum teir sjálvir. Skattir og avgjøld: Øll vita vit, at núverandi samgonga er sera glað fyri at krevja sum mest inn í skatti frá føroyingum. Teir hava tí heldur onki gjørt fyri at lækka um hendan. Fyri kortum sendi fíggjarmála- ráðharrin út skriv, har talva vísti, at skattatrýstið í Før- oyum var lægri enn í Dan- mark. Nú Nyrup sigur tað sama, so ákæra teir hann fyri at siga ósatt. Tað vil siga, at teir nú viðganga, at teir sjálvir hava sagt ósatt fyri føroyingum. Vit fáa nú greitt at vita, at nettoskatt- urin er hægri í Føroyum enn í Danmark. Men tað man neyvan undra nakran skatt- gjaldara, at soleiðis er. Tí skatturin er enn alt ov høg- ur, og má lækkast. Um ein onnur samgonga kemur til, so má tað við í samgongu- skjalið - og haldast! Tí nú- sitandi samgonga hevur svikið í ólukkumát á hesum eins og á øðrum økjum. Skattir eiga at lækka: Tíverri tykjist núverandi samgonga vilja krevja sum mest inn í skatti, fyri at royna at gjalda sum minst útaftur. Tað gevur so eitt yvirskot á løgtingsfíggjar- lógini, ið teir reypa óført um. Tíverri sást frøin ivir fløð- andi skattakrónurnar mill- um annað á fremstu síðu í seinasta Dagblaði. At slík slaktan av skattgjaldaranum kann gleða nakran, er at undrast ivir. Vónandi kemur Fólka- flokkurin aftur „niður á jørðina“ og gloymir alt um loysing fyri aftur at vera við at royna at lækka um skatt- irnar hjá føroyinginum. Tað eru vit nógv í ynskja. Men sera álvarsligt er tað, at Landstýrið hevur sagt ó- satt fyri føroyingum um skattin! Vinarliga Marjus Dam Manipulerar Landstýrið við skattaprocentum?