týsdagur 9. desember 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. desember 2014 · Nr. 141
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Tað finnast nógvar mytur um alko
hol, men veitst tú, hvat er fupp, og
hvat er fakta?
”Alkohol er gott fyri hjarta”,
hoyrist ofta.
Men, visti tú, at hetta faktiskt
bert er galdandi fyri kvinnur, sum
eru 45 ár og eldri - og at gagnliga
mongdin snýr seg um nøgdir á hálvt
ella heilt vínglas um dagin?
Onkur sigur, at vín og alkohol
fita ikki. Men, tað er ikki rætt.
Alkohol fitar nógv. Innihaldið av
orku í alkoholi er næstan líka so
stórt sum í feitti. Á hinari síðuni
mettar alkohol ógvuliga lítið, og tí
etur tú ikki minni, hóast tú drekkur.
Alkohol ger máltíðina til eitt størri
njótilsi, eins og alkoholið minkar
um forbrenningina.
Alkohol skaðar fostrið
Onkur sigur, at alkohol ger tað
truplari at gerast við barn, men tað
er neyvan rætt. Avmarkaðar nøgdir
av alkoholi kunnu stimba hugin at
vera saman kynsliga, og hetta er
jú fyrsta fyritreytin fyri at gerast
við barn. Hinvegin kunnu ov stórar
nøgdir av alkoholi ganga út yvir
evnini til kynsliga samveru.
Onkrar kanningar benda á, at
14 snapsir ella víngløs um vikuna
kunnu gera tað lættari at gerast við
barn, men tað eru eisini kanningar,
sum benda á, at tað tekur longri tíð
at gerast við barn, um tú brúkar
alkohol.
So, hetta stendur líka sum upp
og niður.
Hinvegin ivast læknavísundin
slett ikki í, at alkohol er ógvuliga
skaðiligt fyri fostrið, og tá kvinnan
sjáldan veit, júst nær hon er vorðin
við barn, eru ráðini at vera ansin
við alkoholi.
Hvørki kaffi ella motión
Onkur sigur, at ein koppur við kaffi
ger teg edrúan, men tað er ikki rætt.
Hvørki kaffi, motión, frísk luft
ella brúsubað gera nakran mun.
Kanska følir tú teg klárari í høvd
inum, men likamið forbrennur
ikki alkoholið skjótari av hesum
orsøkum. Likamligur aktivitetur
útsetir heldur forbrenningina av
alkoholi, og tú forbrennur meira,
um tú liggur á sofuni, enn um tú
ert likamliga aktivur.
Onkur sigur, at ein snapsur for
brennur eftir einum tíma, men
sakkunnleikin sigur, at tað neyvan
er so. Tú forbrennur millum 1-1,5
gram av alkoholi um tíman fyri
hvørji 10 kilo, tú vigar. Ein snapsur
svarar til umleið 12 gram av alkoholi,
og vigar tú 60 kilo, forbrennur tú
sum tummilfingraregul 6-9 gram
um tíman. Tí mást tú rokna við, at
tað tað tekur heilt upp í tveir tímar
at forbrenna ein snaps. Kanska
gerst tú skjótari edrú/-ur enn vin
maðurin ella vinkonan, sum vigar
júst tað sama sum tú. Men, avger
andi er eisini, hvussu stórur ella
lítil tín vødda-ella feittvevnaður á
likaminum er. Jú, størri vøddar, tess
betri forbrenning.
Onkur sigur, at menn tola alko
hol betri enn kvinnur, og soleiðis er
tað ivaleyst sum oftast. Innihaldið
av vætu er ofta størri í kroppinum
á manninum enn kvinnuni, og
vøddarnir eru størri og fylla meira.
Tað er rætt, at tú ávirkast skjótari
av alkoholi, tá magin er tómur. Tá
kemur rúsurin skjótari, enn um tú
hevur etið, áðrenn tú drekkur - ella,
tú etur, meðan tú drekkur.
Kann føra til demens
Onkur sigur, at heilakyknur verða
oyðilagdar, tá tú drekkur, men so
leiðis er tað faktist ikki. Nýggjari
gransking bendir ikki á, at so er.
Hinvegin tálmar alkohol gerðini
av nýggjum kyknum. Brúkar tú
alkohol yvir eina longri tíð, kann
alkohol eisini føra til demens.
Tað er eingin logikkur í at ”røkja”
timburmenn við at drekka meira,
tí timburmenn eru eitt tekin um
”eitran”. Vatn er tað besta, tí alkohol
er vatndrívandi, og vætutørvur er
ein partur av orsøkini til, at timbur
menninir gerast so ringir.
Alkohol fær teg at slappa av
og loysa vøddarnar, soleiðis at tú
tosar meira lætt og dansar meira
frígjørd/-ur. Men, balansugongdin
við alkoholi er hárfín. Tað vita tey
flestu av royndum. Knappliga ert
tú ikki meistara-dansarin longur,
men hevur trupulleikar við at finna
javnvágina og vrøvlar eina rúgvu.
Kelda: www.iform.dk
Ein koppur við kaffi ger teg ikki edrúan. Hvørki kaffi, motión, frísk luft ella brúsubað gera nakran
mun í so máta. Kanska følir tú teg klárari í høvdinum, men likamið forbrennur ikki alkoholið skjótari
av hesum orsøkum. Likamligur aktivitetur útsetir heldur forbrenningina av alkoholi, og tú forbrennur
meira, um tú liggur á sofuni, enn um tú ert likamliga aktivur
»Kennir tú tín prostata?«
Í Føroyum fáa 28 menn staðfest prostakrabba um árið. Hóast nærum hvør einasti maður fyrr ella seinni fær
prostatakrabba, merkja teir flestu einki til tað. Sjúkan kemur sníkjandi og kann koma langt, áðrenn hon veruliga
ger vart við seg. Menn mugu tí verða varugir við tær broytingar, sum sjúkan hevur við sær, og við minsta illgruna
skalt tú ringja til læknan. Myndin er av kvinnunum - fýra sjúkrafrøðilesandi - handan faldaran "Kennir tú tín
prostata?" Í samband við próvtøku hava tær skrivað grein um prostatakrabba og hava gjørt nevnda faldara.
Fupp og fakta um alkohol
Læknavísundin ivast slett ikki í,
at alkohol er ógvuliga skaðiligt
fyri fostrið, og tá kvinnan
sjáldan veit, júst nær hon er
vorðin við barn, eru ráðini
at vera ansin við alkoholi
»Onkur sigur, at
vín og alkohol
fita ikki. Men,
tað er ikki rætt.
Alkohol
fitar nógv«