hósdagur 11. desember 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta vísir bara, hvussu
sjáldan tað hendir, at toran
slær niður í Føroyum
Tað heldur Hanus Kjølbro,
lærari á sjómannaskúlanum
í Klaksvík.
Hann hevur ein serligan
áhuga fyri veðurlagi og
hevur undirvíst í veður-
læru á sjómannaskúlanum
í 17 ár.
Seinastu dagarnar hevur
toran gingið illa í Føroyum
og summu vilja enntá vita
um, at tey vita ikki um so
ringt toruveður áður.
Men tað er avgjørt ikki
gerandiskostur,
at
toran
gongur í Føroyum, sigur
Hanus Kjølbro.
– Bara tað, at tað er sam
røðuevni ímillum fólk, at
toran hevur gingið, vísir,
hvussu sjáldsamt fyribrigdi
tað í veruleikanum er, sigur
hann.
Tvær milliardir ferðir
Annars kann tað ikki sigast
at vera sjáldsamt fyribrigdi,
at toran gongur.
– Hvørt einasta sekund
slær toran niður einar 100
ferðir ymsastaðni á jørðini.
Sostatt hendir tað seg einar
tvær milliardir ferðir um
árið, at toran slær niður
ymsastaðni á jørðini.
Hanus Kjølbro sigur at í
2011 var herviligt ódnarveður
í Danmark við vatnflóð og í
tí
ódnarveðrinum
einsa
møllum, sló toran niður einar
40.000 til 70.000 ferðir – bara
á Sælandi.
Óstøðug luft
Hanus Kjølbro sigur, at toru
sláttur er tekin um óstøðuga
luft, og í Føroyum hava vit
óstøðuga luft, tá ið tað er
høgætt og ógvuliga køld luft
streymar norðaneftir inn
yvir Føroyar.
Hóast nógv kanska hava
hug at mótmæla, er luftin
yvir Føroyum heit, aftur
ímóti luftini, sum kemur rek
andi norðureftir.
– Tá ið tann kalda luftin,
kemur í kaldari luft, ornar
hon, og tey niðastu loftløgini
bólta uppeftir.
Samstundis kemur køld
luft úr erva niður eftir, eitt
nú við heglingi.
– Tað merkir, at vit fáa
ein stóran bøkil av upp- og
niðurgangandi luft í einum
avmarkaðum økið.
Og tað er gníggingin ímill
um uppgangandi og niður
gangandi luftina, sum elvir
til torusláttur.
– Eg plaga at samanbera
tað við, at taka eina lineal
og gníggja hana undir arm
inum, tí tá fært tú statiskt
elektrisitet.
– Tað er ein negativ løðing
og tá ið hon er blivin nóg stór,
kanska fleiri hundraðtúsund
volt, leitar hon eftir eini staði
at sleppa av við løðingina.
Og hon leitar sær altíð
eftir tí, sum stingur hægst.
– Tann negativa løðingin
fer eftir tí fyrstu og bestu
positivu avløðingini, hon
finnur, og har slær hon niður
Í luftini kann tað vera eitt
flogfar. Á sjónum kann tað
vera masturin á einum skipi
og í Danmark, eru tað trøðini
og bóndagarðarnir á slætt
lendinum, sum standa fyri.
– Men í Føroyum eru vit
væl vard av høgum fjalla
tindum allastaðni, so tað er
aloftast í fjallatindarnar, at
toran slær niður.
Hesa ferð sló toran eisini
niður í hús í Føroyum, hóast
tey liggja lágt.
Hanus Kjølbro sigur, at
tað er eisini eitt dømi um,
hvussu ógvuliga lokal tann
upp- og niðurgangandi luftin
kann vera, og sostatt, hvar
løðingin er, sigur hann.
Bara um veturin
Sjómannaskúlalærarin sigur,
at í Føroyum er tað bara um
veturin, at toran gongur.
Orsøkin er, at um summ
arið er hitamunurin á luftini,
sum kemur rekandi norðan
eftir, og luftini yvir Føroy
Tí slær
toran
niður
Hvørt einasta sekund slær toran niður 100 ferðir onku
staðni á jørðini, men í Føroyum hendir tað sjáldan
Toruveður
Í Føroyum gongur toran bara um veturin.
Aðrastaðni er vanligt at toran gongur alt árið,
eisini um summarið. Ofta fylgir heglingur við og
tað er tí, at heglingur er ikki vetrarveður sum
so, sigur Hanur Kjølbro, sjómannaskúlalærari
við serligum áhuga fyri veðurlagnum
Eg plaga at saman
bera tað við, at taka eina
lineal og gníggja hana
undir arminum
Hanus Kjølbro
Hanus Kjølbro
TORUSLÁTTUR