hósdagur 11. desember 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TORUSLÁTTUR
Flogfarið rakt
tvær ferðir
Sendinetið slóknaði
Ferðafólk fingu ein hvøkk, tá snarljósið
tvær ferðir rakti flogfar
Leygardagin varð drama
tikkur umborð á flogfarinum
hjá Atlantsflogi, sum skuldi
seta seg í Vágum.
Á veg niður, kom eitt
grovt æl við síðuvindi, og
flogskiparin avgjørdi at av
bróta lendingina og seta ferð
upp frá aftur.
Meðan flogskiparin síðani
greiddi ferðafólkunum frá,
hvat gekk fyri seg, gekk
toran. Blátt ljós bleiktraði,
og tað buldraði. Samstundis
bleiv tøgn úr stýrhúsinum.
Fjáltur var á ferðafólkum,
men tað var friðarligt um
borð.
Tá ið flogfarið síðani
gjørdi nýggja roynd at seta
seg, gekk toran aftur, og enn
einaferð varð flogfarið rakt
av snarljósi, men flogfarið
lendi hóast tað.
Eitt av ferðafólkunum
umborð var fyrrverandi fót
bóltsspælarin Todi Jónsson,
sum skrivaði um hendingina
á Facebook.
– Eg havi nú eitt 1. pláss
til mín lista yvir avbjóðandi
lendingar í Føroyum. Við
einum blandi av nógvum
turbulensi, avbrotin lending,
har flogfarið setti ferð upp á
frá fáar metrar áðrenn lend
ing og síðst men ikki minst at
verða rakt av snarljósinum
tvær ferðir. Hendan lend
ingin verður ring at taka,
skrivaði Todi Jónsson.
Hóast tað kann tykjast
ógvusligt hjá ferðafólki um
borð á einum flogfari, ið
verður rakt av snarljósi, er
eingin vandi við tí. Flogfør
eru bygd til at tola at verða
rakt av snarljósi.
Rás2, Lindin og sjónvarps
rásirnar hjá Iktus kendu
eisini sviðan av torusláttri
fyrr í vikuni.
Øll sendiútgerðin hjá
R2- net í Nólsoy, sum er
høvuðssendari til rásirnar,
slóknaði, tá ið toran gekk.
Mikudagin vóru fólk R2-
net á Eggjarkletti í Nólsoy
og umvældu skaðan.
– Har var alt sligið frá,
sum kundi sláast frá, sikr
ingar og relé og alt annað,
sigur Petur Jacobsen frá
R2-net.
Sendinetið
er
nú
í
rættlagi aftur, og rásirnar
senda sum vant. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at toran
ger seg inn á útgerð hjá
føroysku miðlunum og
televeitarum, sum tey hava
í fjøllunum.
Meir á síðu 8
um, ikki nóg stórur til at fáa
neyðuga turbulensin í.
Men aðrastaðni er als ikki
óvanligt, at toran gongur
um summarið, og jú tættari
tú
kemur
miðkringinum,
størri eru sannlíkindini fyri,
at toran gongur.
– Tað er mitt undir mið
kringinum, at toran gongur
nógv oftast, tí har er so heitt
og hartil eru tey heitu luft
løgini ógvuliga tjúkk.
Ofta er heglingur eisini,
tá ið toran gongur, eisini um
summarið.
– Heglingur er ikki vetrar
veður sum so. Heglingur er
toruveður og tí er mangan
eisini heglingur, tá ið toran
gongur, eisini tá ið toran
gongur á hásumri í teimum
heitu londunum.
Ljóðar skilagott
Eitt, sum ofta hevur verið
at hoyrt, er, at tá ið toran
gongur, skulu fólk halda seg
burtur frá vindeyganum.
Tað hevur Hanus Kjølbro
ikki hoyrt. Men hann heldur,
at hetta ljóðar skilagott, tí í
taka vit Danmark sum dømi,
verður mælt frá, at fólk leita
sær undir trø at kroka, tá ið
toran er.
Tað er bara at halda seg
mitt inni í húsunum, heldur
hann.
Tað hendir eisini, at toran
slær niður í fólk.
Tað vísir seg at vera
ymiskt, hvussu fólk tola tað,
men tað hevur hann onga vís
indaliga forkláring upp tað.
– Tað er sum at fáa
elektriskan stoyt. Summi
tola ein harðan stoyt sum
einki, men onnur doyggja
av nógv veikari stoyti, sigur
Hanus Kjølbro.