Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Hesa vikuna hevur toran gingið av tí ringasta í Føroy­ um, og tað hevur eisini elvt til fleiri skaðar. Í hesum sambandi hava tryggingarfeløgini bæði fingið fleiri fráboðanir um skaðar eftir toruslátturin. Sýna skaðar Regin Hammer, stjóri á Trygg­ingarfelagnum Føroy­ um, dugir ikki at siga, akkur­ át, hvussu nógvar skaðar tey hava fingið. Men talan er um fleiri skaðar og teir flestu av teim­um eru innan av Skála­ fjørð­inum, har toran sló niður í mikumorgunin. Regin Hammer sigur, at tryggingin veitir endurgjald fyri teir skaðar, toran elvir til, tá ið hon slær niður. – Tað er við í vanligu set­ húsatryggingini, sigur hann. Hann sigur, at í løtuni eru sýnsmenn frá tryggingini í ferð við at sýna skaðarnar. – Tá ið toran slær niður og elvir til skaða, er neyðugt at kanna hvørt einasta elektriskt tól í húsinum at vita um tað hevur fingið skaða, sigur hann. Og tað er eisini hetta, sýnsmenninir eru í ferð við at kanna. Regin Hammer sigur, at tað er ógvuliga sjáldan, at torusláttur elvir til skaðar. Samstundis eru skaðarnir aloftast smáir, og lutfalsliga smáir, so hetta er ikki nakað, sum voldir teimum nakað serligt høvuð­- brýggj. Tað eru serliga elektrisk tól og útgerð, sum fara, olju­ fýringar, sjónvørp para­bol­ móttakarar o.s.fr. Og í teimum førum, har frysti­boksir fara, og mat­ urin spillist, veitir trygg­ ing­in eisini endurgjald fyri tann spilta matin. Men nettupp fyri at sleppa undan, at skaðarnir verða óneyðuga umfatandi, er tað skilagott at kanna eftir um øll elektrisk tól, og frysti­boksir, virka um tær skulu, eftir at toran hevur gingið, sigur stjórin í Trygg­ ingar­felagnum Føroyum. Mest smærri skaðar Eisini í hinum tryggingar­ felagnum, Trygd, eru slíki skaðar við í vanligu set­ húsa­tryggingini.s Janus Thomsen, stjóri, sigur, at tey hava fing­ið fleiri skaðar og eisini hjá Trygd eru teir flestu skað­ ar­nir innan av Skála­fjørð­ inum. Í løtuni eru sýnsmenn hjá Trygd í ferð við at sýna skaðarnar, men talan er mest um smærri elektrisk tól, beinarar og slíkt. Men talan kann eisini vera um størri skaðar, har elek­triskar installatiónir í hús­um, eru farnar. Hann leggur afturat, at fáa frystiboksir skaða og mat­urin í teimum fer fyri skeyti, verður endurgjald eis­ini latin fyri matin. – Men í slíkum føri eiga fólk at royna at bjarga tíð, sum bjarg­ast kann fyri at av­marka skaðan mest møgu­ligt, sigur Janus Thomsen. aki@sosialurin.fo TORUSLÁTTUR Torusláttur elvdi til fleiri skaðar Tryggingarnar hava fingið fleiri fráboðanir um skaðar, har toran sló niður fyrr í vikuni Fleiri hús og nógv eltól hava fingið skaða í Saltangará, har toran sló niður mikudagin Tíbetur var eingin fólkaskaði Eyðun Klakstein Um 11-tíðina mikudagin sló toran niður í eitt set­húsa­ øki í Saltangará, og fleiri hús hava fingið skaða. Eitt av húsunum hevur fingið um­ fatandi skaða eis­ini orsaka av eldi millum skins og hold, og nógv eltól, hvítvørur, stikk­kontakir, olju­fýr­ingar, sikringar, inter­net-routarar, telefon­stikk og annað er farið í húsum í granna­ lagnum. Eingin álvarsamur fólka­ skaði, men tvey fólk fingu nakað av roykeitran, sum tey hava fingið viðgerð fyri. Ein av teimum, sum upp­ livdi hendingina, var Eli Lassen. – Eg var akkurát komin inn og var ikki meira enn farin úr jakkanum, tá ið tað var ein forferdiligur brestur. Tíbetur var eg komin inn, tí eg veit ikki, hvat kundi hent við mær, um eg var í túninum, har toran sló niður. Tað var ein sera ógvusligur brestur, og eg eri bara fegin um, at eingin fólkaskaði var av hendingini, sigur Eli Lassen. Hann sigur, at eftir at tey hava hugt eftir skaðunum, er líkt til, at toran hevur sligið niður í eina telefoninnføring, og at tað er gjøgnum telefon­ netið, at nógvur skaði er komin. Eltól hava eisini fingið skaða, men relé og sikring­ar hava forðað fyri enn størri skaða umvegis el­ netið, heldur hann. – Vit hava fingið ein ordiliga hvøkk her í granna­ lag­num, og hetta setir tank­ ar í gongd um, hvussu hetta kann fyribyrgjast við møgu­ lig­um avleiðarum á fjalla­ topp­um ella líknandi, sigur Eli Lassen. eydun@sosialurin.fo