Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 40 Siðsøga við Óla Jacobsen Tá ið sjúkrahús var í Mikladali Tað munnu vera fá sum vita, at sjúkrahús var í Mikladali undan tí í Klaksvík, og viðgerðin hjá Marini uppi í Tungu kundi vera eins professionell sum á nútíðar sjúkrahúsum V it kunnu takka Maud Heinesen (1936-2005) fyri, at henda søgan er komin á prent. Hon vaks upp hjá Lisu og Eliseus Jacobsen. Lisa var eitt fróðarfólk og Maud fekk tikið hana uppá band, meðan tíð var. Hetta fekk FF-blaðið gleði av í síni tíð. Millum annað fekst frá Lisu eitt íkast til søg­una um vanlukkuna við Ernestinu, sum Elise­us var við. Hetta íkast kom í bókina Hav­ið tók Teir í 2011. Eisini hevði Lisa eina forvitnisliga frá­ søgn um Marin uppi í Tungu í Mikladali og hennara læknakynstur. Hon var gift við Petur Heinesen, ættaður úr Elduvík. Hann var beiggi Elduvíks Jógvan, kendur klaks­ vík­ing­ur. Lisa: Marin hevði sjúkrahús sjálv! Marin hevði síni ríku evni, og tað var lækna­ vís­ind. Hon lekti fólk so undurbart. Hon hevði fólk liggjandi uppi hjá sær, tá hon var eldri kvinna og ikki orkaði so væl at ganga. Tey, sum vóru lamin, tók hon nið­an til sín. Mar­in hevði eitt vár tveir menn liggj­andi heima hjá sær. Annar hevði verið so óhepp­ in, at hann hevði stungið seg í beinið, eina­ ferð hann var útrógvin. Hin svall í einari tá. Tað, hon lekti við, var meginpartin urtir og frukt­ir. Norðuri í Mikladali høvdu tey slíkt álit á Marini, at um hon ikki kundi lekja sjúkl­ing­ ar­nar, so var einki at gera. Heini, sonur Marin, hevði høgt seg í knæ­ ið í Syðradali. Fólk vóru sannførd um, at høvdu teir farið til Mikladals eftir Marini, so hevði Heini ikki fing­ið stívt bein. Teir vóru í staðin farnir inn til Klaksvíkar við honum. Doktarin bant bara knæið til og legði tað stívt. Og tá ið Marin fekk at vita tað, var beinið illa hovnað. Hon helt vakt yvir hon­um í fleiri mánaðir og royndi at lekja sár­ini, men bruni var komin í alt beinið, so har var einki at gera. Eg kann minnast sum smágenta, at tá ið teir fóru á fjall tók Marin nakað av nýru­mør­ in­um. Hon smeltaði tað upp á sín máta og koyrdi nakað í, sum hon hevði fingið frá apo­ tek­in­um fyri at tað ikki skuldi trána. Hetta var helst borsýra. So koyrdi hon tað í smáar krukk­ur, og altíð hevði hon roð útyvir. Tað bleiv sett upp í erva á eina hill í hjallinum, har var kalt. Jarðarsiv hevði hon at koyra upp á fyri ek­sem, tá ið fólk høvdu útbrot. Hon leitaði eft­ir tí í bønum ella haganum, og so traktaði hon tað. Hon lat tað liggja so og so leingi. So síl­aði hon tað og goymdi tað. Eitt, sum hon brúkti heilt nógv, var rómi. Hon hevði feskan róma til sumt og súran til ann­að. Tá tað var ein hond, sum bleiv hovin, so bant hon silkitráð fyrst um skøvningin. So bleiv hon við, tá ið nú hol var á, at dríva tað om­an­eftir. Hon gníggjaði hondina við hesum róm­an­um. So legði hon blátt pappír uppá. Hetta fekk hon úr pakkum við tubbakinum blák­ar­dús, sum nógvir menn royktu. Hetta bláa pappírið goymdi hon. Tað vísti seg eis­ini, sum at sjúkan fór undan hesum, so hvørt viðgerðin fór fram. Fingrarnir kundu vera, sum eg veit ikki hvat, men tað galt um ikki at lata tað sjúka koma niðan eftir. Og so manereraðist hon aftur og fram, streyk og masseraði. Á henda hátt grøddi hon svull­ ir og slíkt. Um várarnar var so vanligt, at menninir komu frá bátunum við hovnum hond­um. So fór hon at massera og strúka, og tað hjálpti. Bjargaði eyganum á Stellu Pól Marin var ikki sterk kvinna, tí hon leið av astmu. Tað bleiv nógv lagt fyri hana, tá ið sjúka kom fyri. Tað var altíð heitt á hana. Eg minnist sum smágenta, at Stellu Pól og eg fóru gangandi eftir vegnum, so stend­ur ein hundur á einari trappu. Hann æt Kamm­ ur. Eg fór til hansara, hann stóð so blíður og blinkaði, sum hundar ofta standa, og eg streyk niður eftir honum. Eg hugsaði, sum Kamm er fittur í dag. Eg fór so framvið. Stellu Pól var aftanfyri, og knappliga skar hann í eitt gallróp. Nú hevði hundurin høgt annað eyg­að niðurfrá á honum. Eg sigi: “Oy-Jesus, Pól! Nú doyði tú!”. “Ja, eygað kom út”, sigur Pól, “hundurin beit meg”. Eg leypandi niðan í Tungu eftir Marini og bað hana vælsignaða koma at hjálpa Pól, tí eygað var dottið út. So kom hon við stavinum omaneftir. Eg minn­ ist, at hon segði við Pól, tá ið eg komi inn. “Pól, hvat hevur tú gjørt?”. “Eg røri teg ikki, fyrr enn tú sigur mær, hvat tú hevur gjørt við hundin”. “Jú, eg klípti hann í oyrað”. So legði hon Pól niður og fór at vaska við hes­um ymiska, hon hevði fyri hondina. Hon hevði alt í einum lumma, eisini ein saks og ein lítlan sprettiknív. Hon seymaði hetta upp­aft­ ur ímóti eygnalokinum við nál og tráð, men hvat fyri slag tráðurin var, dugi eg ikki at siga tær. Men eyga bleiv í ordan. Har kom einki annað til. Hann skuldi liggja, og hon sat og skifti á eyganum, so tað ikki skuldi hovna. Eygað á Pól bleiv í ordan. Kundi lekja mest sum alt Tú trýrt ikki, hvat tey settu hana útfyri. Ein kona hevði stúrtning. Tey sendu boð eft­ir Marini, og hon royndi alt hon kundi, og so fóru teir at enda inn til Klaksvíkar til dokt­ ar­in, men ov seint var, konan doyði. Men hvat hon lekti, var ógemeint. Eg visti, ein kona kom av Húsum og legði seg norð­ur til Mikladals til Marina at passa sær ein fingur, tí hann var bólgnaður so nógv. Okk­urt hevur verið, tí enntá smábeinini komu út. Fingurin bleiv frískur sum frá leið. Læknin Zachariasen var óførur móti Mar­ ini at senda henni eitt og annað, sum hann hevði á goymslu. Hetta var slíkt, sum hon kundi brúka til forbindingar. Í Mikladali var ann­ars einki í gomlum døgum uttan tað, sum tey funnu uppá sjálvi. Ikki bara at siga tað at fáa lækna Lækni kom ikki til Klaksvíkar fyrrenn í 1870-unum. Frammanundan skuldu tey til Havn­ar. Og meginparturin av fólkinum var deytt, tá ið tey fingu doktarin. Eg var stødd í Mikladali, tá ið ein kona í 1906 fekk trupulleikar við at eiga. Tá fóru teir úr Mikla­dali til Klaksvíkar eftir doktara. Tá teir komu til Klaksvíkar, nú er eingin dokt­ ari, hann er stadd­ur í Havn. Teir frættu so, at leir­víkingar høvdu verið í Havn eftir lækn­an­ um. So leggja teir á fjørðin yvir til Leirvíkar. Tað bleiv ódn á landsynningi, men teir komu fram í øllum góðum. Nú frætta teir har, at tað var Jóan Petur, ættaður út Hússtovu í Mikla­dali, sum hevði verið eftir doktaranum í Havn. Hann segði, at hann fór ikki norður fyri bjørg við árabáti. Tað tordi hann snøgt ikki. Men tað var so heppið, at ein trolari lá á red­ini í Havn. Hann fekk so hendan trolarin at koma norður við sær. Nú teir komu norður til Leirvíkar, lá bát­ ur­in úr Kalsoynnu fyri teimum og bíðaði eft­ir doktaranum. Men hann mátti fyrst for­ loysa hesa konuna í Leirvík. Tá kundu teir føra læknan til Húsar. Tað var myrkt, og eg minnist tann dagin, teir komu norður eft­ir Petur og Marin uppi í Tungu