hósdagur 11. desember 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
41
oyggj til Mikladals í ódnarveðri við dokt
aranum í hálvmyrkri. Tá ið teir komu til
hús, nú liggur konan í andaleypi. Nú kem
ur doktarin inn, og hann hyggur rundan um
seg, ein neyðars lampa hongur undir loftin
um.
Læknin var dani og var ein nokkso triva
ligur maður. Bað geva sær gott kaffi og eina
breyðflís við kjøti. Hann royndi at stappa
niður í seg, meðan hetta neyðardýrið lá í
andaleypi. Og so bleiv lagt á borðið. Tá var
hon so langt niðurkomin, at læknin tordi
ikki at doyva hana. Hann bað teir fræg
astu menninar í bygdini koma at hjálpa
sær. Petur uppi í Tungu, maður Marina, var
annar maðurin, og Andrass í Útistovu var
hin. Læknin setti á, spretti, og barnið kom í
verðina í øllum góðum. Tað segði hann, tað
hevði hann ikki væntað. Men hon kláraði
tað, mamman. Hon segði fyri mær, at tað
var í langa tíð, hon umsá seg at møta Petur
og Andrass, tí hon visti, at teir høvdu hildið
henni, tá ið hon føddi. Einaferð spurdi eg
pápa um hetta. Hann vildi einki siga, hann
bara græt. Hann segði bara, at so nógv kundi
eitt menniskja halda út! Eg hugsaði tað við
mær, nú gentan fylti 70 ár.
Dámdi ikki at skera
Marin kundi gera nógv, men ikki dámdi
henni at skera. Tá ið tað kom til tað, so
mátti maðurin hjálpa henni. Einaferð var
ein kona har norðuri, sum hevði fingið ilt í
bróstið. Tað var blivið sum tvey til støddar.
So sigur hon soleiðis: “Nú heldur hon ikki út
longur. Góði, gakk tú og sker hol á. Lat meg
ikki síggja, meðan tú skerst. Eg skal leypa
til, tá ið hol er komið á”. Og Petur setti knív
in á, har sum hann helt vera frægast. Hann
segði, at hann hevði ikki sæð sovorðið. Hann
hevði eina spølkumma og setti hana undir.
Bæði blóð og materia
komu út úr. Tað var
tann ekta materia. Og
so bleiv Marin við so
spakuliga at strúka og
strúka og strúka. Og
tey fingu lekt hana.
Tað var einki við
doyving. Og einki við
at drepa bakteriurnar
og alt hetta her. Mar
in hevði tað soleiðis,
at hon mátti sita uppi
yvir konuni og royna
at vaska og halda sár
ið reint, so hvørt sum
materian rann, so tað
stóð nógv á henni. Í so
máta var Petur ógvu
liga hjálpsamur.
Sonurin somu evni
Ein sonur Marina var Poul Andreas. Tað
segðist, at hann hevði nakað líknandi evni
sum pápin. Jógvan á Trøllanesi hevur greitt
frá, tá ið Rosenmeyer Wolles á Trøllanesi
datt oman í 1911 og breyt lærið. Tað vóru
ikki líkindi hjá lækna at koma í oynna, so
tað var Poul Andreas sum setti tað so væl
saman aftur, at tá læknin kom var einki
meira hjá honum at gera. Rosenmeyer kom
seg fullkomiliga.
Hetta læknakynstur tykist at liggja í ætt
ini. Abbasonur Poul Andreas, Jákup Petersen,
er ein kendur lækni.
Poul Andreas hevur skrivað eina bók um
ymisk viðurskifti í Mikladali, eisini um lækna
kynstur. Her skrivar hann millum annað:
Læknahjálp
Í 19. øld var tað ein kvinna, sum hevði sera
gott handalag at hjálpa sjúklingum. Hon
var heilt ung, tá ið hon røktaði ein ringan
tummilfingur hjá Katrin úti í Húsinum. So
ein dag varð hol gjørt á, og út kom ein óna
túrliga stór rúgva av blóði, materiu og smá
beinsplintur. Tá vildi mótið ganga frá hesi
kvinnu, men Katrin, sum tá var heilt gomul,
sigur: ”Hvat nú? Lat renna! Lat renna!” Tá
ernaðist tann yngra og fekk reinsað út og
bundið um.
Fyrst í 1880 varð Absalon á Trøllanesi
stangaður av tarvi millum Húsar og Syðradal
og heilt illa farin. Hann kom undir lækna
hond; men tá nakrir dagar vóru umlidnir,
sendi læknin hann til Mikladals at passa, og
alt gekk væl.
Ì 1890 var maður fyri tí óhappi at sláa
seg á tummulfingurin á vinstru hond og
knústi hann. Áttamannafar við honum til
Klaksvíkar beinanvegin. Læknin bant um og
sendi hann norð til Mikladals at passa. Hon
tók ímóti nýføðingum – ikki so fáum – tí ikki
var altíð skjótt at fáa jarðarmóðir.
Poul Andreas nevnir ikki hvør ið henda
kvinnan er, men hann skrivar eisini, at í teirri
tíðini var tað vanligt, at kommunurnar lótu
kvinnur fara niður at læra til jarðarmóðir.
Norðoya kommuna sendi eina úr Mikladali,
Sofie Malene Eriksdatter. Hon var bónda
dóttur úr Uttarstovu í Mikladali og giftist við
Símuni, sum festi Innistovugarðin á Trølla
nesi..
Seinasta barn hon tók ímóti var Absalon
í Útistovu áTrøllanesi.
Komandi partur:
Í komandi parti verður greitt frá ungum fiskimanni sum í 1923 ikki bar boð í bý. Ì jólablaðnum 22. desember verður greitt frá
eini ætt í Føroyum, har forfedrarnir fyri 150 árum síðani fóru til gongu úr Baffinslandi í Canada til Grønlands.
Mikladalur, her var eisini sjúkrahús
Poul Andreas, sonur Marina, og konan Poulina
Stellu Poul. Marin bjargaði honum eygað
Lisa var framúr frásøgufólk