hósdagur 11. desember 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin samstarva væl
Árni Dahl
Formaður Javnaðarfloksins
hevur at vísa seg vunnið
tokka veljaranna, tí hann al
ment hevur sagt, at flokkur
hansara ikki vil fara í sam
gongu við Fólkaflokkin.
Nú um dagarnar fekst tó
prógv fyri, at væl ber til hjá
hesum báðum flokkum at
samstarva.
Tað snýr seg um uppskotið
frá Gunvør Balle, tingkvinnu,
um at samtykkja, at 25. mars
skal vera almennur móður
málsdagur í Føroyum.
Upprunahugskotið eigur
Málstevnunevndin, sum í
áliti sínum (2007) bar hetta
hugskotið fram í 7. tilmælin
um undir deildini “Málpolit
isk amboð”:
“Málnevndin skal harum
framt – til at gera meira
vart við starvsemi sítt
– skipa fyri kunnandi
og upplýsandi tiltøkum,
sum almenningur kann
væntast at hava áhuga
á, t.d. einum átaki sum
“Ársins nýggjyrði”, “Degi
málsins”, “Besta handils
heiti”, “Ársins málrøktar
virðisløn” o.fl.”
Sum í so mongum øðrum
mentanarpolitiskum málum
hálsfevnast Djurholm og
Dam í løgtingsins ment
anarnevnd – væl stuðlað av
Miðflokkinum og Sambands
flokkinum. Tey taka ikki
undir við uppskotinum.
Tað er ófatiligt, at vit enn
– í 2014 – og tað í hesi sælu
jólatíð – ikki skulu unna
móðurmálinum tann heiður
at fáa ein einasta dag á
árinum, har vit kunnu steðga
á og fagna tí.
kjak
600 arbeiðspláss vantað
Teitur Vágadal
FViðmerkingar til vakstrar
uppáhald løgmans og Fólka
flokksins
Nú tá løgmaður og fíggj
armálaráðharrin
ganga
kropp á kroppi at rósa sær
sjálvum og samgonguni, er
sjálvandi neyðugt at hyggja
eftir nøkrum hagtølum fyri
at vita, um nakað hald er í
teirra sjálvrósi viðvíkjandi
vøkstur i samfelaganum.
So lat okkum fyrst byrja
við
inntøkunum,
hvussu
nógvan skatt hevur landið
og kommunurnar havt at ar
beiða við hesi árini.
Sí talvu 1
Skatturin áh skatturin!
Talva 1 vísur okkum at Før
oyar sluppa faktiskt rættiliga
snikkaleysar undan fíggj
arkreppuni. Tað sæst jú, at
landsskatturin og kommunu
skatturin ikki vórðu serliga
ávirkaðir av fíggjarkreppuni,
sum Herman Oscarson vísti
á tá beinavegin. Bert hepni,
at føroyingar ikki vóru líka
svakir, sum restina av heim
inum. Tað stórsta dykkið sást
jú
í
meirvirðisgjaldinum,
sum talvan jú vísur. Yvir
tvey ár ein minking á eini
200 mill. Men longu aftaná
tvey ár, í 2009, byrjar tað at
kvinka seg uppeftir. Bæði
í skattainntøkum og MVG.
So tað var ikki nøkur serlig
kreppa má sigast.
Við hesu talvu er ymiskt
vert at leggja til merkis.
Flatskatturin vísur eitt týðu
ligt knekk í 2012, tí at tað
komu eini 250 mill minni
inn í landskattinum. Men
har kom so forskattingin
av pensjónum, sum eitt
ískoyti at ”fíggja” flatskattin.
Kommunuskatturin
varð
sum so óavirkaður, og hetta
hóast at hann hevur mist
inntøkur frá pensjónum, tí
at landskassin (ella fíggjar
málaráðharrin) fór avstað
við allari forskatting av pen
sjónunum.
Inflation
Eitt nógv hata orð, uttan so
tú ert húsaánari og hevur
skuld at gjalda aftur. Og vit
øll ilnast inn á at prísir dyrka.
Breyð gerst dýrari, mjólkin
dýrkar o.s.fr. Men inflation
fortelur
okkum,
hvussu
gongdin er í samfelaganum.
Hava vit búskaparvøkstur
ella ei. Fakfeløg samráast við
teir “óndu” arbeiðsgevarnar,
og vilja hava meira í løn.
Arbeiðsgevarin skilur ikki tey
troyttandi fakfeløgini, sum
halda áfram at krevja meira
pening. So aftaná togan aftur
og fram, møtast tey í miðjuni
ella annan vegin, og gerast
samd eftir tógvið stríð. Úr
sliti er at arbeiðsgevarar
geva meira pening til løn
takarar, sum so sjálvandi
fara at brúka meira pening.
Hevur ein tvær 20 krónur í
lummanum, so hvørva tær
líka so skjótt, ið tann eina.
So meira peningur ferðast í
samfelaganum. Soleiðis eru
vit menniskju. Vit vilja liva
lívið, og ein partur av tí er
at brúka pening. Hetta veit
handilsmaðurin, so hann
kvinkar prísin eitt sindur
upp, ikki ov ógvusliga, og
fær peningin aftur, hann
hevur goldið út í lønum.
Sera smart, øll eitt sindur súr,
men samstundis eitt sindur
glað. Búskaparvøkstur! Og
inflation!
Hetta síggja vit jú eisini
í prísvøkstrinum, sum Hag
stovan heldur eyga við. Alt
dýrkar og síggja vit eina
nátturiliga gongd, sum talva
2 vísur. Matur og drekka er
dýrka, meðan kostnaður fyri
heilsu er ikki vaksin so nógv.
Meira um tað seinni.
Sí talvu 2
Hagtøl siga sannleikan
Hevur so fíggjarmálaráð
harrin rætt, tá hann sigur
at flatskatturin hevur skapt
vøkstur?
Vit kunnu so staðfesta at
har var ikki nakar serligur
vandi á ferð. Vøkstur var
áðrenn samgongan tók við.
Men samgongan steðgaði tí
nøkulunda upp. Hagstovan
hevur víst á at einasta brúk
araavgjaldi sum er vaksið,
er avgjaldi á bilar. Miðal- og
háginntøkur
hava
fingið
betur ráð til at keypa bilar.
Øll tey vanligu avgjøldini
standa nøkunlunda í stað, og
privata nýtslan er ikki vaksin
nakað serligt.
Búskaparráðið vísti eisini
á í síni frágreiðing, at lønar
gjaldingar eru ikki vaksnar
nakað serligt og eru faktiskt
næstan
uppsteðgaðar,
tá
hædd er tikið fyri inflation.
T.v.s. at tað er ikki nakað ser
ligt av eyka vøkstri skaptur.
Vert er eisini at leggja til
merkis, at tað eru bert politik
arar, sum siga at flatskatturin
hevur skapt vøkstur. Hyggja
vit eftir tølunum er eingin
serligur vøkstur skaptur av
flatskattinum.
Vøksturin
varð longu byrjaður áðrenn.
Og ei heldur hava vit hoyrt
nakran
búskaparfrøðing
sagt at flatskatturin hevur
skapt vøkstur.
Samgongan og
tað almenna
Men hvat hevur so samgong
an gjørt? Ein katastrofu, sum
var innførd aftaná 4 vikurs
sera ivasama grundgevingar
og próvførslu. Og uttan at
hugsa um at láginntøkur
fingu eina eyka skattarokn
ing uppá heili 12 % uppá
teirra pensjónsinngjald. Sam
haldsfesti er horvið í pen
sjónum. Men tað er so ikki
tað einasta. Við at halda uppá
at tað almenna er ov stórt,
rósti Fólkaflokkurin í juli-
augusta mánaði sær sjálvum
at hava minkað tað almenna
við 39 arbeiðsplássum, sam
stundis sum at 600 nýggj
arbeiðspláss vórðu skapt.
Og hvat er avleiðingin av
tí? Tað hava vit sæð næstan
mánaðarliga. Heilsuverkið,
ellisheim, og røktarstarvsfólk
verða niðurpínd, tí at tað
skal sparast. Og uttan at
politikararnir, sum innføra
hesi idiotisku tiltøk, megna
at siga hvør tænasta skal
burtur. Spurd um hetta, visti
Annika Olsen á sinni einki at
svara aftur. Sum talva 2 vísur,
er prísvøksturin fyri heilsu
nógv minni vaksin. Og tað
fortelur okkum at tænastan
er vorðin verri, starvsfólkini
mugu renna skjótari. Og
samstundis, sum at minni
neyðugur peningur verður
játtaður til tað almenna,
veksur bruttotjóðarúrtøkan
ikki tað sama, sum kundi
skapt ein størri vøkstur í
samfelaganum. Sum opinbart
var ynski hjá samgonguni.
Hvat skal so gerast?
Tað hómast tó nú, hóast alt
hetta rokilsi av samgonguni,
at enda ein nøkunlunda
vøkstur
í
samfelaganum.
Og tað kunnu og skulu vit
gleðast um. Men sum Bú
skaparráðið segði í síni frá
greiðing, mugu vit hyggja
nógv longur fram. Og ikki so
stuttsiktað, sum samgongan
hevur gjørt. Heilsuverk og
útbúgving má uppraðfestast
enn meira. Uttan nóg nógva
útbúgving í landinum hvørv
ur ungdómurin og tað hevur
hann gjørt síðani 1990ini. Og
heldur áfram at gera.
Stuttíðarsparingar geva
okkum
bara
langtíðarút
reiðslur.
Samgongan hevur ikki
skapt vøkstur, hon skapti
ógrundaðan ótta, og brems
aði vøksturin samstundis,
sum at minni var av peningi
til at reka landshúsarhaldi.
Hevði tað ikki verið fyri sam
gonguna, kundi tað hugsast
at tað vóru ikki 600 nýggj
arbeiðspláss, men kanska
1200 nýggj arbeiðspláss.
Men tað finna vit so aldrin
útav, skaðin er framdur.
*Fyrivarni: tølini fyri 2014 og fyri MVG, árini ´13 og ´14, eru metingar