Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Fótbóltssambandið hevur úr at gera komandi vikurnar, tí størv skulu setast av nýggj­ um og sátttmálar skulu leingj­ast. Sáttmálin hjá øllum tólv ungdómslands­ liðs­venj­aranum gongur út um árs­skiftið. Eisini sáttmálin við teir tríggjar A-lands­liðs­venjararnar hjá kvinn­um, Jón Pauli Olsen, Lennard Pedersen og Alexandar Djordjevic gongur út, men her er sannlíkt, at teir halda fram til í fyrsta lagi apríl komandi ár. Eisini takkar Petur Simonsen fyri seg sum tekniskur stjóri vegna aldur. Hetta starvið verður helst lýst leyst bæði í Føroyum og í norður­londum. Millum spurningarnir í løtruni eru um U-lands­ liðs­venjarar skulu kunna verða høvðusvenjarar í Effo- deildini samstundis, og um tað skulu verða tveir venj­ arar til hvørt lið, ella um tað skulu verða fýra fulltíðar venj­arar, sum skulu taka sær av øllum. U21 skal hava nýggjan venjara Heðin Askham hevur boð­að frá, at hann heldur ikki fram sum annar av U21 lands­liðs­ venjarunum. Venjarin hjá HB hevur saman við Bill M. Jacobsen staðið á odda fyri føryska U21 lands­lið­num síðani tað sá dagsins ljós í 2007. Heðin er í dag høvðus­ venjari hjá HB og hevur valt gevast sum U21 lands­liðs­ venjari á hesum sinni. Sostatt skal U21 landsliðið hvørtfall hava ein nýggjan venjara. Bill M. Jacobsen er í løtuni ikki høvðusvenjari í nøkrum felagið í Føroyum, og eitt gott boð upp á at halda fram. Politikkur og U-landsliðini U15, U17 og U19 landsliðini skulu eisini hava venjarar. Eli Hentze og Jógvan Hendrik »Hegga« Samuelsen eru venjarar hjá U15, Pól F. Joensen og Áki Johansen eru venj­arar hjá U17 og Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen eru vernjarar hjá U19. Her eru fleiri venjarar, sum fáa ábyrgdarfull størv í fel­øg­um kring landið í stór­ um felgum. Her hevur ein spurningur verið frammi um tað skal verða loyvi at verða 1.liðs venjari og U-lands­liðs­ venjari sam­stundis. Argumentið fyri er, at soleiðis tryggjar tú, at tú kanst hava teir venjararnar til tey størvini. Tað eru ikki so nógvir venjarar til í Føroy­ um, at vit hava ráð útiloka nakran til nakað starv. Argumentið ímóti er, at tað gevur fleiri størv til fleiri venjarar at mennast, um­ framt at so hevur venjarin fult fokus á U-landsliðið. Triðja loysnin er, at tað verða settir fýra fulltíðar venj­arar, sum taka sær av øll­um ung­dómslandsliðnum. Eitt hugskot, sum millum ann­að Sigfríður Clementsen, venj­ari hjá Víkingi, hevur borið fram. Kvinnulandsliðið í bíðistøðu A-landsliðið hjá kvinnu er eitt sindur í bíðistøðu, tí tað er framvegis óvist hvussu nógv lond melda til EM kapp­ing­ina. Melda nógv til, og før­oyska liðið endar í eini undan-undankapping, so er ikki vist at føroyska lið­ið klárar at vinna seg til van­ligu undan­kappingina. Um tað hendir, so dettur kvinnu­lands­liðið eitt sindur niðurfyri í eina tíð. Verður talan um eina minni undan- undan­kapping, so verður hon í apríl. Tí er líkt til, at Jón Pauli Olsen, Lennard Pedersen og Alexandar Djordjevic halda fyribils fram til apríl, áðrenn ein avgerð verður tikin fyri komandi árini. Hjá U17 kvinnunum eru Jan M. Laursen og Bára S. Klakstein venjarar, meðan John Petersen og Ingun Hansen eru venjarar hjá U19 gent­um. Tekniski stjórin takkar fyri seg Petur Simonsen takkar í leypi av komandi ári fyri seg sum tekniskur stjóri í FSF vega aldur. Hetta er eitt FIFA spon­sorerað starv, sum al­tjóða fót­bólts­samgongan hev­ur sett sum krav fyri at fáa lut í FIFA pengunum. Tekniski stjórin hevur ábyrgdina fyri at mynda føroyskan landsliðsfótbólt við framtíðini í huga. hetta starvið verður lýst leyst í Føroy­um, men helst eisini í norður­londum. Helst er ein av orsøk­unum, at bíðað verð­ ur við at kollvelta venjara­ saman­setingina í U-lands­ liðs­fót­bólti hesa ferð, at nýggi tekniski stjórn skal hava møgu­leika at gera sín ávirk­an galdani. trondur@sosialurin.fo Landsliðssáttmálar ganga út Sáttmálarnir hjá øllum ungdómslandsliðsvenjarunum hjá Fótbóltssambandinum og A-landsliðsvenjarunum hjá kvinnu ganga út um ársskiftið, umframt at leitað verður eftir nýggjum tekniskum stjóra Avgreitt um ársskiftið Tróndur Arge Aðalskrivarin hjá Fót­ bólts­sambandinum, Virgar Hvidbro, vónar og vænt­ar at av­gerð verður tikin í flestu av málunum um árs­ skift­ið. Tó verður tekn­iski stjór­in ikki settur enn. – Allir sáttmálarnir uttan teir við A-lands­liðs­ venj­ararnar hjá monnum ganga út um ársskiftið. Vit vóna at fáa avgreitt flestu spurningarnar rundan um ársskiftið, sigur Virgar Hvidbro, ið sum heild heldur at føroyskur lands­ liðs­fótbóltur hevur havt eitt gott ár. Tað er landsliðsnevndin hjá FSF, sum skal seta U-landsliðsvenjararnar og skipa arbeiði. Til spurn­ ing­in um tað skulu setast fýra fulltíðar venjarar, og um tað skal verða loyvi at verða høvðusvenjari og U-landsliðsvenjari í senn, sigur Virgar, at slíkir spurn­ing­ar altíð koma upp at venda. – Tað koma altíð slíkir spurningar upp at venda av og á. Higartil hevur ikki verið meiriluti fyri at gera tær broytingarnar, men tað, sum er rætt í dag, nýtist ikki at verða rætt í morgin, sigur Virgar Hvidbro. trondur@sosialurin.fo Heðin Askham hevur boð­að frá, at hann heldur ikki fram sum venjari hjá U21 lands­ liðnum, sum hann saman við Bill M. Jacobsen staðið á odda fyri síðani 2007 Savnsmynd: Álvur Haraldsen fótbóltur