hósdagur 11. desember 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
6
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Tá ið 16 ára gamli Nick fær ein
pakka, undrast hann á, um hetta
man vera orsøkin til løgna atburðin
hjá floksfelgunum. Í pakkanum er
gátufulla telduspælið Erebos.
Spælireglurnar í Erebos eru
strangar: tú hevur bara ein kjans, tú
mást ikki tosa um spælið, spæl altíð
einsamallur og sig ongantíð nøkrum
títt kallinavn. Brýtur tú reglurnar
ella ikki loysir uppgávurnar til fulnar,
verður tú blakaður út og sleppur ikki
inn aftur.
Forvitni vinnur tó á Nick, og hann
verður skjótt bundin at spælinum.
Men Erebos veit nógv um tey, sum
spæla og fer at manipulera við lív
teirra. Tá ið Erebos gevur Nick eina
lívshættisliga uppgávu at loysa í
veruliga heiminum, noktar Nick og
verður útihýstur frá spælinum.
Saman við vinmanninum Jamie
setur Nick sær fyri at finna út av,
hvør tað er, sum stýrir spælinum.
Ein vandamikil missión, har markið
millum veruleikan og virtuella
heimin syndrast.
Abbi er sjórænari og Søgan
um blóðreyða súreplið
komu út á svenskum á
fyrsta sinni í ávíkavist
1966 og 1974. Søgurnar
eru lættar og tekningarnar
einfaldar, men saman
rúma tær eini størri heild.
Tað er, sum krógvar Jan
Lööf smálutir í myndunum
og fær hugaheimin hjá
lesaranum at sveima.
Sjórænaraabbin
Tað eru ikki øll børn, sum eru so
heppin, sum drongurin, ið hevur ein
abba, sum er sjórænari. Omman
sigur tó, at tað ikki passar, og at
abbin tvætlar, tí hann hevur verið
postmaður alt sítt lív. Men ein dagin,
tá ið omman fær sær ein lúr, fer abbin
við abbasoninum á sjórænaravitjan ...
Blóðreyða
súreplið
Hetta er klassiska søgan um
svik, sum fellir aftur á tann,
sum svikaði. Maðurin í teinuta
klædninginum fær eitt súrepli
úr plasti frá fruktseljaranum, men
tá ið avtornar, er tað fruktseljarin,
sum kláar sær í nakkanum og
hugsar, hvat er hent. Hann fær tað
ikki at bera til, tí plastsúreplið er
blivið eitt saftugt, reytt súrepli ...
Søgurnar hóska væl at lesa fyri
børnum 3-4 ár og eldri.
Herviligi Henry og kykt er fyrsta
faktabók hjá Herviliga Henry á
føroyskum.
Veitst tú til dømis, hvar oyruni sita
á eini grashoppu? Hvussu býflugur
halda seg heitar? Hvat kykt etur fongin
livandi? Og um mariuhønur veruliga
eru eitrandi?
Hetta er nakað av tí vitan, sum er
at finna í hesu faktabók. Og dámar
tær søgurnar um Herviliga Henry, fert
tú heilt víst eisini at hugna tær við
forvitnisligu
vitanini
um
herviligu
kyktini.
Erebos
Abbin og súreplið – tveir klassikarar
Hervilig
kykt
Í nýggjastu ungdómsbókini frá Bókadeildini rennur fiktión og
veruleiki saman á óhugnaligan hátt. Í einum skúla í London verður eitt
telduspæl sent runt – Erebos – og skjótt broytist lívið á skúlanum …
Í fjør var kenda bókin hjá Jan Lööf, Abbi er sjórænari, aftur at fáa á føroyskum. Bókin
gekk sum heitt breyð og varð útseld eftir stuttari tíð. Nú er hon uppafturprentað
saman við søguni um blóðreyða súreplið – enn ein klassikari hjá Lööf
Undarligt og undranarvert,
hugtakandi og herviligt.
Herviligi Henry fortelur
tær alt, sum tú vilt vita um
kykt. Eisini tað, ið tú helst
ikki hevði viljað vitað ...
Erebos er eitt spæl, tað
eygleiðir teg, tað tosar við teg,
tað lønar tær, tað roynir teg,
tað hóttir teg. Erebos hevur
eittans endamál: tað ætlar at
drepa.
Jan Lööf prógvar av sonnum, at
góðska yvirlivur og heldur á at gleða!
Bøkur til tey smæstu eru skraddaraseymaðar
til smáu hendurnar, sum toga, trýsta, klappa og
kasta. Bøkurnar eru oftast gjørdar úr tjúkkum
pappi, so tær ikki skulu skrædna, hava bjartar litir
og klaffar, alt fyri at stimbra og menna sansirnar
hjá smáu børnunum. Men seinastu árini eru alt
fleiri bøkur komnar út, sum fara eitt stig víðari.
Hesar bøkur eru ikki bara bøkur, men heldur
ein samanrenning av eini bók og leiku. Vit hava
blaðað í rúgvuni og funnið fram til nakrar av
bókaleikunum:
Allarfyrsta stóra
spælibókin
Klaffar at lyfta, myndir at
samanbera, ruflur at nerta
og 10 ljóðknøttar at trýsta
á. Ein bók, sum barnið
kann sita leingi og hugna
sær við.
10 bls./pappbók við ljóði
leika
Tove Jansson
Mumi og
ævintýrferðin
í mánalýsi
Les um Mumi og
hini, sum fara eina
ævintýrferðina í
mánalýsi at leita eftir
einum skatti, meðan
barnið spælir við
mumitrøllið.
26 bls./heft við bamsu
Eric Hill
Skvatla og
sprutta Flekk
At hava Flekk baðibókina við sær
í bað, ger løtuna nógv stuttligari!
Fitta plastbókin hevur vakrar
einfaldar myndir og gnístir, tá ið
barnið trýstir á hana.
6 bls./plastbók við ljóði
David Melling og Beatrix Potter
Klemmiligi Klæmint
fær eitt klemm
og Petur kanin
- klemma meg
Bleytar, mjúkar honddukkubøkur
við tveimum av best umtóktu
bókafigurunum beint nú, Klemmiliga
Klæminti og Peturi kanin.
8 bls./
pappbók
við hond
dukku
Bók
og
í einum