hósdagur 11. desember 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
er gjørd í eini tíð, har eg broyttist nógv. Eg havi arbeitt
við henni síðan í 2011 og upptikið hana nógv ymisk løg
in støð. Alla tíðina er plátan broytt við, at eg mentist,
og tað kann man ikki endurskapa.
Nýggjur tónleikur
Jens hevur verið øgiliga tilvitaður um prosessina, með
an hann hevur arbeitt við Leipzig. Hann tók t.d. valið, at
bert lurta eftir nýggjum tónleiki í eitt tíðarskeið.
– Eg havi eisini tvungið meg at lurta eftir tónleiki,
sum mær ikki dámar, men sum eg føli hevur okkurt,
sum eg kundi koma at skilja og dána. Eg vildi ikki bara
halda at Pink Floyd er besti bólkur nakrantíð, og so
steðga har. So fyri ikki at stagnera, so skuldi allur tón
leikur, ið eg lurtaði eftir hetta tíðarskeiðið vera minnið
enn eitt ára gamal. Hetta fekk meg, at fáa eyguni upp
fyri nýggjum artistum og nýggjum tónleiki og var við
til at menna meg.
Elektronisk ORKA
Fyrsta útgávan hjá ORKA var serlig á tann hátt, at ljóð
førini vórðu bygd úr tifari, ið tónleikarnir funnu í einum
fjósi innan Glyvur. Millum ljóðførini vóru ein fløsku
urga, ein vinkilslípari og pelabassurin, ið Jens spældi
á. Hetta vakti ans bæði heima og úti. Men á nýggju út
gávuni, og konsertunum í sambandi við hana, er ljóðið
elektroniskt, og ístaðin fyri heimagjørd ljóðføri, brúka
teir samplaði ljóð og pads, ið teir trumma á.
Jens heldur, at hendan menningin av ORKA hevur
verið rættuliga lýðandi og tykist natúrlig.
– Eg trúgvi uppá, at man skal ikki lata formin diktera
listina, tí føli eg tað ikki sum eina skyldu, at eg skal
brúka tunnur at sláa á. Eg havi sjálvur lurtað nóv eftir tí
grensusøkjandi elektroniska tónleikinum, so tað hevur
verið natúrligt, at eg eri farin tann vegin við ORKA.
Hóast ORKA brúkti heimagjørd ljóðføri á fyrstu út
gávuni, so var altíð talan um tónleik, ið var íblástur av
elektroniskum rútmu grundaðum tónleiki.
– Jógvan Andrias á Brúnni, ið spældi trummur tá,
lurtaði bara eftir elektronika og dubstep, og hetta ávirk
aði tónleikin, og meðan helvtin av fløguni var upptikin
heilt akkustiskt, so var hin helvtin jú elektronisk.
Á konsertum hevur bólkurin altíð brúkt pads og
samplingar, og hevur ment seg meira og meira tann
vegin. Á útgávuni Óró samstarvaði ORKA við amerik
anska hip hop framleiðaran Oktopus, og flutti hetta eis
ini bólkin longur tann elektroniska vegin.
Livilig ORKA
– Tað er eisini tað, at øll árini hevur nógv útskifting
verið í ORKA, fólk eru givin av ymiskum orsøkum. Tey
hava fingið starv, ella hava ikki havt møguleika at
ferðast við okkum. Tí gjørdist eg greiður yvir, at skuldi
ORKA halda á, mátti eg forseta við tí, og gera tað liviligt
fyri meg sjálvan.
Við nýggju elektronisku útgávuni, ber til hjá Jens at
framføra tónleikin einsamallur ella í smærri bólkasam
ansetingum. Hetta ger tað munandi lættari at spæla
konsertir og ferðast við tónleikinum, enn tá talan var
um ein stóran bólk við stórum heimagjørdum ljóðfør
um. Á G! í ár var ORKA bert Jens og Høgni Lisberg og
á komandi konsertum í Onglandi spælir Jens sjálvur.
Hjartabarnið
Tað er týðiligt, at ORKA er eitt hjartabarn hjá Jens, og
hóast hann arbeiðir nógv sum framleiðari, tónleikari og
tónasmiður í nógvum ymiskum sambondum, so fyllir
ORKA nógv, og spakuliga byrjar hetta eisini at gerast
ein verkætlan, ið loysir seg betur.
– Tað plagdi at vera so, at eg tjenti pengar uppá alt
hitt, sum eg gjørdi og brúkti teir uppá ORKA, men hetta
er við at broytast nú. Í løtuni arbeiði eg øgiliga nógv
við ORKA. Nú kemur plátan út í Onglandi, og í komandi
ár kemur hon út í Fraklandi, í hesum sambandi verða
konsertir í báðum londum.
Nýggj ORKA
Í løtuni er fokus á Leipzig, men longu nú er enn ein út
gáva við ORKA væl ávegis. Tí meðan Jens hevur arbeitt
við Leipzig, hava hann og Oktopus, ið eisini var við á
Óró útgávuni, arbeitt við eini aðrari ORKA útgávu. Í løt
uni eru 19 sangir í spæl til hesa útgávu, ið Jens sigur
vera 60% lidna. Nú skal veljast út, og ætlanin er, at
geva hana út innanfyri ikki alt ov langa tíð, sum hann
málber seg.
Síðan Jens L. Thomsen í 2011 saman við
øðrum stovnaði leikbólkin Det Færøsche
Compagnie, er sjónleikur og tónleikur til
sjónleik vorðin ein alsamt størri partur av
hansara virksemi.
Í løtuni arbeiðir Det Færøsche Compagnie við
einum nýggjum leiki, ið eftir ætlan verður
settu upp komandi ár. Leikurin snýr seg
um ensku hersetingina av Føroyum undir
2. heimsbardaga. Í hesum sambandi hevur
leikbólkurin, ið umframt Jens telur Kirstin Helgadóttir
grafiskan sniðgeva og leikararnar Kjartan Hansen og
Kristinu Ougaard Sørensen, vitja í Føroyum seinastu
vikurnar. Tey hava kannað keldutilfar, vitja krígssavnið og
tosa við fólk, ið upplivdu hersetingina. Á henda hátt hava
tey fingið eina rúgvu av íblástri, ið tey síðan brúka í sínum
arbeiði við at skapa leikin.
Talan er um sonevnt deviced theatre, har bólkurin savnar
eina rúgvu av íblástri, fyri síðan at fara í gongd við at
skapa leikin, her er einki leikrit, men leikurin verður
skaptur í felag. Sambært Jens minnur hetta ei sørt um, tá
ein bólkur skrivar tónleik.
Det Færøsche Compagnie hevur fingið íslendska
leikstjóran Egill Pálsson at leikstjórna. Føroyingar kenna
Egill frá leikinum “Dværgen, ið vitjaði Norðurlandahúsið
fyri nøkrum árum síðan. Men tað var eisini Egill Pálsson, ið
setti leikin 4.48 psykosa upp fyri leikbólkin Tvazz.
Ger sjónleik um ensku hersetingina