Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 8 • 12. desember 2014 Jens L. Thomsen er uppvaksin Innan Glyv­ur, men stóran part av sínum vaksna lívi hevur hann búð í London, har hann virk­ar sum tónleikari, tónleikaframleiðari og tóna­smið­ur. Hann eigur og rekur tón­leika­upp­tøku­høl­ið Støku­ mørk, ið hann bygdi Innan Glyvur, tá hann frá 2008-11 búði í Føroyum. Eftir trý ár heima flutti hann tó aftur til London, og ferðast nú rættuliga nógv ímill­um. Eitt serligt umhvørvi Saman við unnustuni Kirstin Helgadóttir og vin­mann­ in­um Sámal Blak býr Jens í einum húsum í trimum hædd­um í London. Niðasta hæddin er upptøkuhøli hjá Jens, verkstaður hjá Kristin, ið arbeiðir við grafiskari snið­gávu, og Sámali, ið arbeiðir við pall sniðgávu. Hetta skap­ar sambært Jens eitt heilt serligt umhvørvi. – Tað riggar ordiliga væl, tí vit øll arbeiða við skap­ andi arbeiði. Tað er eisini gott, at vit arbeiða við ym­isk­ um tingum, tí um vit t.d. øll vóru tónleikarar, so hevði disk­ussi­ónin verið um t.d. hvussu ein bassur skal ljóða og tílíkt. Nú blívur tað eitt sindur meira filosofiskt. Tað dám­ar mær væl. Jens L. Thomsen er maðurin handan tónleikabólkin ORKA. Harumframt er hann virkin tónleikaframleiðari, og hevur framleitt tónleik fyri nógvar bólkar, eitt nú Han­us Johansen og T.O.S. Hann hevur júst lagt síðstu hond á útgávuna hjá Huldu. Nøkur løg av hesi útgávu hava longu verið í umferð í Kringvarpinum og eru spæld rættuliga nógv. Tónleik til sjónleik Jens er virkin á mentanarpallinum m.a. sum partur av per­formancebólkinum Det Færøsche Compagnie. Hetta við at skriva tónleik til leikir er vorðið ein stórur partur av virkseminum hjá Jens. Í løtuni skrivar hann saman við hinum í Det Fær­ øsche Compagnie ein nýggjan leik, ið snýr seg um ensku hersetanina av Føroyum undir krígnum. Hetta er fjórði leikur, ið Jens skrivar tónleik til í ár. Frammanundan hevur hann gjørt tónleik til tveir norsk­ar leikir og ein íslendskan. Eisini innan filmsgerð hevur hann roynt seg, og hev­ ur skrivað ljóðmyndir til eitt nú stuttfilmar hjá Mari­ annu Mørkøre og Rannvá Káradóttir umframt Heiðriki á Heygum. ORKA í Onglandi Tá eg hitti Jens L. Thomsen, er hann júst heim­aft­ur­ kom­in frá Croydon Radio, har hann hevur verið gestur í sendingini Ice Station í sambandi við, at plátan Leipzig hjá ORKA kemur út á enska marknaðinum. Ice Station er ein tónleikasending á lokalu út­varps­ støð­ini, ið sendur til Croydon býarpartin í London. Vert­ ur­in hevur stóran áhuga í íslendskum tónleiki, og hesin áhugi hevur smittað av á ORKA, ið er spælt fleiri ferðir í sendingini. Nú nýggja útgávan verður givin út, varð Jens so boðin sum gestur í sendingina. Leipzig kemur út í Onglandi 15. desember og hetta fyll­ir rættuliga fitt hjá Jens í løtuni. Í sambandi við út­ gáv­una, skal hann spæla nakrar konsertir og annars lut­taka í PR arbeiði, sum t.d. vitjanin á Croydon Radio er dømi um. Góðan stuðul Enn er Jens tó ikki heilt greiður yvir, hvussu nógv verð­ ur av tílíkum, tí hann hevur eitt PR felag, ið tekur sær av at fáa avtalur í lag um tílíkt. – Eg eri ordiliga glaður, at eg havi fólk sum dáma mín tón­leik og sum arbeiða ordiligt fyri at fáa útgávuna út, og at fáa hana marknaðarførda rætt. Jens hevur í sambandi við hesa útgávuna fingið sátt­mála við Cargo Records, sum er størsta óhefta plátu- og útbreiðslufelagið í Onglandi. Hetta er eitt sam­ starv, ið Jens er sera glaður um. – Tað tók sína tíð og yvirtalilsi, at fáa tey at útgeva plát­una, men nú tey eru umborð, so arbeiða tey ordiliga fyri tí. Men tey arbeiða uppá ein góðan máta. Eg veit ikki hvussu eg skal forklára tað, men tey trýsta hetta út, uppá ein natúrligan máta. Eg spæli nakrar konsertir, og vit satsa uppá at sleppa at spæla á nøkrum festivalum kom­andi ár. Men so fáa vit at síggja, hvussu móttøkan verð­ur, tí tað avger hin partin, greiður Jens frá. Ein serlig útgáva Jens er sera fegin um Leipzig, og afturmeldingarnar hava eisini verið góðar higartil. – Ein sendi mær ein e-mail, har hann segði, at Leipzig var ein pláta,sum broyttist alla tíðina, og ongantíð kom uppá pláss. Soleiðis havi eg tað eisini sjálvur við henni. – Eg kann ongantíð aftur gera eina tílíka plátu, tí hon Menning heldur enn stagnatión Niels Uni Dam ORKA gevur í hesum døgum Leipzig út í Onglandi. Ein útgáva, ið oddmaðurin Jens L. Thomsen sjálvur ongantíð væntar at klára at endurtaka. Leipzig er gjørd í eini tíð, har Jens mentist sera nógv, m.a. valdi hann eitt tíðarskeið einans at lurta eftir tónleiki, ið var givin út tað seinasta árið, fyri ikki at stagnera í fasinatiónini av tí gamla. Vit hava tosað við drongin innan Glyvur, ið nú lívbjargar sær sum tónleikari og tónleikaframleiðari í London. Vit brúka øll tað, sum vit lærdu í Clickhaze Jens L.Thomsen gjørdist fyrstu ferð kendur á føroyska tónleikapallinum sum bassleikari í rokkbólkinum Clickhaze. Har var hann partur av einum heilt serstøkum blandi av einstaklingum, ið allir hava sett síni spor í føroyskan tónleik: Eivør Pálsdóttir, Høgni Lisberg, Petur Pólson, Jón Tyril, Bogi á Lakjuni, Mikael Blak og so Jens L. Thomsen. Clickhaze var fyrsti veruligi bólkur, ið Jens spældi við og hann leggur als ikki skjól á, hvønn týdning bólkurin hevði fyri bæði hann og øll hini, ið spældu við. – Eg hoyri á tí, sum øll hini gera, at tey brúka tær metodurnar, sum vit lærdu í Clickhaze tíðini. Vit vóru so øgiliga ambitiøs, vildu røkka langt, settu pening í dýr ljóðføri, og arbeiddu hart fyri tí, og vit lærdu ordiliga nógv. Hetta gjørdist ein katalysator fyri tað vit hava gjørt síðan, greiður Jens frá. Tað var annars av tilvild, at Jens gjørdist bassleikari, og eisini at hann gjørdist bassleikari í Clickhaze. – Eg gekk á eftirskúla í Danmark, og har vóru vit tveir gittarleikarar og eingin bassleikari, og av tí, at hin dugdi betur at spæla gittar enn eg, so fekk eg bassin. Men eg skilti skjótt, at øll vilja sleppa at spæla gittar, so um eg bleiv góður bassleikari, so fekk er øll tey góðu giggini. Komin heim til Føroyar fór Jens á student, og har møtti hann Jón Tyril og Boga á Lakjuni, ið gingu á HF. Teir vóru í ferð við at stovna ein bólk, og tá teir ein dagin sóu Jens koma gangandi við einum bassi í hondini, spurdu teir um hann spældi bass, og um hann tímdi at spæla við teirra bólki. Petur Pólson var longu við í bólkinum og um sama mundi kom Høgni Lisberg við á trummir. – Eg og Høgni klikkaðu beinanvegin, vit hava eitt rútmiskt band í millum okkum, og tað er har enn, sigur Jens, sum hevur endurfunnið samstarvið við Høgna í nýggjastu útgávuni hjá ORKA. Clickhaze var meldað til Prix Føroyar í Miðvági, og teir vandu til hetta í skúlanum í Kambsdali. Tá Prix Føroyar umfar var á Strondum eina ella tvær vikur áðrenn umfarið í Miðvági, hoyrdu limirnir Eivør Pálsdóttir syngja við bólkinum Artis, og buðu henni beinanvegin við í Clickhaze.