hósdagur 11. desember 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
tónaskald
í útlegd
Regin Dahl var partur av fyrsta ættarliðnum
av føroyskum sangtónaskøldum. Av øðrum
týdningarmiklum tónaskøldum frá hesum
ættarliðnum finna vit Jógvan Waagstein (1879-1949),
Petur Alberg (1885-1940) og Hans Jákup Højgaard
(1905-1992). Hóast Dahl er yngri og eisini partvíst
brýtur frá hinum tónleikaliga, so tykist hann á
mangan hátt drivin av tí sama grundarlagnum.
Sangtónaskøldini og
tjóðskaparstrembanin
Sangtónaskøldini komu nevniliga fram í eini tíð
við broytingum, m.a. orsakað av skiftinum frá
eini í høvuðsheitum munnligari tónleikasiðvenju
við kvæðum, kingo o.ø., til eina nýliga innflutta
instrumentala siðvenju. Í kjalarvørrinum av
tjóðskapartilgongdini í seinna helmingi av 18. øld fóru
føroyingar undir at yrkja á føroyskum, og í fyrstuni
vóru nógv útlendsk løg nýtt, tá yrkingarnar skuldu
syngjast. Sangtónaskøldini byrjaðu tó at smíða egin
løg til føroysku yrkingarnar. Dahl fekk í stóran mun
íblástur frá Jógvani Waagstein, ið hevði týdning fyri
hansara tónlistarligu menning. Í ummæli av songbók
hjá Waagstein í Dagblaðnum í 1946 lýsir Dahl,
hvussu nívdur hann er av, at føroyingar eiga so fá
løg, og hvussu hetta fær ein at “…liggja langar nætur
ovvekraður og bína móti gráum degningi.”
2. veraldarbardagi
2. veraldarbardagi fekk avgerandi týdning fyri
bæði Føroyar og Regin Dahl. Dahl fór niður á Sorø
Akademi at lesa á ungum árum, og tá kríggið brast á,
endaði hann í óætlaðari útlegd, tí honum barst ikki
at sleppa heim til Føroya. Tá kríggið var av, hevði
hann grundfest eina tilveru í útlegd í Danmark.
Her gjørdist hann partur av innara kjarnanum í
tíðarritinum Heretica, sum var slóðandi í donskum
bókmentum í eitt árabil. Manningin á Heretica flutti
seinni yvir á Gyldendal, har Dahl var settur í starv
sum ráðgevi. Hóast hann var búsettur í Danmark og
var partur av bókmentaumhvørvinum har, helt hann
fast við at yrkja á føroyskum sum útlagin yrkjari
í Danmark. Útlegdin gjørdist ein lívlong tilvera í
Danmark, og Dahl var eisini málsliga í útlegd, í og við
at hann ikki hevði gerandismálið í Føroyum inni at
sær, men konstrueraði og dyrkaði ístaðin sítt egna
mál. Útlegdin gjørdist eitt høvuðstema í hansara
yrkingum.
Eftir kríggið bar ikki til hjá føroyska samfelagnum
at venda aftur til politisku støðuna, ið gjørdi seg
galdandi undan krígnum, og eitt nýtt tíðarskeið í
føroyskum politikki byrjaði. Samstundis sæst hvussu
tjóðskaparliga strembanin frá fyrst í 20. øld varð tikin
uppaftur í ártíggjunum eftir kríggið. Í 50’unum sóust
fyrstu dansifeløgini í Føroyum, og Útvarp Føroya varð
stovnað í 1957. Útvarpið fekk stóran savnandi týdning
fyri føroyska mentan, harundir eisini tónleikamentan.
Í 60’unum varð harumframt farið undir at innsavna
og skjalfesta føroyska fólkamentan.
Regin Dahl sum
fólkatónleikari?
Tónleikaliga talað varð Dahl gjørdur viðkomandi
av føroyskum lesandi í Mentanargrunni Studenta
felagsins í Keypmannahavn. Hesi tóku stig til
umfatandi upptøkur, ið vórðu gjørdar í Wifoss
Studio á Frederiksberg yvir fimtan dagar frá
1971 til 1977. Upptøkurnar eru ráar og ólidnar, og
bera fyrst og fremst brá av skjalfesting. Hetta at
skjalfesta fólkatónleik var eitt av eyðkennunum í
teirri folk revival, ið var ein grundarsteinur undir
fólkatónleikabylgjuni, ið spratt í USA í 60’unum, við
nøvnum sum eitt nú Pete Seeger, Woody Guthrie, Bob
Dylan v.fl. Hóast vit mangan seta 60’ini í samband við
ungdómsuppreistur og eina avnoktan av tí gamla, so
var folk rørslan í stóran mun merkt av eini dyrkan
av ruralum virðum, har mong nettupp ynsktu at fara
aftur til tað gamla og bygdaliga. Líknandi tendensir
síggjast millum føroysk lesandi í umhvørvinum
kring Mentanargrunnin síðst í 60’unum og fyrst í
70’unum. Í 1971 útgav grunnurin sjálvnevndu LP’ina
hjá Harkaliðnum,
har bólkurin tulkar
úrvald kvæði, vísur,
Waagstein sangir
o.a. sum grundtilfar í
einum modernaðum
fólkatónleikaligum
úttrykki, við íblástri
frá folk bylgjuni úr
60’unum. Henda
og aðrar útgávur frá tíðini kunnu fatast sum ein
føroyskur parallellur til rákið í USA og aðrastaðni.
Fyrsta Dahl útgávan á Mentanargrunninum
var Lukkurímur og fagnaðarljóð frá 1972, síðani
Barnarímur í ‘74, og 4 vísur – úr veitslugávuni í ‘76.
Diasporiska
tónaskaldið Dahl
Í kanningini av sangtónaskaldinum Dahl sæst, at
kvæðasiðvenjan og tjóðskaparliga sjálvsfatanin
mynda hugsjónarliga upphavsstøðið fyri hansara
virki sum tónaskald. Dahl nýtti ikki nótar í sínari
kompositión, og hansara verk var fyrst og fremst
skjalfest umvegis tær umfatandi upptøkurnar. Sostatt
er hann eyðkendur av einari dupultari støðu, har
hann bæði peikar aftur á eina munnliga siðvenju, og
samstundis peikar á eina nútíðar tøkniliga treytaða
siðvenju, har útbreiðslan av tónleikinum fer fram
umvegis útvarp og LP útgávur.
Reint tónlistarliga er Regin Dahl torførur at seta í
bás, tí hann nýtir eitt breitt úrval av tónlistarligum
úttrykkum í sínum listabúna. Tó kann staðfestast,
at hann sum áður nevnt verður fataður og móttikin
í einum fólkatónleikaligum samanhangi millum
føroysk lesandi í Keypmannahavn. Sostatt kann
sigast, at tjóðskapartilgongdin í ártíggjunum aftaná 2.
veraldarbardaga saman við ungdómsuppreistrinum
í 60’unum skapa møguleikarnar fyri, at Regin Dahl
verður “uppdagaður” sum tónaskald og sangari í
útlegd. Hesin diasporiski fólkasangarin, ið heldur fast
við sítt móðursmál og syngur sangir úr einum mistum
Tónaskaldið, sangarin
og yrkjarin Regin Dahl
varð føddur í Havn í 1918.
Hann vaks upp í einum
landi, ið var merkt
av tjóðskaparligu
rákunum úr Evropa í
19. øld, og av ítøkiligu
samfelagsstøðuni,
sum var, at politiska
yvirræðið lá í Danmark
Knút Háberg Eysturstein
Regin
Dahl
Sámal Blak sniðgav
húsan tl atlantsløg