hósdagur 11. desember 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
heimi, verður hervið enduruppdagaður og peikar við
sínum úttrykki aftur til okkurt upprunaligt, ið er vert
at varðveita.
Tað er ymiskt, hvussu fólk hava tikið ímóti
hesum úttrykki í Føroyum, og mær tykir, at eitt slag
av “kognitivum dissonansi” tekur seg upp millum
føroyingar við skúlaðari tónleikabakgrund, tá tey
hoyra Regin Dahl. Hetta kann m.a. hava sítt upphav
í, at Dahl hevur verið í útlegd frá tónleikalívinum
í Føroyum. Hann hevur ongantíð verið partur av
nakrari kórsiðvenju ella líknandi. Úr hesi útlegdini
syngur hann elegiskar sangir um eitt ófáiligt fortíðar
Føroyar, ið stendur sum týðiligur mótsetningur til
gerandisliga samfelagslívið í Føroyum. Umfatandi
talið av yrkingum, ið Dahl hevur sett tónar til, stavar
í stóran mun frá fyrra helmingi av 20. øld. Vit eru
von við at hoyra hesar yrkingar sungnar av t.d.
kórum ella vandum solistum. Tá er tað greitt øðrvísi
at hoyra frítt fabulerandi troubadourin Dahl sita við
klaverið og syngja yrkingarnar, púra leysur av allari
gerandissiðvenju.
Tað tjóðskaparliga
og hvat so?
Regin Dahl var millum fyrstu sangtónaskøld í
Føroyum, og ein drívmegi hjá honum var at gera
føroysk løg til føroyskar yrkingar við støði í eini
tjóðskaparligari sjálvsfatan. Kortini er tað umráðandi
at leggja áherðslu á, at tað at tvíhalda um eina fatan
av Regin Dahl út frá tí tjóðskaparliga ikki veitir eina
betri fatan av honum sum tónaskaldi. Tað er heldur
í útlegdini og í diaspora samleikanum, at boð uppá
viðkomandi lýsingar kunnu finnast.
Tó má eisini staðfestast, at føroysk tjóðskapar
stremban í 20. øld hevur havt stóran týdning fyri
tónaskaldið Regin Dahl. Tjóðskaparstrembanin í tíðini
kring undanfarna aldarskiftið legði lunnar undir
tær umstøður, ið høvdu við sær, at hann fór undir at
smíða løg. Uppafturtøkan av tjóðarskaparstrembanini
í ártíggjunum aftaná kríggið skapaði síðani umstøð
urnar fyri, at Dahl var “uppdagaður” í einum fólka
tónleikaligum samanhangi í Keypmannahavn fyrst
í 70’unum. Í teim eftirfylgjandi ártíggjunum hava
vit sæð royndir at etablera Regin Dahl sum eitt
slag av undangongumanni fyri føroyskar fólka
sangarar. Hetta var endaliga staðfest við útgávuni
av umfatandi bokssettinum Atlantsløg frá 2005,
hvørs áskrift m.a. lýsir Dahl sum “okkara stóri
troubadourur”.
Regin Dahl 1918-2007
Fotografur: Hans Christophersen