hósdagur 11. desember 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Hervið gav forlagið Fannir út bókina “Fjálgasta friðskjól
á foldum” við myndum og søguligum upplýsingum
um klokkur, altartalvur, skip og bátar í kirkjunum í
Føroyum. Janus Mohr skrivaði tekstin, og Kalmar Lin
denskov tók myndirnar.
Ætlanin er ikki at ummæla hetta annars so áhuga
verda verk, ið vónandi fær tað pláss, tað hevur uppi
borið.
Men tað tóktist ikki sørt stuttligt, at eg skuldi sita við
hesi bók í hondini um júst sama mundið, eg fekk eina
áheitan um at skriva eitt sindur um kirkjulist.
Tí kirkjulist er ein søga fyri seg – og tann søgan er
drúgv. Her verður ein roynd gjørd at greiða frá henni
í stuttum.
Kirkjulist er ikki beinleiðis tað sama sum kristin list,
sum í høvuðsheitum kann verða søgd at verða brúkt
at skapa ein samleika mótvegis øðrum átrúnaðum og
“heiminum” annars.
Kirkjulist hinvegin hevur altíð verið brúkt á ser
stakan hátt til guðsdyrkan eftir teimum serligu og
stundum strongu fortreytunum, ið ein guðstænasta
kann vera.
Myndatýnarar og
myndatrælir
Hvussu ymiskar hesar fortreytir og siðvenjur kunnu
vera síggja vit helst best í tí sokallaða myndastríðnum,
sum herjaði um ár 700 og 800. Eisini nevnt tað ikono
klastiska stríðið. Her kom munurin serliga til sjóndar,
hvussu ymiskar fatanirnar vóru av list í kirkjuni.
Tað var serliga í býnum Byzans, ið nú kallast Istan
bul, at sokallaðir ikonoklastar (grikskt eikon: mynd,
klaein: knúsa) og ikonodular ( grikskt eikon: mynd,
doulos: trælur) stríddust móti hvørjum øðrum.
Orsøkin var, at tað varð vorðið vanligt at tilbiðja
ikonir í trúnni hjá fólki og guðsdyrkanini hjá munkum.
Summi mettu hetta vera eitt slag av avgudadyrkan, ið
var beinleiðis brot á fyrsta boð.
Leo III, keisari, tók í árinum 726 niður eina Kristus
mynd, og setti ístaðin ein kross á sama stað. Síðani setti
hann bann ímóti at tilbiðja myndir.
Hetta førdi við sær eina sonevnda myndaódn, har
fleiri listaverk vórðu oyðiløgd.
Í guðfrøðini tók stríðið støði í læruni um Kristsus,
kristologiini, og Jóhannes ur Damaskus vardi myndirnar
við at siga, at Guð bjóðar tí skapta menniskjanum part í
tí enn ikki skapta gjøgnum sínar myndir.
Í árinum 843 hjálpti Theodora, keisarinna, til. Hon
segði, at hetta samsvaraði við ta lovprísan, ið varð víst
keisaranum.
Úrslitið av hesum myndasigri varð ofta, at
myndirnar eftir hetta ofta vístu, at myndugleikin er úr
erva givin – frá Guði sjálvum. Keisarin stendur á hend
an hátt í beinleiðis sambandi við Guð, varð víst á.
Í Vestureuropa vrakaði Karlamagnus sjónarmiðini
hjá bæði ikonoklastum og ikonodulum í árinum 790.
Hann sló fast við sjeytummaseymi, at myndir eru ætl
aðar til frálæru og til prýðis.
Theodor E. D. Olsen
Kirkjulistin
hevur eina
drúgva søgu,
og tað hevur
ikki altíð verið
semja um, hvat
gerast skuldi
við myndirnar
í kirkjuni
vesturkirkjan
Vestmanna kirkja
Kirkjulist
at mála tað