hósdagur 11. desember 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Skilnaður millum
eystur og vestur
Í árinum 1054 skrædnaði kirkjan Evropa. Úrslitið varð
hin ortodoksa eystanfyri, og hin rómversk-katólska
vestanfyri við høvuðssæti í Róm.
Myndafatanin eystanfyri var meira støðug. Ein
greið mannagongd skuldi haldast, tá ikonir vóru mál
aðar.
Vestanfyri varð hildið, at gaman í kundi myndin
verða brúkt í guðsdyrkan, men er ikki heilag í sjálvum
sær ella kann geva fólki part í dýrd Guðs.
Hinvegin kann myndin eiga sínar námsfrøðiligu ella
pedagogisku dygdir.
Kirkjulistin vestanfyri finnur fótafestið og gest
meria sjálvstøðug í mun til ta eysturlendsku um ár
1000 – og um ár 1500 er hon so avgjørt í hæddini.
Kirkjan var í høvuðsheitum hin størsti arbeiðsgev
arin hjá listafólki í Vestureuropa og gjørdi í stóran mun
av, hvat myndevnið og tilfarið skuldi vera.
Í hesum tíðarskeiði, ið eisini verður nevnt endurføð
ingin ella renesansan, dragnaðu bondini alsamt millm
listafólkini og kirkjuna. Listin gjørdist frælsari, og týði
ligur skilnaður sást millum ta privatu og ta meira al
mennu kirkjulistina. Ikki minst er hetta enn at síggja í
Róm og restini av Italiu.
Trúbótin ella siðaskiftið hevði við sær, at størri ansni
bleiv víst í nýtsluni av myndum í kirkjuni. Meðan við
haldsfólki hjá Calvin og Zwingli als ikki hóvaði mynd
um í kirkjuni, segði Luther, at tað er hin einstaki sjálvur,
sum við hjálp frá evangeliinum skal hyggja kritiskt eftir
listini.
Hetta sást eisini aftur í katólskari hugsan, har stað
fest varð, at tann heiður, ið vístur verður eini mynd,
bert er til tað, hon ímyndar, og ikki myndini sjálvari.
Móti endanum av 18. Og 19. øld gerst kirkjulistin al
samt meira til myndevning ella illustratión. Ikki fyrr
enn í modernismuni umleið 1920 tykist kirkjulistin
aftur at gerast fríari. Tulkingarnar gerast frælsari og
djarvari, og tað er aftur meira latið til hin einstaka at
gera av, um hetta er “góð list”, og um hetta sigur okkum
nakað.
T.d. sigst, at altartalvumálarar altíð hava havt tor
ført við at málað uppreisnina, sum eingin hevur sæð.
Hinvegin kann hin abstrakta listin lata upp fyri fleiri
møguleikum, tá tað “ósjónliga” skal festast á lørift ella
vegg.
Hattarvíkar kirkja
hjartað sær
Vesturkirkjan:
Veggurin er berur, men ímyndin er greið. Leiðin
til himmals er gjøgnum krossin. Eisini verður
hesin veggur kallaður Jákupsstigin. Sigst,
at ein áttati ára gamal maður høgdi hendan
kross. Vesturkirkjan varð vígd í 1975, og
verður 40 ár næsta ár.
Vestmanna kirkja:
“Lívsins træ” eftir Astrid Andreasen. Ein nógv
umrødd installatión, sum so at siga skapar
lív í kirkjuna eftir høvuðsumvælingina í 2005.
Dúgvarnar flúgva millum greinarnar, og onkur
situr á leys frá altartalvuni á bitanum oman
fyri træið. Ikki øll varnast tær leysu dúgvurnar,
fyrr enn tey hava sæð verkið nakrar ferðir.
Hattarvíkar kirkja:
Tá kirkjan fylti 100 ár í 1999 fekk hon nýggja
altartalvu eftir Karstin Olgar Lamhauge. Verkið
telur 14 grafisk málmprent. Gloppini ímynda
teir tríggjar krossarnar á Golgata. Íblásturin
sigst koma úr prologinum hjá Jóhannesi:
“Í fyrstuni var orðið”, ið er prædikutekstur
jóladag.
Kirkjulist úr føroysku rúgvuni
Tríggjar sermerktar altartalvur í Føroyum: