hósdagur 11. desember 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
16
Miranda kom út úr The River Café, læt
hurðina aftur eftir sær og gekk tey fáu
sporini oman til vegin, har súkklan stóð.
Timburstáplarnir niðri við áarbakkan
dagaðu í skýmingini, sum stór, klombrut
djór, ein prámur lá við ta viðabygdu
bryggjuna, søkklaðin næstan, men tey
veldugu vestanfjøllini sá hon ikki, sans
aði bara teirra hammiklu, kavataktu
nánd, djúpblá vøtn við laksi og eyrriðu,
sedurtrø, furunnar harpiks. Miranda fór
til gongu, leiðandi súkkluna, kvøldið var
fylt við heystsins royki, úr húsum og
urtagørðum.
Áin var stór í kvøld, hvít í støðum,
líkasum kókaði, eftir hesum breitt
streymandi stræti, hjá viðabulum, joll
um, prámum og timburskipum, var
Thomas komin ein dagin, um várið var
tað, við einum pjøka og einum violin
húsa, brúnur sum mahogni, í einum leð
urjakka, sum klæddi honum, hóast hann
bar merki av øllum heimsins sliti, og í
eini dimmari kaskett, sum peiggjaði eitt
sindur á skák, ólýðin, respektleys. Hann
kom inn á kaffistovuna stutt eftir mid
dag, bað um kaffi, eina ferð, tvær ferðir,
varð sitandi, prátaði við arbeiðsmenn frá
sagvirkinum, seinni bað hann um døg
urða, og tá ið hon skuldi fara, sat hann
har enn, við eitt borð við vindeygað. Í
tí hon skuldi fara, læt í henni, hon visti
ikki hví: “Hvar býrt tú?” og “Eg veit ikki,”
svaraði hann, men so, sum fekk hann eitt
hugskot, legði hann aftrat: “Hevur tú eitt
kamar, eg meini, fyri eina nátt?”
Tað var tilvild, hann var leysur kropp
ur, hevði bara hug at fara upp á land ein
dag ella tveir at strekkja sær beinini,
áðrenn leiðin gekk víðari, oman til onkra
havn sunnanfyri, at finna sær nýggja
hýru, og, sum hann ofta seinni tók til,
býurin við sagvirkinum og tí lítla tón
leikaháskúlanum segði sær onki. Tað
var ikki fyrr enn út móti heysti, tá ið
rím legðist á trøini og roykur vesaði upp
úr bungalowunum á fjallahøvdini eyst
anfyri, at hann fyrstu ferð hugsaði, at
hetta plássið átti vakurleika. Hann fekk
arbeiði á timburverkstaðnum hjá Dillon,
hann gjørdist partur av Kvartettini, og
fólk høvdu vant seg við, at tey søgdu ikki
longur, eitt sindur eymkandi, Miranda,
men, meira treystliga, Miranda og Thom
as, eitt nú, um ein føðingardagur var,
“Miranda og Thomas koma eisini”. Men
borgari av búføstum slag var Thomas
ikki, hann varð verandi maðurin í tí skák
settu kaskettini, sum kom oman eftir
ánni ein dag og líkasum sløddist upp á
land. Farumkring. Ella kanska lagna.
Í niðastu skuffu í sínum lítla náttborði
hevði Miranda eina lummabók, har hon
skrivaði dagatalið, sum hondverkarar
gera, fýra strikur, so eina á skák tvørtur
um, vóru hundrað, setti hon striku undir
og byrjaði á nýggjari reglu. Við talið 241
hevði hon skrivað eitt NB!, tað var tann
dagurin, tey giftust. Ein kaldan desemb
erdag, stutt fyri jól, var hon farin niðan
til Faðir Mackenzie. Hann legði pípuna
í marmorskálina á skrivarborðinum,
hugdi upp á hana, og ein spurningur
leikaði, drálandi, í tí milda, holdmikla
andlitinum:
– Er tað ... álvara?
– Ja, segði hon. Eina løtu var steðgur.
Roykurin buktaði seg úr pípuni, í mjáum
ringum. Hon helt seg síggja møði, og eitt
bragd av iva, í andlitinum á tí gamla
manninum.
– Tað er nokk í lagi, segði hann so og
smíltist. Faðir Mackenzie hevði fylgt
henni frá barni av, og hjá honum hevði
hon gingið í sunnudagsskúla. Hann doyði
tríggjar mánar seinni, ein natúrligan
deyða. Tá ið Miranda bað sína kvøldbøn,
hugsaði hon ofta, at himmiríki, nú hann
var farin hagar, undan sær, fór at vera
eitt gott stað at koma í.
Talraðið í tí lítlu bókini var nú komið
upp á 545, nóg mikið til, at tann fremm
andi, sum var dottin upp á land hin
minniliga várdagin, hevði havt tíð at
fortelja sína søgu meira enn eina ferð.
Hann hevði mynstrað við einum russ
iskum skipi tríggjar mánar, áðrenn tann
mikli bardagin byrjaði, teir vóru á hav
inum í 117 dagar, provianturin spiltist,
vatnið rotnaði, kom skipið í havn, vóru
teir hildnir niðri í lastini fyri tilskálk
aðum lúkum. Tá ið teir komu til Mel
bourne, vóru fýra av manningini deyðir
av mateitran, men tá var skiparin óskett
in við vaktarhaldinum, so tað lukkað
ist honum og einum øðrum at rýma.
Hýru høvdu teir onga fingið alla hesa
tíðina, men tað eydnaðist teimum, eftir
reikan inni í landinum í tveir dagar, at
fáa vegarbeiði, sum var væl lønt, so
tað bar til hjá honum at ganga til und
irvísing í violinspæli, sum var hansara
stóri áhugi. Thomas mynstraði við
einum skipi, sum sigldi millum New
Zealand og Tasmania og kom soleiðis
til Vinskaparoyggjar, eitt kongaríki, har
sól og varmi var alt árið, og ivaleyst av
kokosmjólk og alskyns breyðfruktum,
har ongin nýttist at arbeiða, og veitsla
var hvønn dag, og har íbúgvarnir á
kvøldi leiktu á eitt ljóðføri ið minti um
harpu, dansaðu, sungu og drukku kava.
Tá ið tað frættist, at hesin fremmandi
dugdi at leika á einum ókendum ljóðføri,
bleiv hann miðdepilin í kvøldsins vert
skapi, undurvakrar gentur, prýddar við
blómukransum, flokkaðust um hann,
og eitt kvøldið varð hann kallaður inn í
eitt víðilsi í skóginum, har, undir einum
veldugum leyvtjaldi, Hansara Hátign,
kongur sjálvur, helt ting saman við
húski, tænarum og ráðharrum. Kongur
hevði frætt um hansara kynstur og bað
hann nú um at íðka tað fyri sær og síni
hirð, og hetta kvøldið var hansara kvøld,
hann spældi eitt úrval av teimum bestu
NÆRRI
MÍN
GUD
TIL TÍN
Hanus Kamban
stuttsøga